mánadagur 6. mars 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 46 - 6. mars 2006
Veðrið var av tí besta
til at aka á skíð, og
nógv fólk – bæði
kvinnur og menn –
vóru við í kappingini,
sum Klaksvíkar Skíð
felag skipaði fyri
seinnapartin sunnu
dagin
Skíðkapping
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað er ikki á hvørjum degi,
at skipað verður fyri skíð
kapping her á landi. Klaks
víkingar plagdu at skipa fyri
skiðkappingum, men nú eru
tað liðin 10 ár, síðani seinasta
kappingin varð hildin.
Farnu vikuna hevur tjúkk
ur kavi ligið í Klaksvík, og
sunnudagin vóru líkindini
so góð, at Klaksvíkar Skíð
felag aftur skipaði fyri eini
kapping. Kappast var bæði
á skíðum, á kavafjøl og í
sletu.
Bæði vaksin og børn kapp
aðust, og samanlagt vóru eini
70 luttakarar við í teimum
ymsu kappingunum.
Nógvir áskoðarar
Skíðkappingin var høvuðs
kappingini, og har var kapp
ast í fleiri bólkum – kvinnur,
menn og dreingir – og teir
flestu luttakararnir vóru í
kappingini hjá monnum.
Mogens Petersen vann
kappingina hjá monnum,
Jóan Magnus Johannesen
varð nummar 2 og Jan B.
Andreassen var nummar 3.
Hjá kvinnum var Fríðunn
Steinberg, hjá eldru dreingj
unum vann Hans Jacob Joen
sen, og hjá teimum yngru
vann Rói Clementsen.
Nógvir áskoðarar vóru til
skíðkappingina, og teir savn
aðust við málið, sum varð
niðast á Langubrekku – á
Hædd. Skíðararnir byrjaðu
á Hálsi, og tann skjótasti
kláraði teinin upp á 2,34
minuttir.
Dagin eftir 15 ára føð
ingardag sín skipaði
Bogaskjótifelagið Ørv
ur í Runavík fyri før
oyameistara kapping
fyri ung á 12 metra
frástøðu. Hetta var
samstundis seinasta
úttøkukappingin til
luttøku í DM fyri ung
Bogaskjóting
Tíðindaskriv
Sunnudagin varð kapping í
bogaskjótin í Runavík. Hesa
ferð vóru tað ungir skjúttar,
sum skuldu kappast um FM
og møguleikan at sleppa við
til DM fyri ung.
Compound
Her vóru bert fýra luttakarar,
men vóru teir sera knáir
og javnir. Í innleiðandi
umfarinum vóru úrslitini:
nr. 1 Magnus Andreassen
(283+286) 569 stig og per
sónligt met (P), nr. 2 Kaj
Johannesen (280+284) 564
stig, nr. 3 Kristoffer Andrea
sen (279+284) 563 stig
og nr. 4 Helgi Lamhauge
(276+273) 549 stig P.
Við hesum úrslitum hava
allir fýra megnað krøvini til
luttøku í DM fyri ung, sum
verður seinasta vikuskiftið
í mars. Magnus, Kaj og
Kristoffer fara at luttaka í
bólkinum kadet og Helgi í
bólkinum mini.
Í hálvfinalunum vóru
úrslitini: Magnus-Helgi
114-102 og Kaj Kristoffer
112-114.
Bronsufinalan: Kaj-Helgi
110-108.
Gullfinalan: Kristoffer-
Magnus 112-110 og bleiv
Kristoffer Andreasen sostatt
føroyameistari 2006. Allir
eru úr Ørvi.
Recurve
Her vóru 16 luttakarir og
sum væntað frammanundan
var tað Sjúrður Rein, Tamb
ar, sum legði seg klárt á
odda. Men skal sigast, at
12 av 16 skjúttum settu per
sónlig met. Í innleiðandi um
farinum vóru fýra tey bestu
úrslitini: nr. 1 Sjúrður Rein,
Tambar, (277+274) 551 stig
P, Bogi Ákason, Vágaskot,
(247+269) 516 stig P, nr.
3 Eirikur á Kletti, Tambar,
(248+237) 485 stig P og nr.
4 Nikkel Petersen, Ørvur,
(233+209) 442 stig.
Við sínum úrsliti hevur
Sjúrður Rein eisini megnað
kravið til luttøku í DM fyri
ung. Hann fer at luttaka í
bólkinum kadet.
Í hálvfinalunum vóru
úrslitini: Sjúrður-Tummas
Eidesgaard, Vágaskot, sum
annars beliv nr. 5 í innleið
andi umfarinum, 114-70 og
Bogi Á.-Eirikur 107-102.
Bronsufinalan millum
Tummas og Eirik gjørdist
sera spennandi og megnaði
Tummas í seinastu pílunum
at strúka framvið Eirik og
vinna dystin 90-89.
Gullfinalan: Sjúrður-Bogi
109-101.
FM og úttøkukapping á 12 metrum
Skíðkapping í bestu líkindum í Klaksvík
FM í compound fyri ung. Frá vinstru Bogi Ákason, Vágaskot,
Sjúrður Rein, Tambar, og Tummas Eidesgaard, Vágaskot
FM í recurve fyri ung. Frá vinstru Magnus Andreassen,
Kristoffer Andreasen og Kaj Johannesen, allir úr Ørvi
Nógvir áskoðarar vóru til
skíðkappingina í Klaksvík
sunnudagin
Tey fremstu í
teimum ymsu
kappingum
fingu heiðurs
merki frá fyri
reikarunum
Mynd: Norðlýsið