Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 6. mars 2006 23 Við tryggum sigri á kollfirðingum, eydnaðist tað vest­ menningum at gerast føroyameistarar. Fýra lið endaðu aftast við sama stigatali, men tað verða kollfirðingar, ið flyta niður í 2. deild Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen Ilt er at ímynda sær størri spenning undan seinasta um­fari í 1. deild í FM-lið­ kappingini. Tvey lið stavn um stavn í oddinum og fýra lið í botninum, sum øll vildu halda seg uppi í deildini, sam­stundis sum møguleiki var fyri bronsu. Eingin ivi Vestmenningar gjørdu bart í teirra dysti ímóti koll­firð­ ingum. John Rødgaard var eitt skifti undir trýsti móti Hans Kristiani Simonsen, men megnaði at fáa javnt. Hinir telvararnir á vest­ mannaliðnum høvdu frá góð­um til vinnandi støður. Úr­slitið varð loksins 3-1. Havnarmenn vóru skerdir í dystinum móti Klaksvík 1. Helgi Dam Ziska var stadd­ur í Íslandi, har hann tekur lut í Reykjavík Open. Áðrenn kappingin byrjar mána­dagin, skuldi Helgi fáa køna venjing saman við íslendskum stórmeistara. Við Helga á ferðini er faðirin Andrias Ziska. Klaksvíkingar høvdu í miðspælinum góðar støður á flestu borðunum og úr­slit­ ið varð eisini ein sera kær­ komin sigur til botnliðið. 2,5 - 1,5. Martin Poulsen var sera sannførandi á 1. borði hjá Havnini. Hann fekk 6 stig av 7 møguligum. Tískil økti vestmenningar um frástøðuna frá hálvum stigi undan 10. umfar til tvey stig tá avtornað varð. Teir vunnu níggju dystir og leikti ein javnan. Rættiliga sannførandi. Ein blandingur av seriøsiteti, felags fyri­reik­ ingum og góðum saman­ haldi, var uppskriftin og meira enn viðvirkandi til megnarúrslitið. Teir fýra føstu á gulllið­ num, John Rødgaard, Carl Eli N. Samuelsen, Samson Højgaard og Jákup á Rógvu Andreasen, høvdu allir góð og støðug úrslit: Óhoyrt botnstríð Flest øll høvdu væntað, at eitt av klaksvíksliðunum fór at flyta niður. Tey høvdu bæði 14 stig á aftasti plássi, meðan hvalvíkingar og koll­ firðingar ávíkavist høvdu 15 og 15,5 stig. Men fyri kollfirðingar gekk alt av skriðuni til leygar­ dagin. Teir fingu 1 stig móti vestmenningum og væntað varð, at hetta varð nóg mik­ ið. Men Klaksvík 1 vann heldur óvæntað sín dyst móti havnarmonnum, samstundis sum Klaksvík 2 vann tepran sigur á hvalvíkingum. Men áðrenn dysturin mill­ um Klaksvík 2 og Hvalvík varð avgjørdur, lá sera nógv í talvinum á 1. borði millum Rana Nolsøe og Haldur Suna Johansen. Støðan var tá 2-1 til Klaksvík og hetta seinasta talvið varð avgerandi fyri nið­urflyting og bronsu. Mannfjøldin kring talv­ið vaks og vaks. Rani, sum leingi hevði havt finnu minni, bardist fyri javn­leik­in­ um, sum vildi bjarg­að klaks­ víkingum frá niðurflyting, samstundis sum teir fingu bronsuna. Um talvið endaði javnt, flutti kollfirðingar niður. Men vann Haldur, ja so fóru klaksvíkingar niður í 2. deild og hvalvíkingar vildu vunnið sær bronsuna. Endin varð, at talvið endaði við javnleiki. Klaksvík 2 bronsuna orsakað av flest vunnum dystum av teimum fýra jøvnu liðunum á triðja/ aftasta plássi. Kollfirðingar flyta niður, tí teir høvdu fægstu dystarstig. Sandavágsmenn vunnu teggjuna Tað grør um gangandi fót í Sandavágs Talvfelag. Teir eldru telvararnir hanga sanni­liga enn í, og teir ungu vunnu føroyameistaraskapin í unglingadeildini. Sanda­ vágs­menn vunnu bæði 2. deild, 3. deild og, sum nevnt, ung­lingadeildina. Ársins telvarar 2005 Endatiltakið í Vestmanna eydn­aðist avbera væl. Stem­ n­ingurin var góður, spenn­ ingurin í hæddini og vertirnir vunnu gullið. Forsetin í Talvsambandi Føroyum, Jógvan Joensen, og borgmeistarin í Vest­ manna kommunu, Karl Ol­sen, bæði settu og end­aðu stóra talvdagin við steypa­ handanum. Ársi­ns telvari og ársins stjørnuskot 2005 vórðu somu­leiðis avdúkaðir: Helgi D. Ziska og Rógvi Draga­ berg. Vestmenn­ingar føroya­ meistarar Fylgt varð sera væl við seinastu talvini. Hvørt sum eitt kundi hetta hava avgerandi ávirkan á niðurflytingarspurningin Við sigrinum á Olaf Berg bjargaði Finnbjørn Vang besta klaksvíkarliðnum tilveruna í fyrstu deild John Rødgaard 6,5 av 9 Carl Eli N. Samuelsen 7,0 av 9 Samson Højgaard 6,0 av 10 Jákup á R. Andreasen 6,5 av 7 Sjúrður Thorsteinsson 1,5 av 4 John Jacobsen 0,5 av 1 Talvúrslit og -støður 1. deild 10. umfar Hvalvík-Klaksvík 2 1,5-2,5 Haldur Suni Johansen-Rani Nolsøe 0,5-0,5 Finnbjørn Zachariassen-Steintór Rasmussen 0-1 Martin Brekká-Rani Baldursson 1-0 Gunnar Joensen-Rógvi Dragaberg 0-1 Vestmanna-Kollafjørður 3-1 John Rødgaard-Hans Kristian Simonsen 0,5-0,5 Carl Eli Nolsøe Samuelsen-Torbjørn Thomsen 1-0 Samson Højgaard-Bernhard Thomsen 1-0 Jákup á Rógvi Andreasen-Karl Louis Johansen 0,5-0,5 Klaksvík 1-Havnin Ólavur Simonsen-Martin Poulsen 0-1 Finnbjørn Vang-Olaf Berg 1-0 Terji Petersen-Jóhan Gaard 1-0 Tummas Martin Sólsker-Jógvan Næs 0,5-0,5 Endaligu støðurnar 1. deild 1 Vestmanna 28,0 2 Havnin 26,0 3 Klaksvík 2 16,5 4 Klaksvík 1 16,5 5 Hvalvík 16,5 6 Kollafjørður 16,5 2. deild 1 Sandavágur 27,5 2 Havnin 3 22,5 3 Vestmanna 22,5 4 Havnin 2 20,5 5 Toftir 13,5 6 Gøta 9,5 Unglingar Finala: Sandavágur-Rókur 1 3,5-0,5 3-4. pláss: Vestmanna-Rókur 2 4-0 3. deild 1 Sandavágur 2 27,5 2 Havnin 4 26,5 3 Vestmanna 3 24,5 4 Sandavágur 3 22,0 5 Rókur 1 20,0 6 Klaksvík 3 18,0 7 Havnin 5 14,0 8 Klaksvík 4 13,5 9 Rókur 2 10,0 10 GT 2 4,0