mánadagur 6. mars 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 46 - 6. mars 2006
Hava tveitt
árið burtur
Lagið var í botni á spælar
unum hjá H71, tá teir fyri
triðju ferð á rað høvdu
verið fyri tapi. Einum tapi,
sum hevur flutt leiklutin
hjá liðnum til fyrst og
fremst at stríðast um
bronsuna, tað sum eftir
er av kappingarárinum.
– Hetta er stór skomm.
Vit verða bankaðir av ein
um KÍF-liði, sum bara
hevur átta mans í hópin
um – umframt málverjar.
Og tað er ikki nóg gott,
staðfestir Tróndur Vatn
hamar, sum aftur hesa
ferð var millum tær frægu
á liðnum hjá H71.
Spurdur, um tað fram
vegis er trýstið, sum
spælararnir ikki megna
at tackla, sigur hann, at
tað er tað kanska.
– Talan átti ikki at
verið um nakað trýst, nú
vit høvdu tapt tvær ferðir
á rað, men vit eru altso
ikki klárir. Fyrra hálvleik
skjóta vit bara átta mál,
og eru ta einu ferðina
átta mál aftanfyri. Tað er
ikki spæl, sum tú verður
meistari við.
– Og sjálvt um vit stríða
okkum aftur, so kostar
hetta ov nógvar kreftir.
Vit vinna okkum enntá
framum, men tá teir so
skora nakrar ferðir, fellur
alt sundur hjá okkum.
Gloym gullið
Og Tróndur er eisini skjót
ur at ásanna, at hann nú
hevur gloymt allar tankar
um gullmerki í hesum
kappingarárinum.
– Sjálvandi vita vit, at
VÍF kann kiksa móti bæði
StÍF og Kyndli. Men tað
er so ikki í okkara makt.
Veruleikin er, at vit nú
hava tveitt eitt heilt kapp
ingarár burtur, og tað er
mest sum grátuligt. Skal
eg síggja nakað sum
helst positivt í øllum, so
má tað vera, at vit í H71
framvegis stríðast um
bronsumerkini í einum
ári, sum má rópast sum
katastrofalt. Tað er so
ikki ein støða, sum vit eru
vanir við, sigur Tróndur
Vatnhamar at enda.
-mørk
Kollfirðinar átóku sær
aftur leiklutin sum
favoritt-dreparar.
Hesa ferð vóru tað
hoyvíkingarnir, sum
– hóast venjaraskifti
– fyri triðju ferðina
á rað fóru niður við
nakkanum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Stóra ítróttasøgan fríggja
dagin var, at H71 hevði sagt
venjaran úr starvi. Eftir tvey
tap á rað í avgerandi dystum,
vónaði nevndin, at keðiliga
gongdin kundi vendast
við sonevndu venjara-
effektini. Og so skerst ikki
burtur, at við dystum móti
KÍF og Neistanum vónaði
nevndin helst, at mótstøðan
í komandi dystunum var
somikið lagalig, at nýggju
venjararnir fingu frið at
sessast, áðrenn seinasta og
týdningarmikla dystin móti
StÍF.
Stríðsviljin og Jaspur
Lagaligir var tó ikki orðið,
sum á bestan hátt sigur til
gongdina hjá KÍF til dystin
sunnudagin. Hóast teir á
pappírinum ikki hava nakað
sum helst at spæla fyri, so
hevur ein ótroyttandi stríðs
vilji altíð eyðkent liðið.
Og
tann
stríðsviljin
var alt fyri eitt sjónligur.
Við ágangandi verjuspæli
megnaðu teir skjótt at steðga
álopsspælinum hjá H71,
og við einum stórspælandi
Jaspur Joensen í málinum
høvdu teir eisini ein seinasta
skansa, sum tók tað, sum
verjan ikki fekk fatur á.
Álopsparturin við lítlum
og kvikum monnum var
heldur ikki nakað, sum hóv
aði H71 serliga væl. Teir
høvdu trupult við at halda
kviku monnunum aftur, og
skjótt struku kollfirðingarnir
avstað.
Sum fyrri hálvleikur leið,
so tóktist talan veruliga skula
gerast um bank. KÍF skoraði
eitt mál fyri og annað eftir,
og ett skifti var munurin
vaksin í átta mál.
Luftin reyk
Hvat Jákup Símun Simonsen
og Jakob Jónsson hava sagt
sínum monnum í steðginum,
er ikki gott at vita. Men
allar helst hava teir heilt
stóru stavirnir verið tiknir
í nýtslu.
Í øllum førum fekk liðið
nú veruliga gongd á spælið.
Tunga álopsspælið fann nú
betri fram til skjúttarnar.
Vengurnir vórðu eisini tiknir
við í spælið, og brádliga
hevði H71 aftur kós móti
oddinum. Tað eydnaðist
teimum eisini at koma
fram um 17-16, men hetta
var eisini einasta ferðin, at
finalusessurin aftur hóm
aðist.
Tí onkursvegna, so tóktist
orkan ikki vera nóg stór.
Ella eisini megnaðu teir
bara ikki at halda høvdinum
kalt.Kollfirðingarnir høvdu
í øllum førum ikki hug at
gevast, og teir tóku eisini
um endan aftur.
Fram til 20-20 fylgdust
liðini, men so skrædnaði.
Seinastu fimm minuttirnar
vunnu kollfirðingar við
6-2, og tá Piti móti dystar
enda fekk reytt kort, tóktist
niðurtúrurin hjá H71 full
komin. Fyrsta royndin at
venda gongdini miseydnaðist
so dyggiliga, og meira enn
nakað tykist spurningurin
nú vera, hvørt liðið hevur
nakran møguleika at reisa
seg seinastu tveir dystirnar.
Mugu hava hjálp
Tí hóast møguleikin at røkka
finaluni enn er til staðar, so
er hetta ikki longur nakað,
sum H71 sjálvt kann gera
av.
Í fyrsta lagi krevur hetta,
at VÍF ella Kyndil í mesta
lagi fáa eitt stig seinastu
dystirnar. Vestmenningar
hava komandi viku heimavøll
móti StÍF, meðan Kyndil
spælir móti KÍF. Sigrar til tey
bæði fremstu liðini vilja tá
viðføra, at hesi halda munin
á trý stig, áðrenn seinasta
dystin í endaspælinum, har
stóru rivalarnir spæla móti
hvørjum øðrum.
Hartil krevst eisini, at H71
vinnur sítt. Fyrst og fremst
móti Neistanum komandi
vikuskifti, men - og tað er
kanska meira týdningarmikið
– móti StÍF á Skála seinasta
dystin. Hava hoyvíkingar
tá framvegis møguleikan,
merkir hetta allar helst eis
ini, at strandingar eisini
hava hann, og tá verður talan
so um alt annað enn lætta
uppgávu hjá H71.
KÍF-H71 26-22 (14-10)
Málskjúttar
KÍF: Gert Hansen 8(2), Damir Oros 6(1), Daniel Rápa 5,
Sune Davidsen 5, Ingi V. Johannesen 1, Rógvi Weihe 1
VÍF: Tróndur Vatnhamar 6, Jakob Jónsson 4, Heini
Bendtsen 4, Piti Negru 3(1), Niels Viggo Niclassen 3, Halgir
Dahl Olesen 1, Bárður Brimvík 1
Brotskøst: KÍF 3, H71 2
Útvísingar: KÍF 8, H71 4
Diskvalifikatiónir: KÍF 2 (báðar fyri 2X3 minuttir), H71 1
(beinleiðis reytt)
Dómarar: Kristian Joensen & Dánjal Hansen
FAKTA UM DYSTIN
KÍF-H71 26-22 (14-10):
Hoyvíkingar dumpaðu
Jákup Símun Simonsen hevði
loyst Hannis Wardum av á
beinkinum. Men heldur ikki
stríðsviljin hjá veteraninum
var nóg mikið til at lyfta H71
Mynd: Álvur
Hoyvíkingar hingu við høvdunum, tá teir fóru av vøllinum. Eftir øllum at døma er finalusessurin tveittur fyri borð, eftir at liðið størsta partin av kappingini hevur
verið á odda
Mynd: Álvur