mánadagur 6. mars 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 6. mars 2006
25
Hóast Neistin argaði
nakað, so hevði
VÍF ikki teir stóru
trupulleikarnar, tá alt
kom til alt
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá vestmenningar fóru á
vøllin sunnudagin, vistu teir
sjálvandi ikki, hvussu leikur
skuldi fara í hinum dystunum
kring landið.
Hjá teimum ráddi um, at
gera sín part av arbeiðinum.
Og tað gjørdu teir eisini.
Fyri steðgin gekk hetta
tó ikki alla tíðina eins væl.
Neistin var fyri tað nógva
heilt væl við, og tá teir móti
endanum av hálvleikinum
veruliga fingu ferð, tóktist
hetta vera ein strika í rokn
ingini hjá VÍF.
Fyrsta partin av seinni
hálvleiki var gongdin eisini
hin sama. Eins og dystinum
millum liðini bæði í Havn
fyrr í vetur megnaði Neistin
at fylgja við, men aftur hesa
ferð skrædnaði fullkomuliga
hjá teimum bláu móti dystar
enda.
Vestmenningar, sum hava
hópin av royndum spælarum
á liðnum, koyrdu alla tíðina
sítt spæl, og tá mistøkini
frá mótstøðuni gjørdust alt
fleiri, beyð ikki bøtur.
Við sigrinum syrgdu vest
menningarnir fyri at gera
sín part av arbeiðinum, og
sum vera man, so gjørdist
lagið ikki verri, tá teir kundu
staðfesta, at teir nú eru trý
stig undan triða plássinum.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at megnar VÍF at vinna
komandi heimadystin móti
StÍF, so hava teir vissað sær
pláss í finaluni, áðrenn teir
á seinasta leikdegi skulu
til Havnar at dystast við
Kyndil.
Hinvegin hava vestmenn
ingarnir ofta havt trupul
leikar av StÍF. Og megna
strandingarnir enn einaferð
at seta kílar í, verður spenn
ingurin heilt stórur undan
seinasta dystinum. Tá skulu
vestmenninar brádliga vinna
dystin móti Kyndli, um fin
aluplássið skal vissast, og tí
eru allar súður so langt ífrá
syftar enn. Men higar til hevur
VÍF gjørt arbeiðið til lítar.
VÍF-Neistin 31-24 (12-12):
VÍF greiddi skylduna
VÍF-Neistin 31-24 (12-12)
Málskjúttar
VÍF: Regin Joensen 7(1), Harald Bjørgvin 6, Rúni Joensen 5(2),
Agnar Joensen 4(1), Sámal Joensen 3, John Zachariassen 3,
Áki G. Olsen 2, Ingi Olsen 1
Neistin: Blagoje Buha 7(1), Áki Mørk 4, Karl Herup Olsen
3, Birgir Poulsen 3(3), Roar Dalsgarð 3, Rani Slættanes 2,
Tróndur Kragesteen 2(1)
Brotskøst: VÍF 5, Neistin 6
Útvísingar: VÍF 4, Neistin 4
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen.
FAKTA UM DYSTIN
Venjarin
var sera
nøgdur
Einki er taka seg aftur
í, at Kyndils-venjararnir
vóru framúr væl nøgdir
við tað, sum spælararnir
sýndu sunnudagin.
– Vit fáa illa sagt
annað. Ikki minst var
tað deiligt at síggja, at
spælararnir hesa ferð
høvdu tamarhald á allan
vegin. Seinastu vikurnar
hava vit í løtum spælt upp
til okkara besta, men í
einstøku dystunum hava
vit tó sveiggjað ov nógv.
Tann trupulleikan høvdu
vit ikki hesaferð, og tað
var kanska tað besta fyri
okkara viðkomandi, sigur
Birgir Hansen, sum saman
við Kára Nielsen hevur
ábyrgdina av liðnum.
Vilja hava FM í gávu
Birgir dylur heldur ikki
fyri, at bæði venjarar og
spælarar hava sett sær
fyri, at gullið skal vinnast
aftur, nú felagið heldur
50 ára føðingardag. Og
hann ivast heldur ikki í,
at hetta væl og virðiliga
kann røkkast.
– Nú hava vit fyrst dystin
móti KÍF mikudagin,
og hann er kanska tann
týdningarmesti av teimum
øllum. Tað vil í øllum
førum vera ein ordans
frammaná, um vit kiksa
í hesum dystinum, so tað
ræður um at fáa armarnar
niður.
– Men eftir tað, so hava
vit sera góðar umstøður.
Vit hava longri tíð enn
hini liðini at venja, og
tað ætla vit okkum at
gangnnýta. Millum annað
við at seta meira ferð á
konditionellu venjingina,
so spælararnir eru heilt í
toppi, tá vit vónandi skulu
spæla FM-finalurnar.
– Men fyrst og fremst,
so skulu vit altso hugsa
um KÍF. Loysa vit ta
uppgávuna, kunnu vit
byrja at hugsa um alt
møguligt annað, sigur
Birgir Hansen at enda.
-mørk
Hóast árini av álvara
nærkast teimum hálvt
hundrað, so spruttar
Kyndil av ungdómi
og spæligleði. Avrikið
sunnudagin taldist
millum tey bestu
á árinum, og við
sigrinum mest sum
vissaði Kyndil sær
pláss í finaluni
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ferð eftir ferð hevur StÍF
prógvað, at tá teir standa við
rygginum móti múrinum, eru
fá lið í landinum, sum megna
at standa teimum kurl.
Í so máta mundi teir hjá
Kyndli vita av, at talan var um
alt annað enn lætta uppgávu,
tá teir sunnudagin tóku móti
StÍF. Ein dystur, sum nærum
pr. definitión er bæði tættur
og undirhaldandi. Og hesa
ferð eisini ein dystur, sum
fyri Kyndil kundi at kalla
staðfesta finaluluttøkuna,
sum helst skal vera seinasta
punktumið í runda árinum.
Stórspæl
Størsti trupulleikin hjá
Kyndli í ár hevur ofta ver
ið stóru sveiggini í avrik
unum. Tá liðið spælir upp
til sítt besta, eru helst eingi
lið í landinum, sum standa
teimum kurl. Men hinvegin
hevur pílurin eisini peiggjað
niður eftir fleiri ferðir, við
kostnaðarmiklum stigamiss
um sum fylgju.
Sunnudagin var tó eingin
ivi. Frá fyrsta bríksli settu
kyndilsmenn seg á dystin.
Álopini skolaðu við fullari
ferð, og ikki minst eydnaðist
til fulnar at spæla tunt, áðr
enn vengrirnir endaðu álop
ini. Serstakliga lá væl fyri
at skora av vinstra veingi,
meðan Høgni Klein og
Rókur Akralíð eisini vóru
støðugar hóttanir mitt fyri.
Strandingar, sum eisini
vóru nakað skerdir, tí Alex
andur Johansen nóg illa
fekk tikið lut í dystinum,
tóktust ongan tíð av álvara
at fáa fatur í dystinum. Bæði
tí grøna verjan gjørdi sítt
arbeiði – men ikki minst,
tí Kyndil í málinum hevur
Lars Black. Ein spælari, sum
helst kandiderar til heitini
sum bæði ársins málverji og
ársins stjørnuskot. Serstak
liga var leiklutur hansara
týdningarmikil, tá StÍF móti
endanum av fyrra hálvleiki
royndi at seta ferð. Júst í mest
týðandi løtuni togaði hann
tá tvær týðandi bjargingar
fram, soleiðis at munurin
varð hildin til hálvleiks.
Sveinur ov
einsamallur
Og eftir steðgin var eingin
ivi. Kyndil skoraði fyrstu
fimm málini, og so var alt
at kalla avgjørt. Sjálvandi
kundi talan verið um okkurt
katastrofalt kollaps, sum
hevði loyvt strandingum
aftur í dystin, men Kyndil
var als ikki sinnað at geva
nakra føðingardagsgávu. Við
stabilum spæli hildu teir alla
tíðina fast, og fagnaðurin á
áskoðaraplássunum tóktist
bara vaksa fyri hvørt málið,
sum varð sent inn handan
Marian Cirloganescu.
Hjá StÍF var at kalla
bert Sveinur Justinussen,
sum royndi at muta ímóti.
Skothóttanirnar frá honum
vóru eisini støðugar, men
fleiri ferðir eydnaðist tó
sterku miðverjuni hjá Kyndli
at blokka skotroyndirnar. Og
tá hóttanir ikki komu aðra
staðni frá, megnaðu gestirnir
av álvara at hótta sigurin.
Finalurómur
Avrikið sunnudagin mest sum
bílegði Kyndli eitt pláss í FM-
finaluni. Enn er matematiska
vissan ikki til staðar, men
megna teir grønu at basa
KÍF mikudagin, so er leyst
og liðugt. Og verður hugt at
hagtølunum millum júst KÍF
og Kyndil, so er valla nøkur
orsøk at halda, at Kyndil ikki
skal vinna tann dystin.
Hjá strandingum tykist
hinvegin hálvgum svart nú.
Heilt lidnir eru teir tó ikki,
men nú krevst hjálp - frá
Kyndli. Fyrst og fremst, so
skulu strandingarnir hugsa
um at vinna sínar dystir, sum
eru móti VÍF og H71. Enda
hesir við sigri, so er treytin
hartil hjá strandingum, at
Kyndil vinnur seinasta dystin í
endaspælinum. Tann dysturin
er á heimavølli móti VÍF.
Kyndil-StÍF 29-22 (13-9):
Kyndil í føðingardagshýri
Marius Joensen spælir í ár við Kyndli, og hann var ein av motorunum, sum syrgdu fyri trygga
sigrinum á fyrrverandi liðfeløgum hansara
Mynd: Álvur
Kyndil-StÍF 29-22 (13-9)
Málskjúttar
Kyndil: Høgni Klein 9(3), Rókur Akralíð 6, Hans Áki Dal-
Christiansen 6(3), Janus Einar Sørensen 3(1), Josef Abrahamsen
2, Hjalti M. Jacobsen 2, Ragnar Stakksund 1
StÍF: Sveinur Justinussen 7, Leivur Justinussen 4(2), Bárður
Danielsen 4, Artur Johansen 3(1), Borgar Danielsen 3, BEnt
Djurhuus 1
Brotskøst: Kyndil 8, StÍF 5
Útvísingar: Kyndil 2, StÍF 1
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen. Einstøk
mistøk, men høvdu sum heild gott tak á
FAKTA UM DYSTIN