mánadagur 6. mars 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 46 - 6. mars 2006
Kyndil-fløga
ávegis
Hondbóltsfelagið Kyndil
verður 50 ár í næstum, og
sum vera man, so verður
nógv gjørt burtur úr degn
um. Umframt veitslu, bóka
útgávu og annað, er eisini
ein fløga ávegis. Á móttøku
í Müllers pakkhúsi 10. mars
er ætlanin at spæla fløguna
alment fyri fyrstu ferð, men
í leikskránni til seinasta
heimadyst varð boðað frá,
at tey kviku kunnu ogna sær
fløguna undan hesum. Hetta
tí tey fyrstu 100, sum rinda
100 kr. á bankakonto hjá
felagnum, fáa fløguna fyri
hendan prísin, heldur enn
tær 169, sum verða galdandi
fyri øll onnur.
-mørk
Byrial vann
á AGF
AC Horsens vann um viku
skiftið seinasta venjingar
dystin, áðrenn superligan
byrjar aftur. Dysturin var
ímóti AGF, og úrslitið var
2-1 til AC Horsens. AGF
hevði leikliga yvirvág í
dystinum, og seint í dyst
inum, tá ið støðan var 1-
1, brendi AGF brotsspark.
Dysturin endaði tí við, at
Johan Byrial Hansen og
hinir í AC Horsens stjólu
sigurin við einum máli
seint í dystinum.
Claus var
ikki við
Føroyski landsliðsspælarin
Claus Bech Jørgensen
var ikki við á liðnum hjá
Coventry, sum spældi
landskappingardyst ímóti
Southampton leygardagin.
Tvey mál komu í dystinum,
og tey komu bæði seinastu
løtuna. Fyrst var tað Sout
hampton, sum legði seg á
odda, men tveir minuttir
fyri leiklut fekk Coventry
brotsspark, og tað skoraðu
teir uppá.
Atli nær við
at skora
Danska 1. deildarliðið
Fem spældi um vikuskiftið
venjingardyst í Landskrona,
og t-veir føroyskir spælarar
vóru á vøllinum. Bæði Jónas
Tór Næss og Atli Gregersen
byrjaðu dystin í verjuni hjá
Frem, og heimasíðan hjá
Frem skrivar, at verjan stóð
stinn, meðan álopsspælið hjá
liðnum var meira svikaligt.
Atli Gregersen var um reppið
at skora seint í dystinum, tá ið
hann stútaði eitt hornaspark
ímóti málinum. Á sjálvari
málstrikuni bjargaði ein
útispælari, og tí endaði tað
við, at Landskrona vann
dystin 1-0.
Menninir hjá Fleyr og
kvinnurnar hjá Drátti
standa við gullinum
í hondini, men tey
kunnu ikki lyfta
hendurnar upp um
høvd, fyrr enn eftir
næstu dystirnar. Eitt
lítið fet skal takast
afturat, áðrenn allur
teortiskur ivi um FM-
heitið er av vegnum
Flogbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nú er bert ein evarska
lítil teoretiskur møguleiki
fyri, at onnur lið enn
Fleyr og Dráttur kunnu
vinna
meistaradeildina
hjá ávíkavist monnum og
kvinnum.
Oddaliðini vunnu um viku
skiftið sínar dystir púra trygt,
og harvið tryggjaðu tey sær
mest sum eisini FM-heitið.
Men tað er eitt lítið men
– av teoretiskum slag.
Mjølnir hjá monnum og TB
hjá kvinnum hava framvegis
ein lítlan møguleika at fáa
oddaliðini aftur, men tann
møguleikin er so lítil, at
hann tykist óveruligur und
an seinastu tveimum dyst
unum.
Fleyr setti seg
á trúnuna
Menninir hjá Fleyr spældu
um vikuskiftið ímóti SÍ, og
fyri Fleyr var tað umráðandi,
at liðið vann dystin, ella
vildi seinasti dysturin ímóti
Mjølnir í Klaksvík gerast
avgerandi fyri teir.
Og Fleyr loysti sína upp
gávu til fulnar, tí teir vunnu
dystin á SÍ 3-0.
Fyrsta settið vann fleyr
2-5-20, men í øðrum setti
skuldu teir veruliga stríðast
fyri at vinna. SÍ royndi alt,
teir kundu, men at enda
máttu teir lúta, og Fleyr vann
settið 30-28. Hetta tóktist
gera enda á SÍ, tí triðja settið
vann Fleyr 25-19.
Fleyr er nú fýra stig
frammanfyri Mjølnir, og
tveir dystir eru eftir at
spæla. Mikukvøldið skal
Fleyr spæla ímóti Nøvuni,
sum einki sett hevur vunnið
í kappingin higartil. Tað
verður ein sensatión av
teimum stóru, um Fleyr ikki
vinnur tann dystin.
Tá ið teir hava vunnið
dystin, kunnu teir endaliga
kalla seg føroyameistarar,
tí tá er seinasti dysturin
ímóti Mjølnir uttan t‡dning
í stríðnum um gullið.
Dráttur trygt á veg
Hjá kvinnunum tók Dráttur
eitt stórt fet ímóti gullinum,
tá ið tær um vikuskiftið
vunnu 3-0 á SÍ.
Øll trý settini endaðu við
úrslitinum 25-19 til Drátt, og
talan var tí um ein tryggan
sigur til liðið úr Vágum.
Dráttur er fýra stig
frammanfyri TB áðrenn
seinastu tveir dystirnar, og
harafturat hevur Dráttur
nógv betri settmun. Tað skal
tí nakað heilt serligt til, um
Dráttur skal snáva nú.
Næsti dysturin hjá Drátti
er ímóti júst TB, og tá er
kravið til TB, at tær skulu
vinna 3-0. Gera tær tað, so
hevur Dráttur framvegis
ein møguleika, tí í seinasta
umfarinum spælir Dráttur
ímóti botnliðnum Mjølnir.
Fleyr og Dráttur standa
til at vinna FM-heitini
Meistaradeild kvinnur
KÍF-ÍF 0-3
Dráttur-SÍ 3-0 (25-19, 25-19, 25-19)
TB-Mjølnir 3-0 (25-14, 25-19, 25-21)
Støðan
D
V-T
Sett
Stig
1. Dráttur
18
16-2
51-22
22
2. TB
18
11-7
40-24
18
3. ÍF
18
10-8
40-31
14
4. SÍ
18
10-8
37-34
13
5. KÍF
18
4-14
20-47
7
6. Mjølnir
18
3-15
18-48
4
Meistaradeild menn
Nøvan-ÍF 0-3 (20-25, 17-25, 9-25)
Fleyr-SÍ 3-0 (25-20, 30-28, 25-19)
Støðan
D
V-T
Sett
Stig
1. Fleyr
14
12-2
38-15
17
2. Mjølnir
14
9-5
33-17
14
3. SÍ
14
8-6
30-23
10
4. ÍF
14
6-8
24-28
9
5. Nøvan
14
0-14
0-42
0
Fleyr vann dystin ímóti SÍ við 3-0, og nú er havnaliðið aftur á flogbóltstrúnuni í Føroyum
Myndir: Álvur Haraldsen
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 Dráttur
18
16 - 2
51
22
29
22
2 TB
18
11 - 7
40
24
16
18
3 ÍF
18
10 - 8
40
31
9
14
4 SÍ
18
10 - 8
37
34
3
13
5 KÍF
18
4 - 14
20
47
-27
7
6 Mjølnir
18
3 - 15
18
48
-30
4
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 Fleyr
14
12 - 2
38
15
23
17
2 Mjølnir
14
9 - 5
33
17
16
14
3 SÍ
14
8 - 6
30
23
7
10
4 ÍF
14
6 - 8
24
28
-4
9
5 Nøvan
14
0 - 14
0
42
-42
0
Ein lítil møguleiki er fyri, at Fleyr kann snáva, men so skal
ársins størsta sensatión henda, tí Fleyr skal tapa ímóti Nøvuni,
sum einki sett hevur vunnið í kappingini í vetur