mánadagur 6. mars 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 6. mars 2006
27
Eftir at hava ligið
í dvala í fleiri ár er
Tottenham Hotspur
aftur farið at blanda
seg við teimum
fremstu. Tottenham
liggur í løtuni væl
fyri at vinna sær
sæti í Champions
League fyri fyrstu
ferð nakrantíð,
men ringasti
kappingarneytin
Arsenal liggur beint í
hølunum
Premier League
Stefan í Skorini
Ein sovandi risi í enskum
fótbólti er farin at rakna við
aftur. Fyri 10-15 árum síðani
varð tosað um “fýra tey
stóru”, ið sipaði til fýra tey
størstu feløgini í Onglandi.
Hesi vóru Manchester
United, Liverpool, Arsenal
og Tott enham.
Síðani er nógv vatn runnið
í ánna, og Tott enham hevur
seinastu mongu árini ikki
verið at rokna millum tey
stóru feløgini í Onglandi.
Men nú bendir okkurt á,
at hett a er við at broytast.
Tott enham er nevniliga fyri
fyrstu ferð í longri tíð farið
at blanda seg í kappingina
um tey lukrativu plássini í
Champions League.
Og sum landið liggur í
løtuni kann framgongdin
hjá Tott enham raka Arsenal
meint. Tað ger sjálvsagt bert
gleðina størri á White Hart
Lane, um høvi samstundis
er at eyðmýkja Arsenal.
Tott enham liggur í løtuni
fimm stig frammanfyri
Arsenal, og tíggju dystir
eru eftir at leika. Arvafígg
indarnir møtast á triðseinasta
leikdegi á Highbury, og tað
kann væl gerast ein altav
gerandi lagnudystur.
Jol vendi gongdini
Hóast Tott enham hevur
klárað seg ómetaliga illa í
steypakappingunum, hava
avrikini í landskappingini
verið framúr góð, og tað
hevur við sær, at Tott enham
nú er við, har sum tað er
stutt ligt at vera - nevniliga
við í kappingini um plássini
í Champions League.
Tað var ikki nógv, ið bendi
á, at Tott enham skuldi vera
millum oddafiskarnar í ár,
tá liðið í september tapti
1-0 fyri aðrudeildarliðnum
Grimsby í Carling Cup, men
hesir spádómarnir hava verið
gjørdir til skammar.
Seinastu árini hevur Tott
enham borið heitið “bleyt
millumvøra”, og um hugt
verður at stigatalvunum
verður hett a uppáhald eisini
prógvað.
Men í ár er liðið mestsum
hamskift, og við róðrið
stendur hollendingurin Mart
in Jol, ið tók við starvinum í
november 2004.
Evropeiskur bygnaður
Á sumri í 2004 valdu nýggju
eigararnir at broyta bygnaðin
í felagnum, so at tað fór at
virka eftir kontinentalum
leisti. Danin Frank Arnesen
kom úr PSV Eindhoven, og
hann skuldi sum ítrótt arstjóri
taka sær av keypi og sølu
av leikarum. Fransmaðurin
Jaques Santini gjørdist høv
uðsvenjari, og at hjálpa sær
hevði hann hollendingin
Martin Jol.
At taka sær av kropsligu
venjingini sett i nýggja
leiðslan tveir venjarar, ið
áður høvdu verið knýtt ir
at tí bretska OL-hópinum
í frælsum ítrótt i. Nýggju
eigararnir kollveltu snøgt
sagt felagið frá botni, og
tað hevur eftir øllum at døma
givið bonus.
Síðani eru bæði Frank
Arnesen og Jaques Santini
farnir úr felagnum, men
kollveltingin hevur jú tað
við at eta síni egnu børn.
Arnesen varð lokkaður av
teimum mongu milliónunum
í Chelsea, og Santini fekk
durafjórðingin vegna vant
andi úrslit.
Endin var, at Martin Jol
tók við sum høvuðsvenjari,
og hann hevur megnað at
vent gondini í felagnum, ið
annars hevur havt ilt við at
fóta sær seinastu árini. Við
Martin Jol í venjarasessinum
var Tott enham við í kapp
ingini um evropeisk pláss til
seinasta leikdag, men tap fyri
Middlesbrough sendi Spurs
niður á eitt níggjunda pláss,
ið var eitt stórt vónbrot.
Eitt sterkt lið
Martin Jol hevur megnað
at bygt eitt sterkt lið upp
við fleiri ungum leikarum,
og Tott enham hevur harum
framt fleiri leikarar á enska
landsliðnum.
Í álopinum hevur Mido
úr Egyptalandi verið serliga
vandamikil, og hann er eisini
toppskjútt i hjá Tott enham
við tíggju málum í lands
kappingini. Við sína lið
hevur hann Robbie Keane,
ið hevur fingið átt a mál, og
hann hevur eisini júst longt
sátt málan við felagið.
Í álopinum hevur Jol ein
positivan trupulleika, tí Jer
main Defoe hevur sitið nógv
á bonkinum í ár, hóast hann
eins og Keane hevur fingið
átt a mál.
Á miðvøllinum hevur
Jol fingið ein góðan fong í
veteraninum Edgar Davids,
ið kom úr Juventus. Davids
hevur givið Tott enham nakað
av tyngt á miðvøllinum, og
hann hevur eisini fingið flest
gul kort í Premier League
í ár.
Tott enham hevur eisini
aðrar sterkar miðvallarar
so sum Jermain Jenas og
Michael Carrick, ið báðir
eru ungir leikarar.
Í aftastu ketuni hevur
Ledley King veruliga tik
ið ábyrgd saman við tí
unga Micheal Dawson og
suðurkoreanaranum Young-
Pyo Lee.
Málverjin Paul Robinson
kom úr Leeds, og hann hevur
eisini spælt seg til eitt fast
pláss á enska landsliðnum.
Eingin ivi er um, at Tott en
ham hevur ment seg við
risastórum fetum seinasta
árið, men spurningurin
er, um hópurin megnar at
varðveita stríðsandan til
seinasta leikdag. Enn eru
tíggju dystir eftir, og Arsenal
er beint í hølunum.
Tottenham blandar seg aftur í oddin
Úrslit, Premier League
Leygardagin
WBA-Chelsea
1-2
Aston Villa-Portsmouth
1-0
Newcastle-Bolton
3-1
Fulham-Arsenal
0-4
West Ham-Everton
2-2
Middlesbrough-Birmingham
1-0
Liverpool-Charlton
0-0
Sunnudagin
Manchester City-Sudnerland
2-1
Tott enham-Blackburn
3-2
Mánadagin
Wigan-Manchester Utd
Enska Premier League
v
t
d
v - j - t mál
mál
+/-
stig
1 Chelsea
28
23 - 3 - 2
56
17
39
72
2 Liverpool
28
16 - 7 - 5
33
17
16
55
3 Man. Utd.
26
16 - 6 - 4
52
27
25
54
4 Tott enham
28
13 - 10 - 5
40
26
14
49
5 Arsenal
28
13 - 5 - 10
43
22
21
44
6 Blackburn
28
13 - 4 - 11
36
34
2
43
7 Bolton
26
11 - 9 - 6
33
27
6
42
8 West Ham
27
12 - 6 - 9
41
36
5
42
9 Man. City
28
12 - 4 - 12
38
32
6
40
10 Wigan
27
12 - 4 - 11
32
34
-2
40
11 Newcastle 28
11 - 6 - 11
29
3 0
-1
39
12 Everton
28
11 - 4 - 13 21
36
-15
37
13 Charlton
28
10 - 6 - 12
32
37
-5
36
14 Aston Villa 28
8 - 10 - 10
33
35
-2
34
15 Middlesbr. 27
9 - 7 - 11
36
44
-8
34
16 Fulham
28
9 - 5 - 14
37
43
-6
32
17 WBA
28
7 - 5 - 16
25
42
-17
26
18 Birmingh. 27
6 - 5 - 16
22
38
-16
23
19 Portsmouth 28
4 - 6 - 18
18
48
-30
18
20 Sunderland 28
2 - 4 - 22
19
51
-32
10
Føroyskir leikarar: Ingi Højsted (Birmingham)
Enska League Championship
v
t
d
v - j - t mál
mál
+/-
stig
1 Reading
37
27 - 8 - 2
80
24
56
89
2 Sheff Utd.
37
22 - 9 - 6
64
37
27
75
3 Leeds
36
20 - 9 - 7
51
29
22
69
4 Watford
37
19 - 11 - 7
67
43
24
68
5 Crystal Pal. 36
17 - 9 - 10
53
36
17
60
6 Preston
34
13 - 16 - 5
45
25
20
55
7 Cardiff
37
15 - 10 - 12
51
43
8
55
8 Wolverhamp. 36
13 - 15 - 8
40
30
10
54
9 Ipswich
36
13 - 11 - 12
42
48
-6
50
10 Norwich
37
14 - 7 - 16
45
52
-7
49
11 Luton
37
14 - 6 - 17
56
58
-2
48
12 Coventry
37
12 - 12 - 13
49
54
-5
48
13 Plymouth 36
11 - 13 - 12
33
39
-6
46
14 QPR
36
12 - 10 - 14
41
50
-9
46
15 Burnley
36
12 - 7 - 17
41
47
-6
43
16 Stoke
35
13 - 4 - 18
38
50
-12
43
17 Southampt. 36
8 - 17 - 11
34
37
-3
41
18 Leicester
37
9 - 13 - 15
41
50
-9
40
19 Derby
37
7 - 18 - 12
45
54
-9
39
20 Hull
37
9 - 11 - 17
41
49
-8
38
21 Sheff Wed 37
8 - 10 - 19
27
47
-20
34
22 Millwall
37
6 - 14 - 17
28
50
-22
32
23 Brighton
37
5 - 14 - 18
32
58
-26
29
24 Crewe
36
5 - 12 - 19
41
75
-34
27
Føroyskir leikarar: Claus Bech Jørgensen (Coventry)
Robbie Keane og Tottenham haa verið flúgvandi í ár. Bóltandi jubel-scenurnar hjá írska
framherjanum hava verið gerandiskostur á White Hart Lane, og við at leingja sáttmálan hevur
Keana økt enn meira um popularitetin millum áskoðararnar
Mynd: Reuters