mánadagur 6. mars 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 46 - 6. mars 2006
VB vann týdningar
leysa heimadystin
á Stjørnuni, men
sálarligi týdningurin
av sigrinum kann
neyvan undirmetast
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast dysturin í Vági byrjaði
hálvan tíma áðrenn tann
í Havn, so mundu hvørki
VB ella Stjørnan ivast í,
at Neistin skuldi fara við
sigrinum í høvuðsstaðnum.
Tað gjørdi í veruleikanum,
at dysturin í Vági var
týdningarleysur, tí líkamikið,
hvussu úrslitið skuldi laga
seg, so skulu liðini hittast
aftur, tá hálvfinalurnar koma
á skránna.
Ikki treytaleyst
Í hesum ljósinum hevði
Stjørnan valt at spara nakað
upp á fólkið. Fyrst og
fremst, so ráddi um ikki at
fáa nakrar óneyðugar skaðar
ella keðilig leikbann, og so
kom sjálvur dysturin í aðru
røð at kalla. Ikki soleiðis, at
Stjørnan ikki ynskti at vinna
dystin, men hetta skuldi
altso ikki gerast fyri ein og
hvønn prís.
Fyrstu løtuna gekk annars
javnt á, men um miðjan fyrra
hálvleik kom verulig gongd
á VB. Seks ferðir á rað sat
bólturin í Stjørnu-málinum,
og tað var ein munur, sum
Stjørnan ongan tíð vann
aftur. VB hevur annars fleiri
ferðir sýnt troyttleikatekin
móti endanum av hvørjum
hálvleiki, men hesa ferð vóru
tey tó ikki so sjónlig, sum
tey onkra tíð hava verið.
Hálvfinalurnar
Spurningurin er so, hvussu
leikur fer, tá liðini aftur hitt
ast í hálvfinalunum. Í øllum
førum man sálarliga lyfti
hjá VB hava verið ikki heilt
einki. Eitt lyft, sum eisini var
harðliga tiltrongt, nú úrslitini
als ikki hava verið eftir vild
seinastu dystirnar.
Tað kann geva teimum
trúnna uppá, at finalan kann
røkkast, hóast Stjørnan á
pappírinum framvegis má
sigast at eiga sterkasta liðið
í landinum.
Samstundis er tað eisini
spurningurin,hvørt stríðs
viljin hjá Stjørnuni er nóg
stórur, nú avgerandi dystirnir
standa fyri framman. Av
seinatu fýra dystunum
eru tríggir taptir. Og tó at
boðini eru, at spælarar og
venjari nú taka tað róligt,
so kann hetta skjótt gerast
ein følsk sannføring um,
at eingin vandi er á ferð.
Ásanna spælararnir ikki
tann vandan, kann skjótt
henda seg, at hálvfinalurnar
verða endastøðin hjá Stjørn
uni, og tað var so ikki tað,
sum ætlanin var ndan kapp
ingarárinum.
VB-Stjørnan 28-23 (15-10):
Stjørnan fall í Vági
Neistin vissaði sær
oddasessin í enda
spælinum, tá tær
vunnu tryggan sigur á
grannunum úr Kyndli
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Neistin hevur at kalla
verið flúgvandi síðani á
nýggjárinum. Fyrsta dystin,
sum var á heimavølli móti
Stjørnuni, taptu tær, men
síðani hevur talan bara verið
um sigrar. Millum annað
tvær ferðir móti ávíkavist
Stjørnuni og VB.
Manuela sum lykil
Sunnudagin spældu tær so
fyri at halda fast um odda
sessin í endaspælinum, og
eisini tann uppgávan varð
loyst til fulnar.
Fyrstu góðu løtuna var tó
einki, sum bendi á nakran
stórsigur. Tvørturímóti, so
hevði Kyndil sera góðan
hug at halda væl fast í odda
liðnum, sum hevði trupult við
at fáa samanhang í spælið.
Ein lítil løta kring miðan
fyrra hálvleik tóktist tó at
avgera tað heila. Frá at vera
aftan fyri 4-6, leyp Neistin
innan góðar tveir minuttir upp
á 8-6 við fýra skjótálopum á
rað, og so fekk Kyndil ongan
tíð samband aftur.
Sum ikki einaferð, so var
tað Manuela Stan Jensen,
sum var upphavið til mongu
mótálopini hjá Neistanum.
Við neyvu útkøstum sínum
megnaði hon ferð eftir ferð at
finna leysar viðspælarar, og
tá Kristina Griksaite royndi
at koma langt út fyri at forða
hesum, kastaðu Manu bara
beina leið í kassan.
Soleiðis var mesti ivin
beindur burtur longu undan
steðginum. Seinna hálvleik
var spurningurin bara, hvussu
stórur sigurin skuldi verða.
Ein støða, sum ikki gjørdist
frægari hjá Kyndli, tá Jórun
Ludvík noyddist av vøllinum,
eftir at hon og Nicoleta rendu
saman.
Finaluklárar
Umframt at staðfesta odda
sessin í endaspælinum, fekk
Neistin eisini trygd fyri, at
tær báðar hálvfinalurnar
eisini verða móti Kyndli.
Tað líkist eini støðu, har
tær bláu kunnu vera púrasta
vísar í einum finaluplássi. Tí
hóast Kyndil til tíðir hevur
argað Neistan í ár, so eru tað
við at vera nøkur ár síðani,
at tær seinast hava vunnið í
landskappingardysti. Og við
formkurvuni hjá Neistanum
í huga, tykist hendan støðan
ikki at broytast soleiðis uttan
víðari.
Neistin-Kyndil 29-17 (14-8):
Stórsigur í grannauppgerðini
Tá tær bláu fingu verju- og málmansspæl at rigga, fekk Kyndil
ikki gjørt stórt meira
Mynd: Álvur
VB vann ein tryggan sigur
á Stjørnuni, sum nú hevur
tapt tríggjar av fýra teimum
seinastu dystunum
Mynd: Áki
VB-Stjørnan 28-23 (15-10)
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 7, Gurið Mortensen 7, Mariza
Zilko 5(1), Svava Vestergaard 3, Monika Samuelsen 2,
Margreth Augustinussen 2, Sára Samuelsen 1, Jóna
Thorsteinsson 1
Stjørnan: Alina Olaru 9(2), Durita Christophersen 5,
Anna Kristina Samson 3, Una Olsen 2(1), Edith Hansen
2, Joan Midjord Djordjevic 1, Katarina Stepanoc 1
Brotskøst: VB 3, Stjørnan 7
Útvísingar: VB 2, Stjørnan 4
Dómarar: Kristian Johasnsen & Sámal Paulason
FAKTA UM DYSTIN
Neistin-Kyndil 29-17 (14-8)
Málskjúttar
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 12(2), Ása á Neystabø 5,
Mildrið Jacobsen 4, Katrin á Neystabø 2, Kára á Dunga
2, Gunnvá Brockie 1, Rakul Augustinussen 1(1)
Kyndil: Lina Adriulyte 9(4), Jórun S. Ludvík 2, Linda
Weihe 1, Anja Heinadóttir 1, Ronja M. Mikkelsen 1,
Hildur Høghamar 1, Randi S. Wardum 1
Brotskøst: Neistin 6, Kyndil 5
Útvísingar: Neistin 1, Kyndil 3
Dómarar: Hallur Danielsen & Dánjal Samuelsen. Í einum
til tíðir rótutum dysti vóru teir ikki altíð heilt vaknir.
FAKTA UM DYSTIN
FM-bólkurin
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 Neistin
6
5 - 0 - 1
150
118
32
10
2 Stjørnan
6
3 - 0 - 3
147
134
13
6
3 VB
6
3 - 0 - 3
133
146 -13
6
4 Kyndil
6
1 - 0 - 5
116
148 -32
2
Sunset-kappingin - Niðari bólkurin
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 StÍF
6
5 - 0 - 1
147
118
29
10
2 Søljan
6
4 - 0 - 2
133
122
11
8
3 Tjaldur
6
2 - 0 - 4
135
151 -16
4
4 VÍF
6
1 - 0 - 5
123
147 -24
2
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 Kyndil
8
5 - 1 - 2
484
422
62
19
2 VÍF
8
6 - 1 - 1
496
464
32
19
3 H71
8
4 - 0 - 4
473
420
53
16
4 StÍF
8
5 - 0 - 3
452
448
4
16
5 KÍF
8
3 - 0 - 5
441
476 -35
8
6 Neistin
8
0 - 0 - 8
455
571 -116
1