mánadagur 6. mars 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 6. mars 2006
29
Undir Almanna- og Heilsumálaráðnum og stovnum undir tí, við tænastu fyribils í
eini verkætlan undir Heimarøktini og Serforsorgini, Serstovnadeildini verður søkt
eftir pedagogi til setan 01.04.2006, ella eftir nærri avtalu.
Talan er um fulltíðarstarv, og arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og
vikuskiftisarbeiði.
Starvið
Talan er um eina verkætlan, har ein persónur fyrst í 20’unum, sum hevur autismu,
skal flyta heimanífrá, og læra at skipa sín gerandisdag í egnari íbúð og við føstum
arbeiði so sjálvstøðugt sum gjørligt. Í verkætlanini koma ætlandi at starvast 4 fólk
í einum toymi.
Tín uppgáva verður, umframt at virkað sum stuðul í gerandisdegnum, at
verða kontaktpersónur í verkætlanini. Hetta inniber, at tú verður bindiliðið í
samskiftinum ímillum starvsfólkini í toyminum, og í samskiftinum ímillum toymi,
avvarðarandi, leiðslu og brúkaran.
Talan er ikki um eitt leiðarastarv. Toymið skal í felag leggja til rættis og
skipað gerandisdagin bæði praktiskt og fakliga. Øll størvini í verkætlanini
vera tó bygnaðarliga skipað undir eini av verandi stovnsleiðslum undir
Serstovnadeildini.
Førleikakrøv
Tú skalt hava útbúgving sum pedagogur ella aðra líknandi útbúgving, sum bæði
verkliga og ástøðiliga er minst á hædd við hesa. Ynskiligt er at tú hevur ávísa
servitan um autismu, men hetta er ikki nakað krav.
Tú mást vera sálarliga væl fyri og kunna taka eina professionella støðu og halda
fast við hesa. Tú mást hava góð eygleiðingarevnir, og duga væl at skipa og brúka
tínar eygleiðingar í sambandi við menning av tilboðnum. Tú mást duga væl at
samskifta og hava evni til at motivera fólk uttan um teg.
Annars vænta vit at tú ert sinnað/ur støðugt at luttaka í relevantari eftirútbúgving,
og annars hevur áhuga í støðugt at dagføra tína fakligheit, so hon allatíðina
samsvarar við nýggjastu vitanina innan økið. Vit bjóða í hesum sambandi fakliga
supervisión og fakliga ráðgeving viðvíkjandi autismu.
Løn- og setanartreytir:
Starvið er tænastumannastarv, sett sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag
og Fíggjarmálaráðið á lønarstigi 24, 25, 27, 28 og 30 til 33.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóanes N. Dalsgaard,
deildarleiðara á tlf. 304020
Umsókn:
Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og C.V. skulu sendast til:
Heimarøktin og Serforsorgin
Serstovnadeildin
Eirargarður 2, 2. hædd
FO 100 Tórshavn
Umsóknarfreistin er mikudagin 15.03.2006.
Heimarøktin og Serforsorgin
Serstovnadeildin
Pedagogur
Kontaktpersónur
Handilslærlingur
Søkt verður eftir handilslærlingi til HVS-handilin
Hiti at byrja tann 20. mars 2006.
Vit kunnu bjóða:
Eitt spennandi starv, har viðkomandi kemur at
royna seg innan vørukeyp, ger av tilboðum og
sum heild vera ein partur av arbeiðinum at halda
handilshølini snotulig. Gjøgnum lærutíðina kemur
lærlingurin at nema sær eina breiða vitan um
ventilatión, hitaanlegg og sanitet.
Uppgávurnar fevna um:
• Avgreiðslu av kundum
• Røkt av handlinum
• Bílegging av vøru
• Annað fyrifallandi arbeiði
Førleikakrøv
Lokið FHS- ella HH-prógv.
Umsókn við viðkomandi upplýsingum skal sendast
til:
Sp/f Hiti
Stoffalág 33
Postsmoga 3285
110 Tórshavn
Umsóknin eigur at vera okkum í hendi í seinasta
lagi 10. mars 2006.
Meira fæst at vita við at tosa við Áka Mortensen á
tlf. 315008.
Hiti er ein nýggj HVS-fyritøka, sum lat upp tann 4. mai 2005. Í dag
starvast 6 fólk á fyritøkuni.
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2732,
Sp/f SPEKT, statsaut.
revisorar, 100 Tórshavn.
Stjórn: Farin frá sum stjóri:
Súni Schwartz Jacobsen,
Norðstíggjur 12, 160 Argir
Skráseting Føroya
tann 03. mars 2006
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3061,
Sp/f 75, 100 Tórshavn.
Stjórn: Farin frá sum stjóri:
Ingun Ósk Eiriksdóttir,
Klokkaragøta 10, 100
Tórshavn
Skráseting Føroya
tann 03. mars 2006
Kristin Balle
_______________________