sunnudagur 5. mars 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 47 - 7. mars 2006
Hóast føroyskur
tónleikur ikki er so
væl umboðaður á
15 teimum bestu
hesa vikuna, so er
eitt føroyskt lag,
ið eingin klárar at
syfta, 3. viku á rað
liggur Learn To Ride
On Waves ovast
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Aftur hesa vikuna liggur lag
ið Learn To Ride On Waves
á ovastu rók á 15 teimum
bestu, hetta er triðja vikan
á rað, at frálíka rokklagið
hjá Høgn Lisberg liggur
ovast á einasta almenna
føroyska hitlistanum.
Lagið hevði verið 9 vikur
innið á listanum áðrenn tað
kom á ovastu rók, og við
12 vikum innið í hitanum
eru einans 3 vikur til lagið
verður koyrt av listanum. 15
vikureglan er ikki altíð so
mjúk við tónleik, ið krevur
meira enn eina lurting fyri
at gerast fólkaogn. Hetta
er synd, tí dygdirnar hjá
Learn To Ride On Waves
halda munandi longri enn
tríggjar vikur afturat.
Hesa vikuna er tað fyrr
verandi nummar eittarin, ið
er tættasti avbjóðarin hjá
Høgna, nevniliga Goodbye
My Lover hjá James Blunt.
Robbie Williams tryggjar
at ungir penir solistar eiga
topp 3 á listanum.
Føroyskur tónleikur er
ikki serliga væl umboðaður
á 15 teimum bestu fyri tíð
ina. Umframt Learn To
Ride On Waves, ið liggur
ovast, er næsta føroyska
lagið á listanum hesa vik
una Fremmandur á 8.
plássi. Hetta lag eigur Petur
Pólson av fløguni Koma.
Poppkorn og lagið
Droymi Mitt Um Dagin
liggur beint aftan fyri
Fremmandur á 9. plássi
Men eisini í eykaløgunum
er eitt føroyskt lag, her
er talan um fyrsta lagið á
nýggju Makrel fløguni, ið
kom út í dag, Filthy Tongue.
Síðsta lag Makrel høvdu á
listanum gjørdist ein sonn
landaplága, tað var Forever
and Beyond.
Learn To Ride On Hitlists
15 tær bestu
1 Høgni Lisberg
Learn To Ride On Waves
2 James Blunt
Goodbye My Lover
3 Robbie Williams
Advertising Space
4 Kent
Dom som försvann
5 Kelly Clarkson
Because Of You
6 Pink
Stupid Girls
7 Madonna
Sorry
8 Petur Pólson
Fremmandur
9 Poppkorn
Droymi Mitt Um Dagin
10 The Black Eyed Peas
My Humps
11 Mew
Special
12 Chris Brown
Run It
13 The Pussycat Dolls
Beep
14 The Black Eyed Peas
Pump It
15 Bryan Rice
No Promises
Eykaløg
Maria Mena
Just Hold Me
Daddy Yankee
Rompe
UFO Yepha
Op Med Håret
Fall Out Boy
Sugar We’re Going
Makrel
Filthy Tongue
FAKTA
Størsta og best
umtókta bátastevnan
í Føroyum verður á
fimta sinni hildin í
Vestmanna í summar
Bátastevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leygardagin 20. mai verður
árliga bátastevnan hildin í
Vestmanna.
Vestmenningar eru sann
førdir um, at hetta er hin
besta og størsta stevnan av
slíkum slagi í Føroyum, har
bátar og smærri før úr øll
um Føroyum seta stevnu í
Vestmanna.
– Hetta er 5. árið á rað, at
bátastevnan verður hildin í
Vestmanna, og tiltakið hevur
verið ógvuliga væl umtókt.
Undanfarin ár hava upp í 200
bátar úr øllum landinum sett
stevnu í Vestmanna.
Í Vestmanna er hugnalig
samvera, meðan bátarnir
liggja, har tónleikur og
sangur runga á kaiøkinum
til langt út á kvøldið.
– Menn og kvinnur ganga
borð um borð til hugna,
og reyp og sangur eru
eitt sereyðkenni fyri báta
stevnuna í Vestmanna, sum
tikið verður til.
Umframt
bátsfólki,
hava undanfarin ár eisini
fólk við kampingvognum,
motorsúklum og fólk á hest
baki vitjað stevnuna. Síð
an eru tað øll tey mongu,
sum koyra sær ein túr til
Vestmanna at verða við í
hesum hugna saman við báts
fólki og øðrum, bygdarfólki
og gestum.
Tey luttakandi á bátastevn
uni fáa suppu og annað, og
um kvøldið verður skipað
fyri stórum bátastevnudansi
í Ítróttarhøllini.
Ætlanin er eisini at skipa
fyri fleiri tiltøkum á havna
lagnum og í Ítróttarhøllini.
– Talan verður um tiltøk,
bæði fyri vaksin og børn,
siga tey í Vestmanna.
Hóskvøldið 9. mars
kl. 20.00, verður
afturvendandi
”Várkonsertin”,
ið er samstarv
millum Felagid
Føroysk Tónaskøld
og Aldubáruna í
Listasavninum í Havn
Konsert
tíðindaskriv
Tónaskøldini, ið fáa verk
framførd á hesi konsertini
eru:
Tróndur Bogason, Atli
Petersen, Kári Bæk, Pauli
Hansen og Sunleif Rasmus
sen.
Samstarvið millum Aldu
báruna og Føroysku Tóna
skaldini hevur mong ár á
baki, og er hetta ein sera
týdningarmikil táttur í før
oyska tónleikalívinum, har
íðkandi og skapandi lista
fólk innan tónlist, hittast og
samstarvast.
Tónleikararnir í Aldu
báruni eru hesuferð: Anna
E. Klett, klarinett, Andrea
Heindriksdóttir,
floyta,
Sámal Petersen, violin og
Jóhannes Andreasen, klav
er.
Í samband við konsertina,
fara tónaskøld og tónleikarar,
at greiða frá um tónleikin.
Várkonsertin 2006
Vestmenningar bjóða
aftur til bátastevnu
Framførslan hjá Aldubáruni verður hóskvøldið klokkan 20
Høgni Lisberg heldur framvegis oddasessinum við lagnum,
Learn to Ride on Waves
Aftur í ár verður skipað fyri bátastevnu í Vestmanna. Hetta er 5. árið á rað, at bátar úr øllum landinum seta stevnu í Vestmanna
– og í ár verður stevnan 20. mai