sunnudagur 5. mars 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 7. mars 2006
UTTAN ÚR HEIMI
Tað gongur sum eftir ánni
hjá norska Framburðsflokk
inum, sum nú rósa sær av
at vera størsti flokkur í Nor
egi.
Ein kanning, sum Berg
ens Tidende almannakunn
gjørdi í gjár, vísir, at var
val til Stórtingið nú, hevði
Framburðsflokkurin fingið
31,8 prosent av atkvøðunum.
Tað eru 4,7 prosentstig
meiri enn fyri bara einum
mánað síðani.
Harafturímóti gongur
tað illa hjá tí stóra stjórnar
flokkinum. Arbeiðaraflokk
urin fær sambært nýggju
kanningini 28,7 prosent
ímóti góðum 33 prosentum
fyri einum mánað síðani.
Hinir báðir flokkarnir í
stjórnini standa at kalla í
stað.
Tann illa kroysti forsætisráð
harrin í Teilandi, Thaksin
Shinawatra, tvíheldur um
valdið, hóast fólk í tíggju
túsundatali ganga krav
gongu hvønn einasta dag
við kravi um, at hann skal
leggja frá sær. Støðan er
vorðin so álvarssom, at
hon er tann ringasta, síðani
herurin bleiv noyddur at
lata valdið frá sær í 1992,
skrivar AP úr Bangkok.
Shinawatra sigur, at hann
fer ikki at leggja frá msær,
uttan so at hann fær minni enn
50 prosent av atkvøðunum
á valinum, sum verður 2.
apríl. Upprunaliga skuldi
valið ikki vera fyrr enn í
2009, men forsætisráðharrin
valdi at framskunda tað, tá
mótmælini ímóti honum
byrjaðu.
Tey, sum krevja Thaksin
Shinawatra frá, leggja hann
undir valdsmisnýtslu og
svik, og hann verður eisini
skuldsettur fyri at hava
brotið mannarættindini.
Millum annað verður víst
á, at tá hann og skyldfólk
hansara sluppu undan at
gjalda 1,9 milliard dollarar
í skatti, tá tey herfyri seldu
eina fyritøku. Tey brutu
ikki lógina, men brúktu
eina smogu í lógini, og
tað halda mótmælisfólkini
ikki vera sambæriligt við
forsætisráðharrastarvið.
Mong vilja eisini vera við,
at Shinawatra hevur mis
brúkt sítt starv til at fylla
egnar lummar, og at hansara
næstringar hava eisini fingið
væl buurturúr tey árini,
hann hevur verið forsætis
ráðharri.
Fólkið skal døma
Norski granskarin Ingunn
Størken er í einari ritgerð
komin til ta niðurstøðu,
at børn hjá hjúnum, sum
verða skild, eru í tvær ferðir
størri vanda fyri at koma í
somu støðu enn børn hjá
hjúnum, sum verða verandi
í hjúnarlagnum. Uppaftur
verri er tað, um eini hjún
hava tað til felags, at foreldr
ini hjá báðum eru skild. Tá
er tríggjar ferðir størri vandi
fyri, at eisini tey fara frá hvør
øðrum.
Ingunn Størken sigur, at
hóast tey flestu, sum velja at
giftast, gera tað av kærleika
og í vónini um, at hann fer at
halda, so hava royndirnar frá
egnum lívi eisini týdning.
Kemur ólag í hjúnarlagið,
hava børn hjá skildum
foreldrum lættari við at lata
seg skilja, tí tey hava roynt
ta fyrr, sigur hon.
Tað er tann sosiali arv
urin frá foreldrunum, sum
ger, at fólk hjá skildum
foreldrum hava lættari við
at velja hjúnarskilnað enn
onnur, sigur norski gransk
arin í ritgerðini.
Í Italia er tann politiska and
støðan misnøgd við, at Silvio
Berlusconi, forsætisráðharri,
skal vitja Benadikt páva 16.
seinni í mánaðinum.
Andstøðan sigur tað
vera óheppið, at forsætis
ráðharrin skal á pávavitjan
bara fjúrtan dagar undan
italska tjóðartingsvalinum,
sum verður tann 9. apríl,
tí andstøðan ivast ikki í, at
Berlusconi fer at misbrúka
vitjanina í valstríðnum.
Tað kann fáa týdning, tí
veljarakanningar vísa, at
tað er sera lítil munur á
stjórnarsamgonguni og and
støðuni.
Tað er kortini ikki so, at
Berlusconi hevur fingið
eina persónliga innbjóð
ing frá pávanum. Men
forsætisráðharrin skal í
Vatikanið í sambandi við,
at fleiri evropeiskir høgra
politikarar halda fund í
Rom, og pávin hevur boð
ið teimum øllum innar á
gólvið, skrivar AP úr Rom.
Hjúnarskilnaður arviligur
Misnøgd við pávavitjan
Frp. størstur í Noregi
Løgreglan hevur
fingið ein part av
einari skammbyrsu,
sum kann vera morð
vápnið
Palme-málið
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Sum skilst er talan um múlan
á einari skammbyrsu, og
sambært Aftonbladet var tað
tíðindamaðurin Nuri Kino,
sum kom á løgreglustøðina
við honum. Hann hevur í fleiri
ár arbeitt sum sjálvsstøðugur
tíðindamaður.
Løgreglan í Stockholm
segði seinni, at múlin er
av einari skammbyrsu av
slagnum Magnum 357 ella
sama slag skammbyrsu, sum
Olof Palme bleiv skotin við
fyri 20 árum síðani.
– Vit fara nú at skjóta nøk
ur skot við múlanum, segði
Stig Esqvist, sum stendur
fyri kanningunum í Palme-
málinum.
Tað er ikki greitt, hvar
Nuri Kino hevur fingið fatur
á skammbyrsumúlanum,
men summi vilja vera við,
at løgreglan hevur havt hann
í fleiri ár.
Amerikanski ST-
sendiharr in hóttir
nú við at bumba
kjarnorkuverk í Iran,
sum svarar aftur við
at hótta við at steðga
oljuútflutninginum.
Kjarnorkustríð
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Teir eiga at skilja, at
allir møguleikar liggja
á borðinum, og teir eiga
eisini at skilja, hvat tað
merkir. Vit kunnu søkja
at ymsum málum, eisini
kjarnorkuútbúnaðinum.
Orðini eigur amerikanski
ST-sendiharrin, John Bolton,
og tey fullu á einumn
fundi, sum hann hevði við
bretskar politikarar í síðstu
viku. Sambært AP vísa tey,
hvussu álvarssom støðan
viðvíkjandi teimum iransku
kjarnorkuverkætlanunum
veruliga er, nú altjóða kjarn
orkueftirlitið IAEA skal
viðgera málið í vikuni.
John Bolton verður rokn
aður sum ein av teimum
harðrendu í amerikonsku
umsitingini, og hann er fyri
at forða iranum í at útbyggja
kjarnorkuna. Men sambært
bretskum
politikarum,
sum hittu hann og onnur
amerikonsk umboð í síðstu
viku, hava uttanríkisráðið og
fregnartænastan CIA hug at
fara heldur hóvligari fram
ímóti Iran.
Iran kann koma á dags
skránna hjá ST-trygdar
ráðnum longu í næstu viku,
um IAEA velur at spæla
bóltin hagar. Amerikanska
blaðið Time Magazine veit
at siga, at USA hevur longu
fyrireikað seg til, at málið
kemur í trygdarráðið, og at
USA er í ferð við at útverga
prógv fyri, at Iran er í ferð við
at gera eina kjarnorkubumbu,
sumn er átøk teimum, sum
amerikanararnir tveittu nið
ur yvir Hiroshima og Naga
saki í 1945. Prógvið sigst
vera ein tekning, sum CIA
skal hava funnið á einari
farteldu hjá einum iranskum
kjarnorkuverkfrøðingi, skriv
ar blaðið.
Oljan sum vápn
Sambært blaðnum ætla amer
ikanararnir, at prógvið skal
fáa Russland og Kina at taka
undir við revsiatgerðum
ímóti Iran, men Time Maga
zine ávarar um, at hetta
kann enda, sum tá Colin
Powell á sinni royndi at
sannføra heimin um øll
hópoyðingarvápnini hjá
Saddam Hussein. Sambært
blaðnum skal CIA eisini
hava ávarað um, at tænastan
hevur ikki funnið nakra
„rúkandi skammbyrsu“ í
Iran at leggja á borðið.
Iranar hava longu svarað,
at teir eru til reiðar at
svara aftur, gera USA ella
trygdarráðið seg inn á
landið.
– Skal trygdarráðið við
gera støðu okkara, kann
tað elva til trupulleikar
hjá øðrum eins væl og hjá
okkum, men vit vilja helst
sleppa undan at brúka oljuna
sum vápn, segði iranski
samráðingarleiðarin, Ali
Larijani, mánadagin.
Nýtt spor í
Palme-málinum
Olof Palme. Er múlin av
skammbyrsuni, sum hann
bleiv skotin við?
Hóttir við at bumba Iran
Amerikanski ST-sendiharrin, John Bolton, hóttir
Iran við bumbuálopum, gevst landið ikki við sínum
kjarnorkuverkætlanum