sunnudagur 5. mars 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 47 - 7. mars 2006
Tað kann tykjast sum tað er farið at prutla undir lokinum
í samgonguni hugsa vit um tey mongu úttalilsini frá sam
gongufólki seinastu vikurnar. Ósemja tykist vera um týðandi
mál eitt nú Visión 2015, einskiljingar, Íslandssáttmálan og
onnur mál. Hetta, at samgongufólk og samgonguflokkar eru
ósamd og tjakast alment, er einki óvanligt. Soleiðis hevur
tað altíð verið, og hevur hetta nakað at gera við, at vit í
Føroyum hava politiska siðvenju fyri samgongum og ikki
minnilutalandsstýrum. Sum kunnugt er minnilutastjórnin
tann mest vanligi stjórnarformur í okkara grannalondum.
Skipan við minnilutastjórnum virkar, so løgið tað ljóðar,
ofta betri enn skipan við samgongustjórnum. Tað eru fleiri
orsøkir til hetta. Ein orsøkin er, at við minnilutastjórn
verða í einum valskeiði oftast allir flokkar tiknir við í
politiskar avgerðir og politiskar semjur. Hetta gevur øllum
flokkum ávirkan, og hetta ger, at ein stjórn sleppur undan
truplum neyðsemjum, sum slíta uppá ideologiska støði hjá
flokkunum.
Tað skerst ikki burt, at teir flokkar, sum mynda sitandi
samgongu, eru ideologiskt sera ymiskir. Men teir hava hin
vegin frá fyrsta degi verið samdir um nøkur grundleggjandi
viðurskifti sum t.d. hvussu sjálvstýrismálið skal loysast. Tey
flest mugu væl nú ásanna, at sjálvstýrismálið má loysast fyri
eitt langt áramál fram. Flestu føroyingar munnu eisini vera
samdir um, at tað hevur stóran týdning at fáa til vega eina
breiða semju um ta loysn, sum flokkarnir koma til. Hesir
spurningar eru ikki allir loystir og í uttanlandsnevndini er
ósemja um nakrar týðandi meginreglur í yvirtøkumálinum og
um Íslandssáttmálan. Ósemja er lutvíst um einskiljingarnar,
hóast hesar ósemjur ikki tykjast at vera so stórar, at tær ikki
kunnu loysast.
Einhvør samgonga tolir eitt vist mát av ósemjum. Eitt ávíst
mát av ósemjum er enntá gagnligt, tí flokkar mugu sleppa
at markera, at teir eru ymiskir. Men eingin samgonga tolir
stórar ósemjur um grundleggjandi spurningar í óavmarkaða
tíð. Halda ávísir tingmenn fram við at føra politiskar sam
ráðingar gjøgnum fjølmiðlarnar og at grava skotgravir, so
kann hetta føra til so stórar politiskar trupulleikar flokkana
millum, at samgonguni í versta føri ikki er lív lagað. Tað
gerst tí neyðugt, at tingmenn og flokkar gera upp við seg
sjálvar, um eitt slit er tann prísur, sum ein vil rinda fyri at
sleppa at halda fram við slíkum ideologiskum markeringum,
sum vit nú eru áskoðarar til.
Landinum trýtur stabilitet og arbeiðsfrið. Víst prutlar undir
samgongulokinum, men er tað skilagott at lata pottin kóka í
eldin nú? Tað er lítið, sum bendir á, at veljarin og vinnulívið
orka eitt valstríð her og nú. Samgonguflokkarnir eiga tí
skjótast at seta seg við samráðingarborðið og finna semjur
og síðan fara til verka og gera tann setningin lidnan, sum
teir hava átikið sær mótivegis føroyska samfelagnum. Alt
annað vildi verið ábyrgdarleyst. Men harfyri nýtast teir
heldur ikki at lata andstøðuna standa uttanfyri. Hví ikki
vísa sætt demokratiskt sinnalag og virðing og oftari at taka
andstøðuna við í tilgongdina so ella so. Vit standa fyri
stórum avbjóðingum sum samfelag, eitt nú í sambandi
við altjóðagerðina. At lyfta í felag og standa saman um at
fremja tær skilabestu loysnirnar er ikki ein veikleiki. Tað
er tvørturímóti ein stór styrki.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tað prutlar undir lokinum
VIÐMERKINGAR
Ein avleiðing av, at eingin
langtíðarætlan er gjørd
fyri samferðsluøkið er,
at tað verður tann sum
rópar harðast, ið fær sítt
ígjøgnum, sigur Helgi
Abrahamsen millum
annað í lesarabrævi
“Jeg har en plan”, plagdi
gamli bandaleiðarin, Egon
Olsen at siga í filmunum
um Olsen bandan, og sum
oftast fullu hesi orðini longu
sama dag sum hann slapp út
um fongsulsmúrarnar. Hann
hevði altíð ein “plan”.
Hann setti sær mál, ið
hann vildi náða, og í hesum
yvirskipaðu málunum vóru
nógvir smálutir, sum allir
skuldu sampakka.
Okkum manglar ein
“plan”
Er tað nakað sum okkum
manglar í Føroyum, so er
tað at hava ein “plan”. Vit
hava tað við at taka støðu
til einstøk mál, og gloyma
heildina.
Í 1987 løgdu tveir ting
menn úr Eysturoynni upp
skot fyri tingið, um at gera
eina langtíðarætlan fyri vega
kervið í oynni. Ætlanin vann
ikki frama, og tað var ikki
sørt, at uppskotið varð hildið
fyri gjøldur.
Eg skal ikki siga, at júst
tann ætlanin hevði verið tann
rætta, men má tó ásanna,
at vit nú í ólukku mát eru
vitni til, hvussu galið tað
kann ganga, tá ein slík (ella
líknandi) ætlan manglar.
Norðoyatunnilin
Tak bara Norðoyatunnilin
sum dømi. Beint áðrenn løg
tingsvalið í 2002, varð eitt
ófullfíggjað uppskot borið
niðan í tingið, tí umráðandi
var, í skundi, at skaffa nak
að av góðum valagni. At
bilarnir sum koma upp úr
holinum, eisini skulu leiðast
ígjøgnum bygdina í Leirvík,
høvdu forsprákararnir onga
ítøkiliga ætlan um, og nú,
fýra ár seinni, hevur politiski
myndugleikin framvegis
ikki funnið ein hóskandi
“plan” um, hvussu hetta skal
gerast.
Tann sum rópar harðast
Ein avleiðing av, at eingin
langtíðarætlan er gjørd
fyri samferðsluøkið er, at
tað verður tann sum rópar
harðast, ið fær sítt ígjøgnum.
Borgarstjórarnir í Havn og
Runavík hava longu verið
úti og sagt, at um Leirvík
fær tunnil undir bygdina,
so skulu teirra kommunur
eisini hava tunlar. Stuttligi
spurningurin er, hvat so
hendir, um Leirvík IKKI fær
tunnil? Fara borgarstjórarnir
í Havn og Runavík so eisini
at sleppa kravinum um teirra
tunlar ? Er tað soleiðis vit
leggja ætlanir í Føroyum ?
Skálafjarðartunnilin
Skálafjarðartunnilin er nú eis
ini settur á skinnaran. Talan
er um eitt projekt, sum ikki
skal kosta landskassanum
eitt oyra. Hetta ljóðar frá
líkt, men tíverri sær út
til, at feilurin í Leirvík er
við at verða endurtikin, tí
heldur ikki her er nøkur
ætlan gjørd fyri, hvussu
ferðslan skal leiðast til og
frá tunnilsmunnunum. Tá
tann spurningurin einaferð
er fingin uppá pláss, er ikki
vist, at ætlanin verður so
ódýr fyri landskassan kort
ini. Men fyribils hevur eing
in nakran endaligan “plan”.
Hví ikki brúka
fyrimunirnar?
Eitt er at bora undirsjóvar
tunnlar. Men tað sær tíverri
út til, at fólk hava heldur
ikki nakran “plan” um, hvat
tunnlarnir skulu brúkast til.
Í øllum førum skulu HF-
skeiðini halda fram, bæði
í Klaksvík og á Kambsdali
eftir at Norðoyatunnilin er
opnaður. Hvat av hesum støð
um er betur egnað til slíkan
skúla, kunnu vit altíð kjakast
um, men tað kann ikki vera
rætt, at vit skulu hava sama
skúla báðumegin sundið, tá
vit hava fingið ein tunnil
tvørturum.
Tríggjar skúlabyggingar
og ein tunnil
Nú frættist, at Nes kommuna
fer undir at byggja skúla
fyri 43,8 mió. krónur. Sjóv
ar kommuna skal eisini
byggja skúla, og Runavíkar
kommuna hevur somuleiðis
ætlanir um skúlabygging.
Samstundis arbeiðir ein tunn
ilsbólkur við eini ætlan um at
binda fjørðin saman, soleiðis
at fjarstøðan millum hesar
stásiligu skúlabygningar
verður lítil og eingin. Hetta
hendir meðan allar fram
rokningar vísa, at barnatalið
í Føroyum er í minking, tað
vil siga, at tað er ivasamt, um
vit nakrantíð klára at fylla
hesar skúlarnar við næm
ingum.
Er tað eingin sum dugir
at seta hesar fýra dýru verk
ætlanirnar saman í “ein
plan”, ella skulu vit enn eina
ferð gjalda í dýrar dómar,
tí at føroyska samfelagið
“manglar ein plan” ?
Hava vit ráð til tað?
Síðan Búnaðarstovan
flutti á Búnaðardepilin
í Kollafirði, hevur hon
í lýsingum sínum nýtt
Frammi í Dali sum
staðarnavn.
Hetta er skeivt. Tú skalt long
ur fram, áðrenn tú ert komin
fram í Dal.
Har Búnaðarstovan er,
verður kallað á Heygs
fløtum. Dygst vestanvert
Búnaðarstovuna rennur
Rangagilsáin, og beint nið
an fyri í Dalánni eru/vóru
Skælingsløgini. Eitt forn
minni, ið tað almenna sópaði
burtur, tá farið varð at grunda
fyri Royndarstøðini.
Her í Kollafirði eri mong
staðanøvn gloymd ella eisini
misbrúkt, síðan bygdin
legði saman við Tórshavnar
kommunu, tí má talast harð
liga at av øllum, ið hava ans
og eru góð við tey ymsu
staðarnøvnini kring bygd
ina.Tey í Havnini gera hetta
ikki fyri okkum. Sær er hond
hollast.
Gott í tykkum á Búnaðar
stovuni; Fáið handan skeiv
leikan rættaðan. Vilja tit ikki
nýta á Heygsfløtum, so hava
tit tó tveir aðrar møguleikar,
ið her eru vístir á.
“Jeg har en plan”
Helgi
Abrahamsen
Øssur av
Steinum
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Búnaðarstovan