sunnudagur 5. mars 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 7. mars 2006
Sosialurin
VIÐMERKINGAR
Føroyar og útlendsk arbeiðsmegi
JÓGVAN VIÐ
KELDU Så:
Løgtingsmadur —
Tå vit siggja, hvussu
Island, Noregi og Dan-
mark idag hugsa sær
utlendingapolitikkin vid
eini virdisøking av væl
útbúnum útlendingum,
sær ikki politiskt væl
út hjá okkum, skrivar
Jógvan við Keldu
Fyrst fari eg at takka Jaspuri
Johannesen fyri áhugan og
veruleikakendu viðgerðina
av útlendingamálinum m.a.
við greinini í Dimmalætting
seinasta mikudag undir
heitinum „Utlendingar,
fjalmiðlar, hvat heldur tú
sjålv/ur?«
Tey tvey årini eg sat sum
landsstyrismadur i utlend-
ingamålum, fingu hesi
nógva umrødu. Tað hevði
sínar orsokir, sum eg ikki
skal koma nærri inn á í
fyrstu syftu, hóast lands-
stýrismenninir báðir Bjarni
Djurholm og Høgni Hoydal
høvdu farið nógv ov lætt um
hetta og gjordi, at neyðugt
var at taka málið veruliga
upp.
Tá logmaður
yvirreagerar
Tað málið m.a. snýr seg um
er, sum Jaspur Johannesen
er inni á, nevniliga:
Ofaklærd fólk kunnu fáa
arbeiði, um arbeiði er til tey.
Tá einki arbeiði er, skulu
hesi aftur av landinum. Hetta
sigur lógin.
At logmaður fyrst og
fremst tosar um at geva eina
Jaliga viðferð, bert tí ein
útlendingur er komin inn í
landið, er ábyrgdarleyst.
Føroyar skulu hava ein
skilagóðan útlendingapoli-
tikk, sum umframt fyrst
og fremst at verja okkara
land, eisini eigur at tryggja
teimum útlendingum, ið eru
fastbúgvandi trygg og góð
kor.
Nú visjón 2015 er sjósett,
hevur tað stóran tydning, at
ikki politikarar og lagmaður
yvirreagera av onkrum
uppringinum frá einum
ella ødrum politikara ella
onkrum uttanfyri ”systemid”
ella fjalmiðlafólki, tí tað
snýr seg um ávís fólk, sum
onkur kennir. — Hetta kemur
ongantíð at fáa yvirorðnaðar
avgerðir og kemur ikki at
hóska visjón 2015 at polit-
iskt renna undan hesum
álvarsomu stoðutakanum.
Danskur útlendinga-
politikkur ídag
Nú ein dagin var grein í
Jyllands-posten, har Dan-
mark hevur ætlanir um í
2015 at gerast heimsins
fremsta land, tá gransking
umræður við at fáa fatur á
elituni. Samstundis sigur
Dansk Handel & Service, at
tað alt ov leingi hevur verið
satsa uppá tey veiku innan
útlendingapolitikkin.
Fundurin við Rikke
Hvilshoj
Ein av orsokunum til, at
eg sum landsstýrismaður í
oktobermánað í fjor tók fund
við Rikke Hvilshøj, ráðharra
í innflytaramálum, var fyri
at fáa ein arbeiðsbólk sett-
an, nevniliga fyri lógliga
at stýra útlendinga-poli-
tíkkinum í Foroyum á tann
hátt, at fullnytta ófaklærdu
arbeiðsmegina og at allar
kunngerðir um bústaðar-
viðurskifti og onnur daglig
viðurskifti vórðu fingin upp á
pláss. — Hesin arbeiðsbólkur
fór til arbeiðis beinanvegin
og eitt úrslit av hesum fer at
síggjast nú í vár.
2015 — Mugu longur
á leið
Ikki minst er umráðandi,
sum vit síggja bæði í Íslandi,
Noregi og Danmark at vit
fáa væl útbúnar útlendingar
higar, sum kunnu geva okk-
um serfraði, royndir, kapital
og management. — Tá vit
hyggja at hesum, sær ikki
politiskt væl út hjá okkum.
Tað tykist, sum vit royna
at skjóta ótrúliga hogt í
ávísum forum eitt nú í visjón
2015, men siktið svarar íkki
til, tí tað í lotuni liggur so
serstakliga niðarlaga, við
ad-hoc samtyktum, sum ikki
geva loysnir.
Teori og praksis liggja
langt hvort frá oðrum.
Visjónir líkjast alt oftari
dreymum, har tað slepst und-
an at taka stórar og tungar
avgerðir.
Vit mugu longur á leið.
So leingi, sum vit politiskt
bert hugsa um at slokkja
ónogdarsemi um ávísar
útlendingar, sum ávísir
politikarar og okkara fjol-
miðlafólk elska, uttan at seta
seg inn í málið, verða Føroyar
"eitt u-land”, tá útlendinga-
politikki umræður.
Argja skúli —
Frítt er Sandágerði frá at fara!
EYÐUN
Á BORG
Eg skal ikki koma inn
á vind og sólargang
har uppi, men vónandi
verður tað ikki sum við
Gomlurætt, tá onkur,
eftir at arbeiðið var farið
í gongd, segði: Eg visti
ikki, at tað var so bratt
har!, skrivar Eyðun á
Borg millum annað um
ætlaðu skúlabyggingina á
Argjum
Sum lærari í Argja skúla
haví eg nakrar persónligar
viðmerkingar um skúlabygg-
ingarætlanir á Argjum.
Nú verður sagt, at vit
fáa ein nýggjan skúla uppi
undir hamrinum (oman fyri
Hebron og barnagarðin).
Tað skuldi verið gott at
fingið ein nýggjan skúla,
men eg eri eitt sindur iva-
samur og hugsi: Man sogan
fara at endurtaka seg?
I 1980-árunum hovdu
vit næstan sett spakan í
viðvíkjandi skúlavíðkanar-
ætlanum her niðri á Billu-
trað! Tekningarnar vóru
fullfíggjaðar og snotiligar!
Knappliga fekk onkur tað
hugskotið, at best hevði
kanska verið at bygt ein
annan skúla longri uppi í
bygdini!Hvat hendi? Alt
byggimálið steðgaði! Jú,
tíðirnar vóru serstakar. So
gingu árini.
I 2005 lógu aftur nýggj-
ar, fínar tekningar á borð-
inum!Skúlin á Billutrað
skuldi víðkast/ nútiðarger-
ast.
Hesa ferð varð spakin
settur í! Í desembur 2005
kom ein borivognur og bor-
aði nokur hol á skúlans
oki!
Eftir nýggjár komu
so knappliga nýggj boð:
Nýggjur skúli skal byggjast
uppí undir hamrinum! Vón-
andi endurtekur sogan seg
ikki!
Eg skal ikki koma inn á
vind og sólargang har uppi,
men vónandi verður tað
ikki sum við Gomlurætt, tá
onkur, eftir at arbeiðið var
farið í gongd, segði: Eg visti
ikki, at tað var so bratt har!
Kortini má eg siga, at
neyvan verður pláss til
skúlagarð/ spælipláss, tá ein
breiður ringvegur er komin
gjøgnum hatta okið oman
fyri Hebron/ barnagarðin, og
skúlin so skal kroystast niðan
undir hamaran! Vónandi vita
tit, hvat tit gera!
Annars haldi eg núver-
andi skúlaoki niðri við
Sandágerði vera heimsins
besta skúlagki! Onkur hev-
ur enntá framtíðarhugsjónir
um Argja skúla sum "tann
bláa skúlan niðri við sjóvar-
málan', við neysti, bátadrátti
og komandi sjósavni fáar
metrar niðan fyri skúlan!?!
E.S! Onkur er eitt sindur í
villareiði um, hvat nú fer at
henda: Sleppa vit at velja,
um vit vilja halda fram at
starvast her niðri á Billutrað.
eftir at nýggi skúlin er
komin?breiður ringvegur
er komin gjøgnum hatta
okið oman fyri Hebron/
barnagarðin, og skúlin so
skal kroystast niðan undir
hamaran! Vónandi vita tit,
hvat tit gera!
Annars haldi eg núver-
andi skúlagki niðri við
Sandágerði vera heimsins
besta skúlaoki! Onkur hevur
enntá framtíðarhugsjónir
um Argja skúla sum "tann
bláa skúlan niðri við sjóvar-
målan”, við neysti, bátadrátti
og komandi sjósavni fáar
metrar niðan fyri skúlan!?!
E.S! Onkur er eitt sindur í
villareiði um, hvat nú fer at
henda: Sleppa vit at velja,
um vit vilja halda fram at
starvast her niðri á Billutrað,
eftir at nýggi skúlin er
komin?
eydun.a.borg(Qskulin. fo
Illur???
Sig tína meining í Sosialinum
Ársaðalfundurin
verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni
í kvöld - tyskvøld
1. mars kl 19.30
aftaná aðalfundin verður
Limafundur
við heitinum
Havnin í stórari menning -
avbjóðingar og móguleikar
Heðin, Katrin og Elin leggja fyri
Møti fjólment
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag