Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 5. mars 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 47 - 7. mars 2006 skiftispensiónistar Orð/myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Vestmanna/Luleå: – Nei, vit høvdu ikki ánilsi av, hvat Føroyar var fyri nakað. Ella hvar tað lá! – Men í dag hava vit lært tykkara vøkru oyggjar at kenna. Vit hava eisini sæð, hvussu dámligt og vinarligt fólkið er. Og ikki minst ótrúligu vertir okkara! Mikudagin í farnu viku komu svensku hjúnini Bir­ gitta og Gunnar Hansson úr Luleå til Føroyar. Í eina viku skuldu tey verða gestir hjá einum hjúnum í Vestmanna. Hetta er alt ein partur av verkætlanini “Okkara lív sum eldri”, har Føroya Kommunufelag umboðar okkara land, saman við komm­unum í Noregi, Fin­ landi og Svøríki. Í samband við hetta kom møguleikin hjá hesum svensku hjúnunum at vitja í Føroyum. Her fáa tey møguleika at fáa kunnleika um, hvussu tey eldru hava tað her, og hvørjar sam­an­ beringar annars eru millum londini bæði. – Vit hava upplivað ótrú­ liga nógv, og vit hava líka so nógv at greiða frá, tá vit koma aftur til Luleå. – Hetta hevur alt verið eitt ótrúligt upplivilsi. Vit hava trivist frá fyrstu løtu, siga svensku hjúnini. Vitan um Føroyar Tey bæði, Birgitta og Gunnar gjørdust ikki sørt skakk, tá tey í heyst fingu at vita, at tey skuldu til Føroyar. Lýst varð við hesum møgu­ leikanum fyri einum eldri pari at vitja eitt eldri par í Føroyum. Tey bæði høvdu tó ikki sæð hesa lýsingina, har greitt varð frá hesi verk­ ætlanini. Nakað seinni vórðu tey upp­ringd og spurd, um tey høvdu áhuga í at fara higar at vitja, um tey fingu møguleikan. – Vit svaraðu ja, hóast vit ikki vistu, hvar Føroyar lógu ella hvat fólkið livdi av. Men tað vita vit nú, siga tey bæði. Beinanvegin sum tey fingu hesi boðini fóru tey á bókasavnið fyri at finna fram til upplýsingarnar um hesar oyggjarnar. Og har fingu tey nógv at vita. – Har sóu vit m.a. at tit hava nógvan seyð, og at fiskivinnan hevur so stóran týdning fyri tykkum. – Vit hava nú eisini sæð og upplivað, at tit hava fleiri fjøll enn, hvat vit høvdu vænt­að frammanundan, siga tey bæði. Gott útsýni Tá tey komu higar til landið so vardi ikki leingi, fyrrenn tey skiltu at tey vóru sera heppin, tí vertir teirra vóru sera fyrikomandi og blíðir. – Hóast málini eru ólík, so hevur tað ikki verið nakar trupulleiki, siga svensku hjúnini. Føroysku vertirnir hava gjørt alt fyri at gestirnir kundu síggja og uppliva so nógv av Føroyum og før­oyingum sum gjørligt. Tey hava m.a. vitjað í Til­ haldinum í Havn og í gjár høvdu tey fund við umborð fyri Pensiónistafeløgunum kring landið. Hesin fundurin varð hildin í Gøtubráð, sum er sambýlið í Gøtu. Og har varð eisini møguleiki hjá teimum at fáa størri kunnleika um eldra­ økið í Føroyum. Hinvegin so fingu tey eisini møguleika fyri at síggja, hvussu eitt føroyskt sambýli verður rikið og hvussu nógv starvsfólkini gera, fyri at hugna um og vera um tey eldru. – Hetta sambýlið í Gøtu var “jãttebra”, siga tey bæði við ein munn. – Hetta er eitt ótrúliga gott stað fyri tey eldru. Og so tað vakra útsýnið ... so vakurt útsýni sum her, tað skal ein leita leingi eftir! Tey heilsaðu uppá onkran av búfólkunum og fingu eis­ ini høvið at sleppa inn í eitt av kømrunum, har ein eldri kvinna búði. Somu trupulleikar At tey yvirhøvur komu henda­vegin er orsakað av hesi verkætlanini “Okkara lív sum eldri”, sum m.a. Før­ oyar og Luleå Kommune eru partar av. Hetta við viðurskiftunum hjá teimum eldru er eisini nakað, sum hevur teirra stóra áhuga: At síggja, hvussu tey eldru hava tað í Føroyum, og síðani at greiða frá, hvussu umstøðurnar hjá teimum eldru eru í Svøríki. Hóast tey bara hava verið her í fimm dagar so duga tey at síggja eitt: Trupulleikarnir hjá teimum gomlu eru eins her í Føroyum sum teir eru tað í Svøríki. Hinvegin so er støðan eis­ini hon, at bæði londini Svenskir skiftispensiónistar á vitjan í Føroyum: – Tit gera nógv fyri tey e Fleiri føroyskir ung­dómar hava verið skiftisnæmingar í øðrum londum. Men nú er túrurin eisini komin til tey eldru. Hesa vikuna hava hjún­ini Jákup og Maria Hansen í Vest­manna fingið serstaka vitjan úr Svøríki, nevniliga eini eldri hjún sum steðga her í eina viku. Í summar skulu føroysku hjún­ini til Svøríkis sum skiftispensiónistar Hóast munur er á Svøríki og Føroyum, so undraðu svensku hjúnini seg yvir, undir hvussu góðum umstøðum tey eldru búleikaðust undir á Gøtubrá í Norðragøtu