sunnudagur 5. mars 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 7. mars 2006
11
eldru
Tá hjúnini Hansson fingu
at vita at tey skuldu til Før
oyar, svaraðu tey sum vera
man játtandi uppá tað.
Men tey vistu ikki, hvat
tey skuldu vera, búgva ella
hvat var á skránni undir
vitjanini. Tey fingu bara at
vita, at tey skuldu búgva hjá
einum pari í Vestmanna
Í sambandi við verkætl
anini hevði Komunnufelagið
heitt á hjúnini Jákup og
Mariu Hansen í Vestmanna
um at taka imóti hesum
svensku hjúnunum í eina
viku. Hesum játtaðu tey.
Og mikudagin í farnu
viku var so fyrsta ferðin,
at Birgitta og Gunnar settu
fót sín á føroyska jørð. Og
fyrstu ferð at Jákup og
Maria hittu svensku gestir
sínar.
Hetta verður kortini ikki
seinasta ferðin at tey hittast.
Sambært verkætlanini so
skulu hjúnini úr Vestmanna
til Svøríkis at vitja Birgitta
og Gunnar seinni í ár.
Heima í Luleå hava tey
nógv, sum tey fegin vilja
vísa fram fyri føroysku hjún
unum. Bæði eru tey virkin í
ymiskum lestrarringum og
teimum dáma eisini sera
væl at bowla. Annars er
náttúran sera vøkur kring
heimbýin, so har er nokk
at vísa fram.
Enn er ikki endaliga
avgjørt, nær hetta verður,
men helst verður tað til tað,
at hetta verður í summar.
– Vit vilja so fegin takka
teimum fyri gestablíðskapin.
Og tí kundu vit hugsað
okkum at tey komu til okkum
í summar, tá vit fara at hava
okkara miðsummarhald, siga
tey bæði brosandi svensku
hjúnini.
Tey komu higar mikudag
in og fara aftur til Svøríkis
í morgin.
Til Svøríkis í summar
“Okkara lív sum eldri”
FAKTA
- Tit hava eitt ótrúliga vakurt
land, siga hjúnini Gunnar og
Birgitta Hansson úr Svøríki
Tey hava nógv at tosa um – tey fýra: vm. Gunnar og Birgitta Hansson, og Maria og Jákup
Hansen
kunnu læra av hvørjum øðr
um.
– Vit hava eisini sæð her, at
tit eru komin rættiliga langt
á ávísum økjum, m.a. við
møguleikunum hjá teimum
eldru at hittast.
– Hetta sóu vit m.a. í Til
haldinum í Havn. Tað var
ein stór uppliving, og tað var
ótrúligt, so nógv spennandi
tey høvdu á skránni hvørja
einastu viku, siga tey bæði.
Í Luleå verður gjørt eitt
stórt arbeiði fyri at undirvísa
teimum eldru. Her finst
m.a. ein serstakur skúli í hes
um sambandi, har nógv av
teimum eldru fáa sær nýggja
vitan og nýggjan kunnleika.
Ein mun sóu tey kortini
í eldraøkinum: Her á landi
taka børnini sær væl av for
eldrum sínum, tá tey gerast
eldri.
Í Svøríki er støðan ikki
tann sama, og tí verða tey
eldru ofta noydd at fara á
eldraheim, ofta kanska fyrri
enn neyðugt.
Hinvegin so er heimarøktin
rættiliga væl útbygd alla
staðni, men tað eru kortini
nøkur støð, har hon ikki er
eins væl útbygd.
– Í Luleå eru vit kortini so
heppin, at heimarøktin væl
útbygd, siga tey bæði.
Á somu støð
Í dag er Gunnar 71 ára gamal
og Birgitta 68 ár. Aftanfyri
seg hava tey eitt virkið lív á
arbeiðsmarknaðinum.
Gunnar arbeiddi innan
svenska flogvápnið sum
tyrlumekanikkari, meðan
Birgitta arbeiddi í síni sum
lærari hjá børnum undir
skúlaaldur.
Í samband við vitjanina her
varð skipað so fyri, at tey hava
eisini havt stundir at vitja í
sambýlinum í Vestmanna og
í barnagarðinum.
– Nei, eg havi ikki enn
havt møguleika fyri at vitja
teir, ið arbeiða við tyrlum á
flogvøllinum í Vágum. Eg
veit heldur ikki, um tíð verður
til tað, sigur Gunnar.
Prátið er liðugt, og nú skal
fundurin við umboðini fyri
Pensiónistafeløgini byrja.
Hetta er eisini ein partur
av skránni hjá svensku gest
unum.
Her er nógv at tosa um
hjá teimum, tí gongdin í
heiminum er hon, at tey
eldru gerast frískari, ríkari,
tey liva longri og seta størri
og størri krøv.
– Hóast tit eru eitt lítið
land og vit koma frá einum
stórum landi, so hava vit
nógv felagsmál at tosa um.
– Vit gleða okkum at møta
føroysku umboðunum, siga
Birgitta og Gunnar.
- Umstøðurnar hjá teimum
eldru eru ymiskar, men
trupulleikarnir eru teir
somu, siga Gunnar og
Birgitta Hansson
• Føroya Kommunufelag luttekur í eini
trý ára millumtjóða verkætlan við
hesum heiti.
• Verðkætlanin verður stuðlað av grunn
inum Northern Periphery Program,
sum aftur verður fíggjaður av ES og
av londunum, sum eru fevnd av grunn
inum.
• Verkætlanin byrjaði við luttøku av
Føroya Kommunufelag, Bodø komm
une í Noregi og Luleå kommune í
Svøríki. Síðani eru tvær kommunur
í Finnlandi vorðnar partur av verk
ætlanini, umframt Universitetið í
Aberdeem eisini luttekur.
• Endamálið er at lýsa eldraøkið í
teimum ymisku londunum, og at
koma við uppskotum um, hvussu
eldraøkið kann skipast á besta hátt
í framtíðini.