Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 5. mars 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 47 - 7. mars 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Nancy Verning á Tvør­ oyri, fødd Danielsen, and­aðist fríggjadagin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, 68 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Suð­uroyar Sjúkrahúsi mikudagin 8. mars kl. 18. Jarðarferðin verður úr Salem hósdagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Nancy, kunnu lata Salem á Tvøroyri eina gávu. Sámal Petur Svartá, Saksun, andaðist í heim­inum sunnudagin 5. mars, 89 ára gamal. Jarð­ar­ferðin verður miku­dagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Sámal Petur, kunnu lata Føroya Felag móti Krabbameini eina peningagávu. Kistan við Torbjørn Justinussen, Leirvík, fer úr Landssjúkrahú­s­ kapellinum týsdagin 7. mars kl. 16. Jarðarferðin verður úr Leirvíkar Kirkju mikudagin 8. mars kl. 14. Tey, ið vilja minnast Torbjørn, kunnu lata eina peningagavu; konta í Norðoyar Spari­ kassa. Andlát og jarðarferðir Í dag, týsdagin 7. mars 2006 fyllir fyrrverandi yvir­sjúkrasystir Signhild Johannesen í Havn, 80 ár. Signhild lærdi til sjúkra­ systir á Dr. Alexandrines hospital í Havn í 1946. Hon var tá 20 ára gomul, og arbeiddi hon har í nógv ár. Í 1966 fór hon niður at taka eftirútbúgving í psyki­ atri, fyri at taka við sum deildarleiðari á tí nýggju psykiatrisku deildini í Havn, sum lat upp í 1969. Hon var við til at starta psykiatrisku deild saman við Árna Olsen, psykiatara, og Thordis av Skarði læknaskrivara. Har umframt vóru eisini aðrar sjúkrasystrar og pleygarar á deildini. Í 1972 fór táverandi yvir­ sjúkra­systir Anna Maria Brandt frá, og tá tók Signhild yvir sum yvirsjúkrasystir, inntil hon fór frá í mars 1996, 70 ára gomul. Signhild er fødd í Kolla­ firði í 1926. Foreldrini vóru Claudia og Bernard Thom­ sen. Pápin doyði, tá hon var 1 ára gomul, og av tí tey vóru 9 systkin, vaks hon upp hjá Annu og Tummas Egholm í Hvalvík. Signhild giftist í 1952 við Símun Johannesen úr Leir­vík (1926-1989). Tey fingu eina dóttir, Torgerð. Ommubørnini eru tvey í tali, Barbara og Símun. Og eitt langommubarn ið eitur Durita. Signhild verður burtur­ stødd á føðingardegnum. Signhild Johannesen 80 ár Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara elskaða kona, mamma, vermamma og omma Nancy Werning fødd Danielsen, Sevmýri andaðist fríggjadagin 3. mars, 68 ára gomul. Kistan fer av kapellinum á Suðuroyar sjúkrahúsi onskvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður tórsdagin kl. 13.00 úr Salem. Familjunnar vegna Henry, Fía, Hans Pauli, Anita og børnini Tey, ið vilja minnast Nancy kunnu lata Salem á Tvøroyri eina gávu. Tøkk Hjartans tøkk til tykkum, sum vístu samkenslu og hjálpsemi tá mamma, omma og langomma okkara Eileen Thomsen Lopra andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk til tykkum, sum á ymsan hátt hjálptu til við jarðarferðina og øllum tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk til tykkum á B7, fyri røkt og umsorgan í samband við sjúkralegu hennara. Brenda, Conny og Arne v/ familju Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Petur Jóhs Joensen Strendur andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Niels Jacob og Jógvan prest fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni. Hjartans tøkk til heimahjálpirnar, heimasjúkrasystrarnar og starvsfólkini á B7, sum vóru um hann. Tøkk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og gravarar. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Missiónshúsið. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum, og tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Alma Jón, Tummas, Niclas, Símin Ansy og Elsa við familju Í dag 7. mars hava hjúnini Armgarð og Finnbogi Arge í Havn verið gift í 25 ár. Tey eru bæði úr Havn. Finnbogi er vinnulívsmaður og fyrrverandi politikari. Armgarð er serliga kend fyri væl umtóktu send­ingarnar “Tilvera” í út­varpinum. Armgarð og Finnbogi búgva í Hanusargøtu í Havn og eiga fýra døtrar – Turid, f. 1982, Elisabeth, f. 1985, Maria, f. 1991 og Lív, f. 1997. Eisini eiga tey ommu- og abbadóttrina Kristina. Armgarð og Finnbogi silvurbrúdleyp Ferðing Snorri Brend Á hesum nýggja portalinum – www.ferdast.fo – sum í mangar mátar er slóð­brót­ andi, er møguleiki at finna og bíleggja sær pakkaferðir, fót­ bóltsferðir, konsertir, hotell, bil, ferjur, summarhús og at­gongumerki til konsertir úti í heimi. – Allar ferðaskrivstovurnar í landinum fáa møguleika at leggja tilboð inn á síðuna. Hetta skuldi gjørt, at úr­valið av ferðum á síðuni skuldi verið tað besta, siga stovnararnir og designarar av hesi heimasíðuni, Magni og Ann-Mari Mouritsen. Á síðuni er eisini møguligt at finna ferðaupplýsingar um flogferðslu, valuta, ferða­ guide, hvørjar eru føroysku ferðaskrivstovurnar, eins og hvørjar úlendskar síður er best at leita á. Ferðatíðindini á síðuni verða dagførd so skjótt sum okkurt rørir seg innan vinnuna. Her kann ma.a. verða upplýst um nøkur nýggju ferðamál á veg, og um ferðaseðlarnir verða bí­ligari á Føroya-rutuni. Ferðakjakið á síðuni skal leggja upp til eitt opið forum millum føroyingar, har ein kann útveksla góð hugskot um ferðamál og mátar. Nær er best at ferðast og hvar? Spennandi kappingar við góðum ferðavinningum verða við jøvnum millumbilum á síðuni. Byrjað verður við eini kapping har vinningurin er konsertferð fyri tvey á Robbie Williams konsert í Keypmannahavn. Á ferðaauktiónini, sum verður leypandi, kann ein verða heppin og ogna sær eina bíliga ferð. – Er tað bert ein gisting á hotelli í Danmark tú leitar eftir, ella ein pakkaferð suð­ ur í heitari lond, so skuldi síðan verið ein gott stað at byrja at leita, siga Magni og Ann-Mari. Dagurin í morgin 8. mars. Beata. Er ikki at finna í halgimannatali. Navnið merkir hin sæla ella hin eydnuríka. Hentir upplýsingar um tær bestu ferðirnar