Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 5. mars 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 • týsdagur • 7. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo – Hann var ov bráður og vardi seg ikki serliga væl, sigur 15 ára gamli Helgi Dam Ziska um talvlegenduna Jan Timman, sum hann vann á í Reykjavík mánakvøldið. Ungi føroyski telvarin skapti senstatión og stóð fyri størsta einstaka úrslitinum í føroyskari talvsøgu Talv Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hollendska talvlegendan og superstórmeistarin Jan Timman var fullkomiliga tikin á bóli í Reykavík mánakvøldið. Tað, sum skuldi verða ein skjótur og lættur sigur á einum blaðungum telvara úr Føroyum, endaði sum ein stór sensatión. Helgi Dam Ziska var væl fyrireikaður til dystin, og tá ið Timman leyp fram av, slóð ungi føroyski telvarin til, og hann vann talvið eftir bert 20 leikir. – Hann var ov bráður at taka finnurnar. Eg offraði tvær finnur og fekk eitt sterkt álop, og hann vardi seg ikki serliga væl, sigur Helgi Dam Ziska. – Eg haldi ikki, at hann hevði roknað við hesum, tí tað virkaði, sum at hann bara skuldi hava talvið skjótt liðugt. Timman smoygdi sær avstað Hollendski Jan Timman telist millum stóru nøvnini innan talvheimin. Hann er superstórmeistari og hevur verið við í heimselituni í fleiri áratíggjund. Timman er í dag nummar 83 á heimsstyrkislistanum, og hansara styrkistal er 2630. Timman hevur fleiri ferðir verið við í kappingini um at gerast heimsmeistari, og í 1993 kom hann allan vegin í finaluna, men har tapti hann fyri Karpov. – Tað følist deiligt at vinna á einum so kendum og sterkum telvara, sigur Helgi Dam Ziska. Hollendski talvarin, sum er styrkismettur sum nummar 4 í kappingini í Reykjavík, mundi ikki verða í góðum lag eftir tapið, tí hann hevði ikki stundir at heilsa upp á føroyska telvaran. Hann smoygdi sær avstað saman við ein øðrum kendum telvara, Ivan Sokolov. – Hann gjørdi skjótt av og fór avstað, tá ið talvið var liðugt, sigur Helgi. Málið er IM-normur Helgi Dam Ziska hevur rættiliga gjørt vart við seg seinastu tíðina. Hann gjørdist fyri fáum vikum síðani norðurlandameistari í sínum aldursbólki, og áður hevur hann fingið ein IM- norm. – Málið við kappingini her í Reykjavík er fáa ein IM- norm. Hetta er ein sera sterk kapping, og teir flestu av telvarunum eru krútsterkir, so tað er ikki lætt, sigur Helgi. Óvæntaða úrslitið ímóti Jan Timman hevur við sær, at Helgi eisini næstu umførini fær sterka mótstøðu. Í kvøld telvar hann ímóti Ralf Åkesson úr Svøríki, sum hevur 2494 í styrkistali. – Eg rokni ikki við at vinna, tí hann er sera sterkur, men eg fari at royna at fáa í minsta lagi remis, sigur Helgi. Helgi bukaði talvlegendu – Tað følist deiligt at vinna á einum so kendum og sterkum telvara, sigur Helgi Dam Ziska Dystur hjá Inga avlýstur 15 taka dómaraprógv Jens Martin og Jákup lærdu frá sær Gloymdi passið Ingi Højsted og hin­­ir spælararnir á eyka­liðnum hjá Birm­ing­ham skuldu í kvøld spæla ímóti eyka­ liðnum há New­castle, men fyrr í dag varð dysturin avlystur. Or­søkin var, at vøllurin á Kingston Park, har dysturin skuldi spælast, er frystur. Nú verður ein nýggjur dagur funnin til hendan dystin. Næsti dysturin hjá eykaliðnum hjá Birmingham verður tí næsta mánadag, tá ið Ingi og teir skulu spæla ímóti eykaliðnum hjá Liverpool. Síðsta vikuskiftið í februar skipaði Fót­bólts­ sambandið fyri dóm­ araskeiði í Havn. FSF ger eitt miðvíst átak fyri at fáa fleiri dómarar til føroyskan fótbólt, og útbúgving er ein partur av átakinum. 15 luttakarar vóru á skeiðnum, sum Niklas á Líðarenda og Jógvan Jensen stóðu fyri. Fýra av lut­t­akarunum hava stað­ið próv­tøkuna, meðan hinir ellivu fara til próvtøku næstu vikurnar. Tá ið teir hava staðið próvtøkuna, verða teir ein partur av dómarahópinum hjá FSF, og arbeiðið sum FSF-dómari kann byrja. Um vikuskiftið var mál­­­mansvenjaraskeið í FSF-húsinum í Havn. Ják­up Mikkelsen og Jens Martin Knudsen vóru skeiðleiðarar, og 9 luttakarar vóru á skeiðn­­ um. Ætlanin var at hava fleiri venjingar uttandura, men veðrið var ikki til vildar, og tí vóru ítróttarhøllin á Hálsi og Badmintonhøllin tikin í brúk til venjing. Á málmans­venjara­ skeiðn­um varð arbeitt við grundleggjandi før­ leik­unum. Farið varð í teknisku smálutirnar, so­leiðis at luttakararnir fingu royndir at standa fyri málmansvenjing. Chelsea-spælarin Glen Johnson slapp ikki við restini av Chelsea- ferðalagnum til ársins stór­­dyst í Europa. Verju­ spælarin skuldi verða við Chelsea í dystinum ímóti Barcelona í Champions League í kvøld, men hann gloymdi passið hjá sær eftir heima. Venjarin Jose Mourinho vísti onga náði á flogvøllinum og bað tann óhepna spælaran fara heim – hann slapp ikki við til dystin. Reykjavíkarskákmótið er ein stór og sterk altjóða talvkap- ping við telvarum úr nógvum londum. Umleið 100 tel- varar eru við í kappingini, og Helgi Dam Ziska er einasti føroyski telvarin í kappingini. Millum teir sterku telvararnar í kappingini eru Ivan So- kolov (Holland), Jan Timman (Holland), Magnus Carlsen (Noreg), Tigar Hillarp Persson (Svøríki) og Shakhriyar Mamedyarov (Aserbadjan), sum er styrkismettur sum nummar 1 í kappingini. Helgi Dam Ziska er skrásettur við styrkistalinum 2286. Fyrsta umfar í Reykjavík Open var mána­kvøldið, og sa- manlagt verður telvað 9 umfør. Seinasta umfarið verður týsdagin 14. mars. Tað ber til at fylgja kappingini á heimasíðuni: www.skaksamband.com/reykjavikopen2006/ FAKTA Ítróttarsosialurin – vit eru har tað hendir .