sunnudagur 5. mars 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 47 - 7. mars 2006
Í samband við at
tað fríggjadagin
10. mars eru 50 ár
síðan Kyndil varð
stovnað, verður
móttøka í Mullers
pakkhúsi sama dag
kl. 16 - 18.
Kyndil 50 ár
Tíðindaskriv
Á skránni til móttøkuna
verður millum annað
heiðran av trimum av
undangongumonnum
felagsins, sum hendan
dagin verða útnevndir
heiðurslimir.
Nýggj fløga við 10
løgum
verður
løgd
fram, og høvi verður hjá
áhugaðum at ogna sær
hana á staðnum. Sangirnir
og løgini eru tey flestu
spildurnýggj og gjørd til
høvið.
Øll handbóltsáhugað,
kyndilsfólk sum onnur, eru
hjartaliga vælkomin, og
er onkur, sum á staðnum
vil heilsa felagnum, so
er hann eisini hjartaliga
vælkomin til tað.
Søga felagsins verður
skrivað í løtuni. Tað er
útvarpsmaðurin
Suni
Merkisstein, sum hevur
átikið sær uppgávuna.
Útgávudagurin er settur
at verða 18. mai.
Verður fyri yngru
liðini fríggjakvøldið og
leygardagin. Flestu feløg
í landinum eru við, og
heiðursmerki verða latin
nr. 1, 2 og 3 í øllum
deildum.
Skráin fyri kappingini er
send feløgunum, men hon
sæst eisini á heimasíðu
felagsins: www.kyndil.fo
Myndaframsýning og
tombola skuldi vera í SMS
hetta vikuskiftið, men av
tí at har verður bygt um,
er framsýningin útsett til
seinni.
Leygarkvøldið 11. mars
verður veitslan í HB-
húsinum.
Bæði í næstbestu
deildini og í
unglingadeildini
hevur Kyndil vunnið
gull
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað tykist, sum er Kyndil
veruliga flúgvandi á
manssíðuni í ár. Besta
mansliðið er sera væl ávegis
at vissa sær sess í FM-
finaluni, og um vikuskiftið
vunnu bæði unglingar og
næst bestu menninir eisini
gull.
Ikki minst var talan um
ein sera spennandi dyst, tá
unglingarnir í oddabrakið
móti Neistanum vissaðu
sær gullið. Neistin kundi
standa seg við javnleiki,
og eitt drúgt skifti vóru teir
fleiri mál á odda. Kyndil
fekk tó bart seg framum,
og bara hálvan minutt fyri
leiklok vóru teir tvey mál
frammanfyri. Tá eydnaðist
tó teimum bláu at minka um
munin, og í evstu løtu áttu
teir aftur møguleika, sum tó
ikki gav úrslit.
1. deild hjá Kyndli spældi
í avgerandi dystinum móti
StÍF, og tann dysturin
endaði við tryggum sigri
til kyndils-menn. Liðið hjá
Kyndli er her ein blanding
av spælarum, sum hava tænt
fyri seg á besta liðnum, og so
nøkrum yngru kreftum, sum
stríðast fyri at vinna seg eitt
fet longur upp.
Veteranarnir hjá VÍF
vunnu leygardagin 2.
deild fyri aðru ferð á
rað
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Teir taka stuttliga til, at
talan í veruleikanum er
um lopfjølina til Atlantic
Airways-kappingina. Mongu
royndirnar, sum liðið hevur
borga í øllum førum fyri
dyggari uppvenjing hjá
yngru spælarum – og kanska
eisini onkrum av teimum
eldru. Eitt nú hava Johnny
Joensen og Áki Olsen báðir
fingið grundvenjingina
á sterka veteran-liðnum,
áðrenn teir í vetur eru slopnir
í part á besta liðnum hjá VÍF.
Og sagt verður eisini, at liðið
í Jóan Paula Høgnesen er í
ferð við at menna enn ein
spælara, sum teir vænta
fer at gera nógv um seg í
framtíðini.
Um árið í ár má ananrs
siga, at úrslitini hava
verið framúr hjá liðnum.
Annað árið á rað komu teir
gjøgnum kappingina uttan
yvir høvur at tapa dyst.
Eisini hóast teir roknaðu
við harðari mótstøðu frá
arvafíggindunum úr Kyndli.
Seinni dysturin millum
tey bæði liðini varð tó av
ongum í ár. Hetta tí Kyndil
ikki møtti til seinna dystin í
Vestmanna.
Seinasta dystin hetta
kappingarárið
spældu
vestmenningarnir
altso
leygardagin. Tann dysturin
var móti StÍF, og vann VÍF
hendan dystin ikki minni
enn 46-18.
Gullveitsla á føðingardegnum
Unglingaliðið hjá Kyndli, sum í sera spennandi dysti vissaði sær gullmerkið fríggjakvøldið
1. deildarliðið hjá Kyndli er ein sterk blanding av ungdómi og rutinu
Kyndil heldur føðingardag
Knotur eru í teimum gomlu
Vinnandi liðið hjá
vestmenningum eftir
seinasta dystin í ár.
Aftast frá vinstru eru
Rógvi Nielsen, Sjúrður
Holm, Finn Jørgen
Olsen, Oyvindur
Brimnes, Einar
Brimnes, Hjalmar
Klein Olsen
Heðin W. Olsen,
liðleiðari, Petur Frank
Joensen, Jóan Pauli
Høgnesen, Bárður
Nielsen, Marner Seloy
og Pauli Zachariassen