Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 5. mars 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Tað er mín greiða fatan, at henda ferðin til India hevur skapt nakrar møguleikar hjá føroyingum at luttaka meira virkið í altjóðagerðini enn higartil, og tí skulu vit taka hesa vinnulívsferð við løgmanni á odda sum eina nýggja byrjan sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum kemur heimaftur í dag Indiaferð Jan Müller jan@sosialurin.fo Í dag kemur føroyska vinnu­ lívsnevndin við løgmanni á odda heimaftur, eftir at hava vitjað í India í 10 dagar. Skráin hevur verið sera fjøl­ broytt og rúgvusmikil. Vitjað hevur verið í 5 ymiskum bý­um í India. Ferðin byrjaði í New Delhi og endaði í Bom­ bay. Vinnusíðurnar hava tos­ að við nøkur av vinnu­lívs­ fólkunum, sum vórðu við á hesi spennandi ferð umframt Jóannes Eidesgaard, løg­ mann sjálvan. Tað er ikki ókent í øðrum londum, at hægsti politiski leiðarin stendur á odda fyri vinnulívsfólki, ið fara út at kanna marknaðir. Hetta var so fyrstu ferð, at okkara løg­ maður er brúktur í slíkum høpi og heldur Jóannes Eid­es­gaard, at hetta hevur verið ein góð byrjan í so máta. Og tað verður neyvan heldur seinastu ferð, at hetta verður gjørt stendur tað til løgmaður og til føroyska vinnulívið, sum eru samd um, at Indiaferðin hevur ver­ið sera væleydnað. Fingið nógv burtur úr – Tað er mín greiða uppfatan, at hesi vinnulívsfólkini eg havi verið saman við í góða viku, hava fingið væl burtur úr og fingið nøkur upplivilsi, sum tey fara at byggja víðari á. Tey hava havt nógvar áhugaverdar sam­røður. Eg veit tó ikki, hvat fer at spyrjast burtur úr ítøkiliga, men tað er alt, sum bendir á, at henda ferð hevur verið ein skilagóð íløga fyri føroyskt vinnulív. Bara tað at man fær hugburðin til at flyta seg frá tí heimliga til at síggja, at møguleikar liggja aðrastaðni enn heima hjá okkum sjálvum, er í sjálvum sær eitt frambrot, tí tað eru jú hesi fólkini, sum í dag sita á teimum týðandi postunum í vinnulívinum, at tey kanska nú fara at hugsa øðrvísi, sum ger, at onnur fara at hugsa øðrvísi. Tað er mín greiða fatan, at henda ferðin hevur skapt nakrar møguleikar hjá før­ oyingum at luttaka meira virkið í globaliseringini enn higartil. Løgmaður sigur seg ann­ars vera kløkkan av, at ferðin til India hevur fingið negativa og misvísandi umrøðu í Før­ oy­um, tí veruleikin er beint tann øvugti. – Spyrjið vinnu­ lívsfólkini, hvat tey hava fing­ið burtur úr ferðini, og tit fáa eina heilt aðra mynd. Um fyritøkurnar, sum hava verið við í India, eru úr 1. ella triðju deild vil eg ikki fyrihalda meg til. Eg haldi, at luttakararnir á Indiaferðini hava verið kompetent og góð umboð fyri føroyskt vinnu­­lív. – Globaliseringin er ikki ein spurningur um keyp og sølu, soleiðis sum vit vanliga hugsa. Altjóðagerðin snýr seg um at virka saman, har báðir partar hava fyrimunir. T.d. kunnu føroysk virki fáa kostnaðar- og vitanartungar upp­gávur gjørdar í India, so­leiðis at man seinni kann fáast við nakað annað í Før­ oy­um. At man lyftir ar­beiðs­ pláss­ini heima hjá sær sjálv­ um upp á eitt hægri støði. Tað eru ótald dømi um, at danskar og norðurlendskar fyritøkur seta seg niður í India. Tað er tí, at man sær stórar fyrimunir við hesum. Løgmaður heldur tað var rætt at velja India framum t.d. Kina. Bæði Kina og India eru áhugaverd. Men vit mettu at málsligu forðingarnar vera minni í India. At India er áhguaverd í dag talar tann sannroynd fyri, at Ísland júst hevur latið upp sendistovu í India. Tað má vera tí, at tey leggja stóran dent á India. Nýggjur partur av løgmansuppgávuni Hvat hevur túrurin havt at siga fyri løgmann! – Hetta er so ein nýggjur partur av uppgávuni hjá løg­ manni. Eg havi kent tað sum eina góða og rætta uppgávu at hjálpa vinnulívinum við at gera mítt til at lata hurðar upp. Kann eg vera medvirkandi til, at føroyskar vinnur kunnu lyfta seg upp enn meira, so er ferðin væl­ eydnað. Fyri Jóannes Eidesgaard hevur ferðin eisini verið ein seta stór uppliving og hev­ur givið honum nógv gott í beinið. – India er eitt ótrúliga samansett land. Fólk­ið er ómetaliga blítt. Her er stórur munur millum rík og fátækk. Her upplivir tú stórar mótsetningar. Fyrst sær tú øgilig háhús fyri so at síggja fólk búgva á gøtuni. Tað sosiala gapið er tí sera vítt. Men her er eisini eitt blómandi vinnulív, sum vit í Føroyum kunnu fáa gleði av. Og tað haldi eg henda ferðin longu hevur prógvað. Nú vil tíðin so vísa, hvat fer at koma burtur úr. Nr. 47 • týsdagur • 7. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Jóannes Eidesgaard, løgmaður um Indiaferðina: Skilagóð íløga fyri føroyskt vinnulív Her er føroyska ferðalagið á veg til India Mynd Símun Jóannesarsson