sunnudagur 5. mars 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Eg havi fingið
staðfest, at tað ber
til at arbeiða saman
við indarum, og vit
kunnu brúka sam
bondini vit hava
fingið. Vit hava fingið
kontaktir innan KT,
sum vit skulu til at
menna víðari sigur
stjórin á Elektron,
Niels Christian
Nolsøe
Indiaferð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Tað er sera týdningarmik
ið, at vit síggja, hvat hendur
í heiminum rundan um
okkøum, ikki minst fyri at
fáa ein varhuga av, hvar vit
sjálvi eru í øllum hesum sigur
Niels Christian Nolsøe, stjóri
á Elektron, sum hevur verið
við í føroyska ferðalagnum
í India.
Hann heldur fyri, at nógv
gott er komið burtur úr ferð
ini: – Skal eg tosa fyri mína
egnu bransju, so hava vit
fingið staðfest, at India er
sjálv softwarefabrikkin í
heiminum. Sera nógv av soft
warenum í øllum heiminum
verður framleitt í India. Og
tí hava tær flestu stóru KT
fyritøkurnar í heiminum so
sum Micosoft, IBM osfr.
sínar menningarstøðir her
í India.
Hesin túrurin hevur víst,
at vit í Føroyum hava ikki
borið okkum rætt at. Eg
visti undan ferðini, at India
hevði stóran týdning á KT-
økinum, men nústaðni skilji
eg hví. India hevur stóran
týdning fyri, hvussu okkara
vinna fer at menna seg. Vit
í Føroyum kunnu fáa stóra
nyttu av gongdini í India.
Okkara kappingarneytar
brúka India. Íslendingar og
londini rundan um okkum
hava leingi troytt samstarv
við India til egnan fyrimun.
Tey hava tætt samstarv við
indarar, og tað verður so
sanniliga eisini neyðugt hjá
okkum, um vit skulu yvirliva
í framtíðini sum KT vinna.
Niels Christian vísir á,
at tey hava fingið nakrar
týðandi kontaktir í India.
Hvussu tað so fer at enda
vil tíðin vísa. Hann sigur
seg hava fingið bilbukt við
mentalar forðingar. Og hann
sigur seg hava fingið fult for
stáilsi fyri, at vit mugu broyta
mátan at arbeiða uppá.
– Eg havi eisini fingið stað
fest, at tað ber til at arbeiða
saman við indarum, og vit
kunnu brúka sambondini vit
hava fingið. Vit hava fingið
kontaktir innan KT, sum vit
skulu til at menna víðari.
Talan kann m.a. verða
um at lata fyritøkur í India
gera partar av vøru, sum
skal gerast í Føroyum, men
eisini har tað eru ætlanir
um at gera ymiskt til euro
peiska marknaðin. Vit hava
í Føroyum ikki nóg nógv
fólk til at taka sær av øllum
uppgávunum, og tá kann
samstarv við m.a. India
koma væl við.
Kina rætta valið
Men hví ikki heldur fara til
Kina ella til londini í OECD,
sum hevur verið frammi í
fjølmiðlunum?
–Fyri okkum er India
meira áhugavert enn Kina,
tí India er softwarefabrikkin
í heiminum. Kina er meira
hardwarefabrikkin, har tú
framleiðir fartelefonirnar
og teldurnar, og tað er ikki
so áhugavert fyri okkum á
Elektron.
Tað hevur eisini nógv at
siga, at meðan India er eitt
demokrati, so er Kina eitt
diktatur. Og demokrati er ein
fyrimunur og meira haldbart
í longdini, hóast tað kann
taka eitt sindur longri tíð.
Niels Christian Nolsøe er
sannførdur um, at tað er rætt
at gera slíkar vinnuferðir
og til tey, sum eru skeptisk
sigur hann, at tað uttan iva
eru føroyingar, sum eru
ivasamir, um tað er skilagott
at fara av landinum í heila
tikið. –Um man trýr tað er
betri at sita hendur í favn
heima í Føroyum og lata
tingini henda rundan um
seg, so kann eg bert siga, at
vit tvørturímóti mugu fara
út um bøgarðarnar at síggja
heimin uttan um okkum.
Hetta er tí ikki tann sein
asta ferðin av slíkum slag.
Vit øll, sum eru við á hesi
ferðini, eru samd um, at
hetta var eitt gott initiativ
og hava heitt á løgmann um
at endurtaka hetta. Hetta er
avgjørt neyðugt, um Føroyar
skulu vera við í kappingini.
At vit síggja, hvussu tingini
eru í heiminum rundan um
okkum.
Samvinna við India
stóran týdning
fyri okkum
Løgmaður her saman við starvsfólki hjá Vónini, sum í løtuni er
á indiskari netaverksmiðju og hevur eftirlit við arbeiðinum at
gera partar av stórari nót
– Tað hevur alstóran
týdning at kunna
senda lyklapersónar
í vinnuni avstað
saman heldur Áki
Johannessen á
Menningarstovuni
Indiaferð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Áki Johannessen umboðaði
Menningarstovuna á India
túrinum. Hann hevur verið
við til at fyrireika fleiri
slíkar ferðir í útlandinum
eitt nú í baltisku londunum,
Ruslandi
og
Íslandi.
Hann sigur, at tað er sera
umráðandi at fyrireika
slíkar túrar ikki minst fyri
lyklapersónar í føroyskum
vinnulívi. Hetta at so nógvir
vinnulívsmenn eru saman
á slíkari ferð ger jú eisini,
at teir koma heimaftur við
somu upplivingum, sum teir
so kunnu breiða út í sínum
fyritøkum og arbeiðsum
hvørvum. Tá tú hugsar um,
hvussu lítið land Føroyar
eru, so skal rættiliga lítið til
fyri at venda skútuni. Hann
roknar heldur ikki við, at
tað finst nakað annað land,
sum megnar at fáa 30 av
sínum mest framstandandi
vinnulívsfólkum við á eina
slíka ferð. Tí metir hann
Indiaferðina, sum bæði
neyðuga og skilagóða.
– Tá vit tosa um altjóða
gerð, so hugsa vit kanska
mest um Kina, Baltikum,
Rusland osfr. Tað er nógv
lættari at tosa við ein ind
ara enn ein kinesara, tí
her tosa øll enskt. Tey eru
eisini sera áhuga í at tosa
um fiskivinnusamstarv, tí
tey troyta als ikki allar fiska
stovnarnar, tí tey hava ikki
førleikan. Men leggja vit
okkara og teirra fyrimunir
saman, so kunnu vit koma
langt. Kunnu vit menna
okkum sjálvi og okkara
samstarvspartnarar antin
teir eru í India, Kina ella
Baltikum, so standa vit
nógv sterkari.
Tað tekur sjálvandi tíð at
seta í verk nýggjar ætlanir
men øll koma aftur við
nógvum ríkum upplivingum
og kenslum og kontaktum,
sum kunnu blíva til nakað
uppá sikt. Tað er ikki bara
tað tú sær á slíkari vitjan,
sum er gevandi. Eisini
hetta at fólk eru saman og
uppliva nakað nýtt hevur
týdning líka mikið, hvar tú
er stæddur.
Áki Johannessen heldur
tí, at vit føroyingar eiga tí
avgjørt at gera fleiri líkn
andi túrar, tó at teir ikki
allir nýtast at líkjast og
vera so breiðir. Teir kunnu
eisini umfata eina einstaka
bransju. Áki leggur eisini
dent á ta sannroynd, at vit,
sum eru vaksin upp í tveim
um mentanum, tí føroysku
og tí donsku, hava kanska
eisini lættari við at umstilla
okkum.
Eins og kanningar
ferðin hjá Pløjen
amtmanni í Hetlandi
gjørdi tað fyri 150
árum síðani – kann
indiavitjanin eisini
flyta mørk
Indiaferðin
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Fyri 150 árum síðani var
tað ein kanningartúrur, sum
Pløjen amtmaður skipaði
fyri í Hetlandi, ið setti gongd
á føroyska fiskivinnu. Tað
var tá, at føroyingar lærdu at
fiska. Indiaferðin kann vera
startskotið til, at vit duga at
fóta okkum í altjóðagerðini.
Slíkar ferðir sum henda
til India er við til at flyta
mørk og skapa grundarlag
fyri nýggjari menning sig
ur Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum júst aftur
komin av drúgvari kanning
arferð í India.
– Vit áttu at gjørt meira á
hesum øki. Tað, at løgmaður
er við, ger, at tú fær latið
upp heilt aðrar hurðar, enn
um tú bara fór einsamallur.
Tað skal vera mín inniliga
áheitan á eitt nú politisku
skipanina í Føroyum, at fleiri
slíkar ferðir verða gjørdar
komandi árini. At løgmaður
ella landsstýrismenn í størri
mun fara út í stóru verð
saman við føroyskari vinnu.
Sjálvandi er tað vinnan, sum
skal syrgja fyri, at tað kemur
nakað ítøkiligt burtur úr.
Men ein ráðharri hevur ein
øgiligan møguleika fyri at
lata hurðar upp. Hetta sóu
vit t.d. í Cochin í Suðurindia,
har løgmaður varð móttikin
og uppvartaður sum ein for
seti.
Tað hevur tí ómetaliga
nógv at siga, at politiska
skipanin fylgir við.
Jan Mortensen sigur, at tey
einstøku virkini sjálvi mugu
siga, hvat tey hava fingið
burtur úr, men sjálvur heldur
hann, at samanumtikið er
sera nógv gott komið burtur
úr hesi vitjan. Bæði ítøkilig
mál og mál, sum liggja í
stoypiskeiðini.
Tað er India, sum er in í
løtuni, og tað er neyvan held
ur av tilvild, at amerikanski
og australski forsetarnir júst
hava verið her á odda fyri
stórum vinnulívsnevndum.
Ísland hevur júst latið
upp sendistovu her, tí teir
síggja, at her liggja stórir
møguleikar. Jan Mortensen
vísir á, at vit longu hava dup
ultskattasáttmála við India.
Tað er eingin trupulleiki at
flyta fisk til India og virka
hann har og síðani flyta
lidnu vøruna út aftur. So
leingi tú innflytur fyri at
útflyta er eingin trupulleiki
vísir hann á sum dømi um,
hvat kann gerast og vísir á,
at samanumtikið eru spírar
lagdir. Eitt nú hevur felagið
Simprentis fingið fótin innan
fyri í indisku oljuverðini,
Thor í Hósvík hevur fingið
tætt samband við skipa
fyritøkur, Elektron og pen
ingastovnarnir hava fingið
samband við fyritøkur, sum
vilja samvinna osfr.
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum:
Indiavitjanin
kann flyta mørk
Koma heimaftur við
somu upplivingum
Nr. 47 - 7. mars 2006
16