sunnudagur 5. mars 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Vit hava fingið
nakrar sera positivar
og spennandi kon
taktir. Hjá okkum er
tað ikki so nógv ein
spurningur, um vit
her og nú skulu inn-
ella útflyta nakað.
Harafturímóti er tað
týdningarmikið at
síggja, hvussu nógvir
møguleikar eru fyri
partanaraskapi og
samstarvi
Indiaferð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Ein av teimum tungu vinnu
lívsmonnunum, sum eru
við í Indiaferðalagnum
er Andras Róin, stjóri í
Føroya Tele. Hann sat í
bussinum á veg frá milli
ónabýnum Bombay og út á
flogvøllin, tá vit hittu hann
í telefonini.
Andras sigur seg hava
fingið nógv burtur úr.
– Eg komi ikki heimaftur
við nakrari ávísari avtalu,
men her eru sera nógvir
møguleikar fyri samstarvi.
At koma heimaftur við so
nógvum upplivingum hev
ur fyri mín part gjørt, at
altjóðagerðin er komin
inn undir húðina. Soleiðis
kenni eg tað. Hetta er sjálv
andi eitt sera stórt land, men
eg eri sannførdur um, at vit
kunnu læra nógv av India.
Vit eru ikki frammanfyri
teir. Vit skulu veruliga
taka okkum saman og
lata eyguni upp og síggja,
hvat fyrigongur uttanfyri
okkara egnu klettar. India
er nógv meira globaliserað,
enn Føroyar eru tað. Tað
er eitt sindur hugstoytt,
tí í veruleikanum eru vit
als ikki við í hesi globali
sering.
Andras Róin vísir á, at
uttan mun til um vit her
og nú kunnu innflyta ella
útflyta nakað, so er sam
starv tað mest týdningar
mesta. Aftrat tí er tað eisini
týdningarmikið, at so nógv
vinnulívsfólk umboðandi
so nógvar ymiskar bransjur
kunnu vera saman og hava
góðar umstøður at diskutera
tingini. Tú fær ein annan
máta at vera saman uppá,
og nú vit koma heimaftur,
hevur tú eina størri fatan
av, hvat aðrir føroyingar
gera eisini.
– Vit hava lyndi til
heima at sita og stríðast
móti hvørjum øðrum, ant
in talan er um grannan
ella grannabygdina. Tá tú
er í Bombay millum allar
hesar milliónirnar, so sær
tú, hvussu nógv tað hevur
at siga at kunna standa
saman. Saman hava vit ein
møguleika. Her í India við
øllum milliónunum ber til
at standa saman og fáa tað
besta burtur úr. Tað kunnu
vit læra av og her ikki minst
toleransu.
Føroya Tele stjórin sigur
seg hava fingið nakrar sera
positivar og spennandi
kontaktir. – Hjá okkum er
tað ikki so nógv ein spurn
ingur, um vit skulu inn-
ella útflyta nakað. Men
harafturímóti at síggja,
hvussu nógvir møguleikar
eru fyri partanaraskapi
og samstarvi. Tað eru
nógvar indiskar fyritøkur,
sum arbeiða globalt. Tær
eru sera opnar og eg havi
kent tað so, at tær eru sera
hugaðar fyri samvinnu
við okkum í Føroyum eis
ini. Enn er so einki undir
skrivað, men eg skal ikki
útiloka, at her fer at henda
nakað.
Lítla føroyska fyri
tøkan Simprentis,
sum heldur skeið í
oljufrálæru, hevur
eftir øllum at døma
fingið samstarv við
risastóra almenna
indiska oljufelagið, ið
hevur 350.000 fólk í
arbeiði.
Indiaferð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Millum luttakararnar á India
ferðini var eisini Ólavur
Ellefsen, stjóri í fyritøkuni
Simprentis, sum nú í fleiri ár
hevur roynt seg á einum fyri
føroyingar heldur óvanligum
marknaði, nevniliga skeið
virksemi í oljuvinnuni.
Eftir at hava verið við til
at útvikla eitt serstakt teldu
programm, sum hevur til
endamál at læra fólk grund
reglar og innlit í eitt nú olju
leiting, hevur Ólavur Ellef
sen gjørt eitt stórt arbeiði
fyri at marknaðaføra hesa
heldur sjáldsomu vøruna
í útlandinum. Hann hevur
verið í fleiri londum og
hildið skeið eitt nú í Suður
amerika. Hesaferð stóð
skjóttvaksandi og risastóra
indiska oljuvinnan fyri
tørni. Almenna indiska olju
felagið hevur 350.000 fólk
í arbeiði.
Ólavur Ellefsen sigur, at
tað er øgilig styrki at hava
løgmann við fyri at lata hurð
ar upp. – Eg hevði m.a. fund
við leiðsluna í ONGC, sum er
tað stóra almenna oljufelagið
og sum stendur 80% av
allari oljuframleiðsluni. Ein
av orsøkunum til at gekk so
væl og skjótt hjá Ólavi at
koma í samband við nakrar
av ovastu leiðarunum har
var tann, at løgmaður hevði
boðið teimum til móttøku
kvøldið fyri.
– Tað hevur gingið sera
væl. Eg havi verið til fýra
fundir og tríggir teirra hava
verið sera góðir. Hóast hann
ikki hevur undirskrivað
sáttmála, so kennir Ólavur
tað so, at hann hevur gjørt
tríggjar sáttmálar undir
vitjanini og hesir fevna um
skeið og venjing innan olju
í telduhøpi.
Ólavur sigur, at India er
sera áhugavert at vitja, tí
tey leggja seg nógv eftir
at útbúgva fólk. Tey tosa
væl enskt, og føroyingar
skilja helst betri tann ind
iska kulturin enn t.d. tann
kinesiska, um valið skuldi
staðið millum hesi londini.
Ólavur heldur tað vera týdn
ingarmikið eisini fyri eina
lítla fyritøku sum hansara at
fylgja við og vera úti um seg
úti í heimi. – Eg havi hoyrt
um atfinningar móti okkara
vitjan í India heimaífrá. Og
til tað kann eg bert siga, at
tað er ótrúliga vánaligt, at
tað eru røddir í Føroyum,
sum hava so ilt av, at man fer
út í verðina. Vit rinda sjálvir
fyri ferðina, og eg meti hetta
at vera eina skilagóða íløgu
fyri mína fyritøka, so tann
atfinningarnar móti ferðini,
eru eitt skot langt við síðuna
av.
Stjórin í Føroya Tele:
Fingið
altjóðagerðina
undir húðina
Føroyingur læra indarar
at leita eftir olju
Ólavur Ellefsen er sera væl nøgdur við úrslitið av Indiaferðini
Nr. 47 - 7. mars 2006
17
Nógv varð gjørt burtur úr løgmanni og føroysku vinnulívsfólkunum í Cochin sum er høvuðs fiskivinnubýurin í India.