Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 5. mars 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 47 - 7. mars 2006 – Ein fyrimunur er, at teinurin at sigla til Indiu er einar 14 dagar styttri enn teinurin til Kina, arbeiðslønin er nógv lægri og allir indarar, sum fáast við forrætning, tosa væl enskt. Vansin kann vera, at veðurlagið í Indiu er heitari enn í Kina, men teir trupulleikarnir kunnu loysast, sigur Rói Egholm, sum umboðaði Farex á ferðini í Indiu Indiaferð Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Rói Egholm, sum starvast á fyritøkuni, Farex, er ein av teimum, sum hevur vitjað í Indiu saman við øðrum før­ oyingum. Sosialurin hitti hann í telefonini mánadagin, sum ferðalagið skuldi koma heim­ aftur úr Indiu týs­náttina. Men Rói kemur ikki heim í hesum umfari. Tá ið før­oyska ferðalagið kemur aftur til Keypmannahavnar og kemur víðari heim til Føroya, fer Rói beinleiðis til Spaniu í arbeiðsørindum. Fleiri økir Rói Egholm heldur, at vitj­ anin í Indiu hevur verið sera áhugaverd og forvitnislig. – Jú, eg haldi, at møguleikar eru fyri samstarvi millum londini á nógvum økjum. Vit eru sterkir á nógvum økj­um og indarar á øðrum. Uppgávan verður nú at finna út av, hvar og hvussu londini best kunnu samstarva. Rói heldur, at ein møguleiki hjá okkum føroyingum er at virka nakrar av teimum fiskavørum í Indiu, sum ikki loysa seg at virka í Før­ oyum. – Vit eru kappingarførir á summum økjum, men ikki á øðrum økjum, tí ávís fiskasløg, fiskastøddir og framleiðslur eru so arbeiðs­ krevjandi. Hann heldur, at í einum samstarvi við indiskar fram­ leiðarar, kundu vit latið ind­ arar eitt nú virkað smáan upsa og pelagisk fiskasløg til matna, sum síðan kunnu seljast aftur á evropeiska marknaðinum. Rói vísir á tær veldugu nøgdirnar av eitt nú svart­ kjafti, sum føroysku skipini veiða. – Í einum slíkum sam­ starvi kundu vit í staðin lagt uppaftur størri dent á tær framleiðslur, har vit eru kappingarførir – og soleið­is fingið meira burtur úr hes­ um. Hann heldur, at hetta hevði skapt eina synergi-effekt, sum hann tekur til. Farex arbeiðir við feskum fiskavørum, men hevur nógv samstarv virkir, sum virka og frysta fiskavørur, og fe­lagið hevur eisini samstarv við skip og bátar. Fyritøkan hevur saman við øðrum fiskavirkið í Kaldbak, har tey eisini arbeiða við feskum fiskavørum. Standa saman Rói Egholm heldur, at ferðin í Indiu í ein ávísan mun eisini hevur verið við til at samansjóða føroyskt vinnulív. – Nógv hevur verið tosað, og nógv hevur verið mett um møguleikarnar at arbeiða saman, soleiðis at sum mest kann fáast burtur úr einum møguligum samstarvi í Før­oyum við vinnulívið í Indiu. Hann heldur, at skulu før­­oyskar fyritøkur, virkir og skip, fáa gagn av einum komandi samstarvi við Indiu, er neyðugt, at vit standa saman. – Eg trúgvi, at ferðin sakt­ ans kann verða viðvirkandi til, at føroysk vinna fer at standa betur saman, enn hon hevur gjørt. Rói heldur, at ein byrjan til samstarv á fiskivinnuøkin­ um kundi verið, at nøkur virkir í Føroyum tóku seg saman og gjørdu sær nakrar royndir við at senda fisk til virkingar í Indiu. – Tað hevði ikki verið rætt av okkum at ”lopið” út í nakra ógvusliga verkætlan í fyrstu atløgu, men vit eiga í felag at gera okkum nakran royndir. Hann heldur, at fíggingar­ stovnarnir høvdu eisini verið betri at tosa við, um nøkur feløg stóðu saman um hesar ætlanir. – Slíkar ætlanir eru kostn­ aðarmiklar, men vóru vit fleiri, hevði váðin eisini verið lutfalsliga minni, um ætlanin ikki bar á mál. Eydnaðist ætlanin hinvegin, hevði tað eisini havt stóran týdning, at fleiri stóðu saman um at menna tað, sum kemur burtur úr. Rói heldur, at tað er ógvu­ liga umráðandi í slíkum verk­ætlanum langt burtur í heimi, at føroyingar standa saman og gera veruligar royndir saman, og hann held­ ur, at hugburðurin í so máta hjá teimum, sum hava verið við á ferðini í Indiu, er sera positivur. – Eg eri sannførdur um, at tað eru møguleikar í vinnu­ ligum samstarvi millum lond­ ini, men tað er eingin ivi um, at neyðugt verður at arbeiða – og gera ein felags innsats, um veruligar verkætlanir skulu setast á kjøl. Fyrimunir í Indiu Tað er alment kent, at feløg í okkara grannalondum, eitt nú Noreg og Íslandi, hava fingið í lag samstarv við vinnulív í Kina, har fiskur úr Norðuratlantshavi verður virkaður av bíligari kinverskari arbeiðsmegi og seldur aftur á evropeiska marknaðinum. Vit spurdu eisini Róa, um hann sær nakrar fyrimunir við, at okkara samstarv í staðin kundi verið við ind­ iskt vinnulív. – Ein av fyrimununum er, at teinurin at sigla til Indiu er einar 14 dagar styttri hvønn vegin enn teinurin til Kina – og hetta er avgjørt positivt, sigur hann. Aftrat hesum kemur, at arbeiðslønin í Indiu er nógv lægri enn arbeiðslønin í Kina. – Í triðja lagi tosa allar ind­ arar, sum fáast við forrætning, væl enskt, og hetta stavar frá tøttu bondunum, sum vóru millum Bretland og India. Eisini hetta er ein stórur fyriminur, sigur Rói. Stjórin í Føroya Fiska­ virking, Meinhard Ja­cob­ sen, hevur sagt, at fyri ein arbeiðstíma í fiska­virk­is­ vinnuni í Føroyum fært tú 16 arbeiðstímar í Kina. Rói Egholm sigur, at í Kina er verulig forrætning við at koma í at arbeiða fyri aðrar, og tað kann í longdini gera, at fyrimunirnir at virka fiskin í Kina gerast minni enn teir hava verið. Hann sigur, at ein ar­beiðs­ tími í fiskavirkis­vinnuni í Føroyum røkkur til 40 tímar í indisku fiskavirkisvinnuni. Samstarv við Indiu fyrimunir fram um samstarv við Kina – Eg eri sannførdur um, at tað eru møguleikar í vinnuligum samstarvi millum londini, men tað er eingin ivi um, at neyðugt verður at arbeiða – og gera ein felags innsats, um veruligar verkætlanir skulu setast á kjøl, sigur Rói Egholm