Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 5. mars 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 7. mars 2006 19 – Ein vansi við framleiðslu í Indiu í mun til í Kina er veðurlagið, sum er nógv heit­ari í Indiu. Men í einum samstarvi millum føroyskt og indiskt vinnulív, eiga vit sjálvandi at verða við til at leggja indarum lag á, hvussu teir kunnu gera. Í hesum føri hevði verið neyðugt við eini ávísari køling, so fisk­ urin ikki ferst undir fram­ leiðsluni. Rói vísir á, at føroyingar hava alla vitan, sum er neyð­ ugt í hesum sambandi, og tí átti hetta ikki at verið tann stóri trupulleikin. – Tað vil altíð vera soleið­ is, at vit ynskja at tryggja okkara vørur, og eitt komandi samstarv millum Føroyar og India eigur sjálvsagt at ganga báðar vegir, soleiðis at vit fara til teirra við okk­ ara vitan og royndum, sam­ stundis sum teir gera eina tænastu fyri okkum. Finna felagsnevnarar Hann vísir á, at føroyska ferðalagið hevur sæð ein hóp í Indiu hesar dagarnar, ferðast hevur verið í landinum. – Nú vit koma heimaftur, mugu vit seta okkum nið­ ur og finna nakrar fe­lags­ nevnarar og síðan kon­sen­ trera okkum um tað, sum samstarvið millum londini bæði kann byggja á, heldur Rói Egholm. – Ferðin í Indiu kann saktans verða viðvirkandi til, at føroysk vinna fer at standa betur saman, enn hon hevur gjørt, heldur Rói Egholm Pelagisk fiskasløg og smáur upsi eru fiskasløg, sum Rói Egholm heldur, at vit í góðum samstarvi í Føroyum kunnu senda til virkingar í Indiu - Fólk á fiski­rann­ sóknar­stovninum í Kochi vístu stóran áhuga fyri føroysku fiskivinnuni og serliga tí partinum av fiskiflotanum, sum fiskar til havs, sigur Hjalti í Jákupsstovu Indiaferð Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, er millum føroyingarnar, sum hava vitjað í Indiu. Hann segði áðrenn heim­ ferðina í gjár, at hetta hevur verið ein stak áhugaverd ferð, har ferðalagið hevur sæð ein hóp. – Jú, hetta hevur verið stak áhugavert. Vit hava fing­ið eina rúgvu av kunn­ing upp á fáar dagar, og vit hava havt fyrstu eftirmetingina, meðan vit hava verið her niðri. Nú vit koma heimaftur, og vit hava sodnað nakað av hesum, fara vit at meta um, hvussu vit ítøkiliga kunnu fáa nakað burtur úr hesi ferð­ini. Framkomin stovnur Hjalti sigur, at ein av mest áhugaverdu vitjanunum – fyri hansara viðkomandi, var ein vitjan á stóra fiski­ rannsóknarstovninum í Kochi, sum er meginstøð fyri aðrar fiskirannsóknarstovur í Indiu. – Her arbeiðir ein ør­ grynna av fólki, og eg haldi, at eini 150 fólk á hes­um stovni hava doktara­heiti. Hjalti sigur, at hetta er ein stovnur á høgum stigi og við stórum kunnleika á sínum øki. Stórur áhugi – Eg fekk varhugan av, at hetta eru rættilig skilafólk, og eg ivist onga løtu í, at vit hava nógv at læra av hvørjum øðrum. Hann sigur, at indiska fiskivinnan í stóran mun gongur fyri seg í smáum bátum, meðan okkara fiski­ vinna fer langt til havs og eisini á fjarleiðir. – Fólk á stovninum í Kochi vístu stóran áhuga fyri føroyska fiski­ skipaflotanum og serliga tí partinum, sum fiskar til havs. Hjalti sigur, at indarar eitt nú halda seg eiga ein tunfiskastovn, sum lítið verður troyttur, og sum teir lítið fáa burtur úr sum er. Tí eru teir ógvuliga áhugaðir í at fáa føroyingar at hjálpa sær í gongd við hesi veiði. Alt við hond – Vit vóru á nógvum áhuga­verdum vitjanum og alla­staðni, har fólk fingust við fiskaframleiðslu, ar­beiddu tey við hond. Serliga sóu vit virking av rækjum og høgguslokki, og sjálvt rækjurnar vórðu avhøvdaðar og pilkaðar við hond, sigur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni. Hann sigur, at teir sóu at kalla ongar maskinur, bert onkur bond, sum eitt nú førdu rækjur í kør til kóking. Hjalti í Jákupsstovu sig­ ur, at hann hevur fingið tær adressur, heimasíður og sambond, sum Fiski­rann­ sóknarstovan hevur brúk fyri í einum møguligum sam­starvi við indiska stovn­ in. – Nú fara vit sum nevnt at sodna tað, sum komið er burtur úr. Tað er ikki bara at leypa avstað út í samvinnu við so fjarskotið og stórt land, men eg eri sannførdur um, at møguleikar eru fyri samvinnu millum londini á fleiri økjum, sigur Hjalti í Jákupsstovu. Indarar: Vísa føroysku fiskivinnuni stóran áhuga Hjalti í Jákupsstovu letur væl at India-ferðini Mynd: Vilmund Jacobsen Indarar fiska mest í smáum bátum, meðan føroyingar fiska til havs Mynd: Rógvi Mouritsen