sunnudagur 5. mars 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Ferðin hjá før
oyskum vinnulívs
fólki í India hevur
verið sera væleydnað
og vit hava fingið
nógv burturúr, sigur
Egil Olsen, stjóri í
Faroe Marine Biotech
Føroyskt vinnulív
í India
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta hevur verið ein veld
ug succes.
Egil Olsen angra, angrar
ikki eina løtu, at hann tók
av tilboðnum um at fara til
India saman við eini stórari
føroyskari sendinevnd við
sjálvum Løgmanni á odda.
Hesar seinastu dagarnar
hevur ein stór, føroysk sendi
nevnd av vinnulívsfólki ferð
ast í India við tí endamáli at
vita um tað ber til føroyskum
vinnulívi at troyta nýggjar
leiðir í hesum velduga landi
í fjareystri.
Egil Olsen, stjóri í Faroe
Marine Biotech, er ein av
teimum útvið 30 føroysku
vinnulívsfólkum, sum gjørdi
av at taka av tilboðnum at
vera við á ferðini.
Føroyska sendinevndin
kemur aftur í dag og Egil
Olsen kann heilt stutt stað
festa, at ferðin hevur verið
avbera væleydnað.
Men hann er fullvísur í, at
tað, sum hevur gjørt ferðina
so væleydnaða, er, at tað var
sjálvur løgmaður, sum stóð á
odda fyri sendinevndini.
– Eg síggi ikki føroyskan
uttanríkisplitikk soleiðis, at
vit skulu leggja okkum út
í politisk mál úti í heimi.
Eg síggi føroyskan uttan
ríkispolitikk meiri soleiðis
at vit skulu brúka hann til
at knýta handilssambond,
sigur hann
- Og í hesum føri má eg
ásanna, at Løgmaður hevur
av sonnum latið dyr upp fyri
okkum, sum annars høvdu
verið afturlætnar.
Hann sigur, at tað, at løg
maður var við, gav ferðini
ein formligan dám.
– Allastaðni varð hann
móttikin sum ein statsmaður
og indarar lótu allar dyr
upp. Og saman við donsku
sendistovuni í India, hevur
løgmaður gjørt sítt til, at
vit sluppu at hitta tey røttu
fólkini.
– Skuldu vit farið avstað
sum einstaklingar, høvdu
vit als ikki fingið so nógv
burturúr. Men løgmaður og
danska sendistovan hava
gjørt eitt stórt arbeiði at
leggja ferðina til rættis og
við at syrgja fyri at vit hittu
tey røttu fólkini.
Størsta forðingin
er sálarlig
Sostatt ger Egil Olsen øllum
teimum til skammar, sum
av ymsum orsøkum hava
funnist at ferðini. Bæði
vinnulívsfólk, íslendskur
professari og politikararar
hava niðursáplað ferðina
av ymsum orsøkum. Ein
atfinning hevur verið, at
India er eitt tað torførasta
landið yvirhøvur at sam
starva við, tí tað er ikki limur
í EFTA og hevur so nógvar
handilsforðingar, at tað er
mestsum burturspilt arbeiði
yvirhøvur at royna at koma
upp í part har.
Somuleiðis hevur løgmað
ur verið fyri atfinningum tí
at hann skal hava standa
á odda fyri eini ferð, sum
hesari, ið fammanundaner
skýrd at vera nyttuleys.
– Eg skilji ikki atfinning
arnar og eg má viðganga, at
tær harma meg, sigur Egil
Olsen.
Hann sigur, at hann hevur
havt nakrar langar og strævn
ar dagar í India og hann
hevur hitt nógv fólk, men
handilsforðingum hevur
hann ikki hitt.
– Veruleikin er nokk
tann, at tær forðingar, sum
eru, eru fyri tað mesta í
hugaheiminum á summum
politikarum, vinnulívsfólki
og serfrøðingum annars, tí
veruligar eru hesar forðingar
ikki. Talan er sostatt meiri
um sálarligar forðingar enn
um ítøkiligar forðingar.
Egil Olsen vísir á, at verða
vørur fluttar úr Føroyum til
India at verða meiri virkaðar
og síðani útfluttar aftur til
USA, er tollurin onkustaðni
ímillum 0 og 4%.
– Tað er heilt vanligt,
at vørur verða fluttar úr
Evropa til India at verða
virkaðar víðari og so verða
tær sendar aftur á marknaðin
í Evropa.
Summi hava víst á, at tað
hevði loyst seg betri at farið
eina slíka ferð til Kina.
Egil Olsen sigur, at fyri
munurin við samstarvi við
India, framum samstarvi við
Kina, er júst tann, at í India er
arbeiðsmegin ógvuliga væl
útbúgvin á nógvum økjum.
Harafturat duga øll enskt og
duga sostatt at samskifta á
enskum og tað er ikki altíð
støðan í Kina.
Stórir møguleikar hjá
føroyskum vinnulívi
Men kunnu vit so fáa burt
ur úr einum samstarvi við
India?
– India er eitt ómetaliga
stórt land og tað, sum vit
mest fáa fatan av, er, hvussu
fátækt og tilafturskomið
landið er.
– Men veruleikin er eisini
ein heilt annar. Veruleikin
er, at India er eitt land
við eini sera vælútbúnari
arbeiðsmegi á nógvum økj
um. Samstundis eru teir fult
út førir fyri at samskifta á
enskum og teir eru vanir at
arbeiða á altjóða støði. Og so
er talan um eitt land við sera
sera lágum kostnaðarstøði.
Hann sigur, at júst hetta eru
grundleggjandi viðurskifti í
sambandi við eitt sínamillum
samstarv ímillum India og
Føroyar.
– Tí síggi eg India sum
ein sera stórur møguleiki hjá
føroyskum vinnulívi, leggur
hann afturat.
Men hann sigur, at tað
er eitt samstarv, sum kann
ganga báðar vegir, soleiðis
at føroyingar kunnu fáa nógv
burturúr einum samstarvi við
India, men teir kunnu eisini
fáa nakað burtur einum
samstarvi við okkum.
Egil Olsen sigur, at sjálvur
var hann mest áhugaður í at
hitta indarar, sum arbeiddu í
fiskivinnuni og serliga innan
biotøkni.
– Júst á hesum øki eru
indarar sera frammaliga og
biotøkni er ein ídnaðaður,
sum er í ógvuliga stórari
menning í India.
Á ferðini í India hitti hann
fyritøkur í India, sum arbeiða
innan biotøkn og stjórin í
Faroe Marine Biotech hevur
eisini fingið ítøkiligt úrslit
burturúr.
– Tað eru øki, har indarar
hava ein serligan kunnleika,
sum vit hava brúk fyri og
kunnu læra nakað av.
Hann nevnir sum eitt
dømi, at Faroe Marine Bio
tech hevur brúk fyri at gera
ymsar kanningar í sambandi
við framleiðslur av ymsum
slagi.
– Men tær kanningar
kunnu gerast á líka høgum
støði í India, sum í Norðan
londum, men tað er bara
nógvar ferðir bíligari at gera
tær í India.
– Men Indarar hava eisini
serliga vitan á ymsum
øki innan biotøkni, sum
vit ikki hava. Eitt nú hava
teir kunnleika um serligar
eginleikar, sum smáverur í
køldum sjógvi hava í sam
bandi við ymsar framleiðslur.
Teir hava eisini hugskot
um, hvussu hesir serligu
eginleikar kunnu gagnnýtast
í eini framleiðslu og ta
vitanina eru teir áhugaðir
í at samstarva við okkum
um. Tað kann geva okkum
ein heilt serligan møguleika,
heldur Egil Olsen.
– Hinvegin hava vit eina
serliga vitan innan tøkni,
sum teir kunnu fáa gagn av.
Sostatt kunnu báðir partar
fáa nyttu burturúr einum
samstarvi, sigur stjórin í
Faroe Marine Biotech.
Hann Egil sigur, at hann
og indarar eru samdir um at
kanna kanna møguleikarnar
fyri samstarvi á ymsum
økjum.
- Møguleikin er sera stórur
í India. Tað er bara at finna
teir og at taka teir, sigur Egil
Olsen.
Løgmaður læt nógvar
dyr upp fyri okkum
Ferðin hjá føroyskum vinnulívsfólkum í India hevur verið sera væleydnað, men ein høvuðsorsøkin til tað er, at løgmaður var við, tí hann læt hurðar upp fyri
okkum, sum annars høvdu verið afturlætnar, sigur Egil Olsen, stjóri í Faroe Marine Biotech
20
Nr. 47 - 7. mars 2006