Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 5. mars 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Føroyskt vinnulív hevur stóran møgleikar í India og hetta er akkurát rætta løtan, sigur Michael Sternberg, danskur sendiharri í India Føroyskt vinnulív í India Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Føroyskt vinnulív hevur stórar møguleikar í India. Tað heldur Michael Stern­ berg, danskur sendimaður í India. Akkurát hann hevur havt ein týðandi leiklut í ar­beiðnum at fyrireika ferð­ina hjá føroysku sendi­ nevndini í India. Í samrøðu við Sosialin letur hann sera væl at ferðini og hann heldur, at nógv er komið burturúr. Undir øllum umstøðum kann vera ómetaliga kveikj­ andi at síggja við egnum eygum, hvussu landið er, so bara tað í sær sjálvum hevur sera stóran týdning Hann vísir á, at India er ein miðdepil í alheimsgerðini og tað er landið við tí stóra búskaparliga vøkstrinum yv­ir øllum øðrum londum. – Tað hava fyritøkur um allan heimin ásannað. Tað hava eisini danskar fyritøkur ásannað og nú hevur føroyskt vinnulív somuleiðis ásannað tað. Tí skilir hann ikki atfinn­ ingarnar ímóti, at føroyskt vinnulív fer til India við løgmanni á odda, tí hand­ ils­forðingar skulu gera tað so torført at samstarva við India – Tey, sum siga slíkt, eru fólk, sum als ikki kenna við­­urskiftini í India. Hví halda tit, at allir heimurin vil sleppa til India. Flogfør flúgva í stríð­um streymum til India við útlendskum vinnu­lívsfólki úr øllum heim­inum. Tað ber illa til at fáa eitt hotelkamar, tí tað er so upptikið. Orsøkin til at útlendsk vinnulívsfólk standa í longum raði og banka á dyrnar fyri at sleppa til India, er neygvan tann, at handilsforðingar gera tað ómøguligt at samstarva, sigur Michael Sternberg. Rætta løtan Hann sigur, at India hevur verið í eini veldugari broyt­ ingartíð seinastu 15 árini og síðani hendan stjórnin tók til í fjør, er kanska enn meiri ferð sett á broytingarnar. – Tað er bara at hyggja eftir indiska virðis­bræva­ marknaðinum og tað floymir inn í landið við útlendskum íløgum úr øllum heiminum, bæði úr Evropa, USA og aðrastaðni. Hann vísir á, at indiski búskapurin er sera sterkur. Men hann vísir eisini á, at hóast tað gongur skjótt, so er menningin enn á byrjunnar­ stigið. – India er á sama byrjunnar­ stigi, sum Kina var á fyri 10 árum síðani. Tí er hetta akkurát rætta løtan at gera seg galdandi hjá føroyskum vinnulívi, tí hetta er ein menn­ing, sum fer at vara í nógv ár enn. Nógv at samstarva um Danski sendiharrin heldur, at tað er á nógvum økjum, at føroyingar og indarar kunnu fáa gagn av einum felags sam­starvi. – Tað veri seg heilt frá oljuvinnuni umvegis bio­ tøkni til vørur úr ull og skinn­um. Men hann heldur, at tað, sum hevur størstan týdn­ ingin í løtuni, er, at føroyskt vinnlívsfólk hava sæð India og indiskt vinnulív við egn­ um eygum og at tað nú er latið upp fyri einum sam­ skifti landanna millum, sum kemur at halda fram og at mennast í langa tíð framyvir. Michael Sternberg heldur, at tað hevur havt stóran týdn­ ing, at sjálvur løgmaður hev­ ur staðið á odda fyri føroysku sendinevndini. – Tað hevur givið ferðini ein formligan dám og hevur gjørt tað munandi lættari at sleppa at hitta tey røttu fólkini. Tað hevur gjørt tað lættari at latið dyr upp og við hjálp frá sendistovuni, er føroyska sendinevndin sloppin allastaðni, har hon vildi sleppa. – Allastaðni, har vit hava verið, hava vit fingið eina ómetaliga vinarliga og formliga móttøku og vit hava hitt politikarar og vinnu­lívs­fólk, sigur Michael Sternberg. Bæði á íløguvirkinum Notio og á Ull­virk­ inum í Vági síggja tey stórar møguleikar í at samstarva við India Føroyskt vinnulív í India Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Her eru heilt avgjørt møguleikar hjá føroyskum vinnulívi. Bæði Vilhelm Petersen, stjóri í íløgufelagnum Notio og Árni Brattaberg á Ullvirkinum í Vági, eru sera væl nøgdir við ferðina hjá føroysku sendinevndini í India. Vilhelm Petersen sigur, at ferðin er sera væl fyrireikað og hetta er heilt avgjørt ein møguleiki hjá føroyskum vinnu­lívi. – Tað er ongin ivi um, ferð­ in hevur verið tað vert, sigur hann. Heldur ikki Vilhelm Pet­ er­sen vil kennast við tær handilsforðingar, sum tað hevur verið sagt, skulu gera tað næstan ómøguligt at sam­ starva við India. – Tað er ikki allur sann­ leikin. Tað er neyvan nakar sum hugsar sær, at føroyingar skulu hava tann stóra út­flutningin til India. Men verða vørur fluttar til India at verða virkaðar og síðani fluttar aftur á marknaðin í Evropa, eru ongi avgjøld yvir­høvur, sigur Vilhelm Petersen. Hann vísir kortini á, at onki kemur av sær sjálvum, so hóast møguleikarnir eru stórir, er tað avgjørt neyðugt, at føroyskt vinnulív sjálvt ger eitt arbeiði fyri at fáa nakað burturúr. Hann heldur, at tað stendur fyrst og fremst til føroyskt vinnulív sjálvt, um nakað skal spyrjast burturúr. – Men hjá teimum, sum vilja gera nakað við tað, eru avgjørt møguleikar, heldur Vilhelm Petersen. Serliga hevur stjórin í Notio hugt eftir samstarvi á fiskivinnuøkinum. Íløgufelagið Notio er ein stórur partur í Kollafjord Pelagic og nettupp í tí sam­ bandinum, sær Vilhelm Petersen stórar møguleikar. Ein møguleiki kann verða at senda uppisjóvarfisk til India at vera virkaðan víðari, eitt nú at skera til flak og síð­ani senda hann aftur á marknaðin í Evropa. Sera jaligt Eisini Árni Brattaberg á Ull­ virkinum í Vági, letur væl at. – Tað hevur verið sera jaligt og eg haldi avgjørt, at vit hava fingið nakað burtur­ úr. Hann sigur, at innan hans­ ara øki, eru indarar serliga frammarlaga at viðgera skinn. – Tað er framúr handverk og hartil er kostnaðarstøðið lágt, sigur hann. Hann hevur fingið sam­ band við indiskar fyritøkur á hesum øki og møguleikar eru avgjørt til staðar fyri sátt­ málum. – Nú stendur tað mest til mín sjálvan um nøkur av­tala við indarar skal spyrj­ ast burturúr, sigur Árni Brattaberg. – Sjálvur gera føroyingar ikki so nógv burturúr skinn­ um, men hetta er eitt øki, sum indarar hava sera stóran kunnleika til, sigur hann. Ein møguleiki kann vera at Árni Brattaberg fer at keypa føroysk seyðaskinn í heyst og fer at senda tey til India til viðgerðar. Rætta løtan hjá føroyingum at gera vart við seg í India Nr. 47 - 7. mars 2006 21 Hetta er rætta løtan hjá føroyingum at banka á dyrnar í India, tí landið er í eini veldugari broytingartíð, sum nýliga er byrjað og sum fer at standa við í nógv ár afturat, sigur Michael Sternberg, indiskur sendiharri í India Føroyskt vinnulív stórar møguleika í India Vilhelm Petersen Àrni Brattaberg