sunnudagur 5. mars 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– India er sera sam
ansett, tað er bæði
eitt menningarland
og eitt ómetaliga ríkt
land. Tað kann læra
okkum sera nógv
um kunningartøkni,
meðan vit kunnu
geva teimum nógv á
fiskivinnuøkinum.
Vit kunnu m.a. vera
við til at troyta fiska
stovnar á djúpum
vatni sigur Janus
Petersen, stjóri í
Føroya Banka, sum er
sera væl nøgdur við
ferðina í India
Indiaferð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Henda ferð hevur bara
sannført meg um, at tað var
røtt avgerð at velja India,
nú tá so nógvir føroyskir
vinnulívsmenn skuldu fáa eitt
innlit í, hvussu altjóðgerðin
fer fram. Hetta er eitt land,
sum lutvíst hevur heilt fitt av
møguleikum fyri samstarvi
millum føroyskar fyritøkur
og indiskar, her ikki minst á
fiskivinnuøkinum sigur ein
vælnøgdur bankastjóri eftir
at hava ferðast til fimm býir í
India seinastu 12 dagarnar.
Janus Petersen sær sera
stórar møguleikar fyri
fiskivinnusamstarvi: – Her
er ikki bert talan um fiska
framleiðslu á landi men so
sanniliga eisini innan fiski
skap. Tað er heilt spennandi.
India hevur eitt sera stórt
havøki, sum ikki er serliga
væl troytt. Fiskivinnan er
enn á einum byrjunnarstøði,
har tað mest verður fiskað
við smærri førum á tí grunna
vatninum, meðan djúpa vatn
ið er lítið troytt. So her eru
avgjørt møguleikar fyri
føroyska fiskivinnu. Tað
er greitt, at fiskivinnan í
India er á einum sera lágum
triðjalands støði, og vóru
indarar eisini sera áhug
aðir fyri gongdini á fiski
vinnuøkinum í Føroyum,
tí teir m.a. hava sera vána
lig amboð. Her hava vit
veruliga møguleikar eisini
at læra indarar nakað. So
altjóðagerðin gongur báðar
vegir.
Men tað eru eisini møgu
leikar at gera íløgur í India.
Alt fleiri gera íløgur í indiskt
vinnulív, sum er í stórum
vøkstri. Tískil veksur børs
urin eisini við tí rúkandi
ferð, og fyritøkurnar hava
eina sera góða inntjening. So
her er talan um ein búskap,
sum er í stórum vøkstri.
Janus Petersen sigur, at hetta
økið er nakað, sum bankin
fer at hyggja nærri at.
Undir vitjanini vóru Jan
us Petersen og Bergur Poul
sen, stjóri á Havsbrún eisini
úti og vitjaðu eina silda
mjølsverksmiðju. Hon var
sera primitiv og var hon eitt
gott dømi um, hvussu stórt
gapið er millum fiskivinnu
í India og so í Føroyum. So
tað er nógv vit í Føroyum
eisini kunnu læra indarar.
Men á nógvum øðrum økj
um er India so nógv nógv
frammanfyri okkum og
onnur lond, her serstakliga
innan kunningartøkni, ráð
gevaratænastur og bilídnað.
Kenslan tú hevur eftir slíka
ferð er, at India er eitt sera
samansett land. Tað er bæði
eitt menningarland og eitt
ógvuliga ríkt land. Og hetta
kann vera ein sera góð kombi
natión, tá Føroyar vil knýta
sambond er vera partur av
altjóðagerðini sigur stjórin
í Føroya Banka.
Indiaferð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Hetta hevur verið ein sera
áhugaverdur og gevandi
túrur. Tað tú hevur hoyrt
og lisið um, verður nógv
meira ítøkiligt, tá tú sjálvur
kanst vitja eitt land sum
India og har tú sær, hvussu
altjóðagerðin virkar í verki.
Hetta sigur Líggjas í Bø,
nevndarformaður í íløgu
felagnum Tjaldur, sum var
partur av føroyska ferða
lagnum í India. Líggjas í Bø
heldur India verða rættað
plássið at vitja, skulu vit
gera okkum tankar um at
vera við í altjóðagerðini.
Hann heldur ferðina vera
sera væl fyrireikaða.
Men hvat kann Tjaldur
brúka henda túrin til?
– Tað vil tíðin vísa, men
tað er als ikki óhugsandi,
at Tjaldur fer at gera íløgur
í India.
Janus Petersen, Føroya Banki:
Hvør av øðrum læra kann
22
Nr. 47 - 7. mars 2006
Indiskur áhugi
fyri Føroyum sum
ferðamannaland
Føroyska vitjanin í India hevur skapt
áhuga fyri Føroyum sum ferðavinnuland.
Hesin fyrispurningurin kom í gjár til
Sámal Bláhamar hjá Toru Tourist:
Dear Sir
I am H.G. mailing from India. Recently Faroe Prime
Minister had visited India, and thus we came to
know about This Island in Europe. I am operating
a reputed tour company in India. By hearing about
Faroe, I am really interested in Visiting the Island,
as tourist, and study more about the island. Kindly
let me know the Visa formalities to enter the country,
and different options of accommodations to stay
there for a couple of months. We are interested in
establishing some business tie-ups too.
Expecting an earlier reply from your end.
Thanks & regards
H. G.
Hesin harra H G vísir á, at í sambandi við at føroyski
forsætisráðharrin hevur vitjað India frætti hann um
hetta oyggjalandið í Europa. Hann stendur fyri eini
ferðaskrivstovu og eftir at hava hoyrt um Føroyar vil
hann fegin koma henda vegin. Hann vil eisini menna
handilssamstarv.
Tjaldur møguliga
gera íløgur í India
Janus Petersen, bankastjóri og Bergur
Poulsen frá Havsbrún vitja indiska
sildamjølsverksmiðju