sunnudagur 5. mars 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 7. mars 2006
23
India er á breddanum
í hesum døgum. Her
heima hjá okkum tí
at ein sendinevnd er
farin til India, og úti
í heimi tí at forsetin
í USA, George Bush,
júst hevur verið á
vitjan og m.a. undir
ritað eina avtalu um
kjarnorku
Heimsins størsta
demokrati
Men hvat er India? India er
í dag heimsins størsta demo
krati, og bleiv savnað sum
eind sum bretskt hjáland.
Landið fekk ikki fullveldi,
fyrr enn tilgongdin at taka
av hjálandaveldini veruliga
tók dik á seg aftaná Seinna
Veraldarbardaga. Úr nýggj
aru søguni vita vit nakað um
drúgva stríðið hjá Mahatma
Gandhi fyri bæði at vinna
India fullveldi, men sam
stundis at gera tað soleiðis,
at ymsu tjóðirnar og átrúnar
ligu bólkarnir kundi liva í
friði saman. Við yvir einari
milliard íbúgvum er talan
um eitt sera fjølbroytt land.
Tær orrusturnar vit hoyra
mest um er t.d um Kashmir.
Pakistan var upprunaliga ein
partur av India, men bleiv
líkasum tað muslimska land
ið, og komu muslimar úr
øllum India til Pakistan, tá
landið Pakistan sá dagsins
ljós. Stóri meirilutin er hindu,
men eisini ein rímiligur
minniluti av sikkhum eru í
India, og tað er tann orrustan
vit hava hoyrt mest um í
India. Ikki minst tí at Indira
Gandhi legði eftir sikkum
og bleiv eisini dripin av
sikkum.
Stjórnarskipan
India verður kallað heimsins
størsta fólkaræði, og er land
ið eitt sambandsríki, sett
saman av federalum eindum.
Federalu statirnir eru 28
í tali, umframt 6 sonevnd
Union Territories. Munurin
millum statirnar er stórur, og
hóast India vanliga verður
sætt sum eitt miðsavnandi
sambandsríki, so er munurin
stórur á lógum og reglum í
ymsu statunum. T.d. eru
summir statir munandi meira
marknaðarbúskaparligir
enn aðrir. Sambært t.d.
The Economist merkir tað,
at nógvir økisflokkar hava
vunnið frama seinnu árini.
Í nógvum økjum eru eisini
ynskir um víðkað sjálvstýri
og/ella fullveldi.
India og búskapur
India gjørdist fullveldisland
í 1947. Tveyhundrað árini
frammanundan var India
eitt bretskt hjáland. Í byrj
anini av fullveldistíðini var
India búskaparliga vinstra
halt, og enn eru fleiri komm
unistiskir flokkar. Kongress
flokkurin, sum situr á vald
inum nú, er í samgongu við
kommunistiskum flokkum,
og m.a tí gongur striltið at
gjøgnumføra búskaparlig
ar broytingar ávegis einum
indiskum marknaðarbúskapi.
T.d blivu liberaliseringar
framdar í flogferðslu, tele
fonkervi og bygningsvinnu í
2005. Men síðan hevur verið
politiskt ósemja um ella
hvussu haldast skal fram.
India og handils
avtalur
Sum tað hevur verið frammi,
so hevur India dupultskatta
avtalu við Føroyar.
Sambart handilsdeildini í
Indisku stjórnini, so hevur
India bert fríhandilsavtalu
við Sri Lanka, handilsavtalur
við Bangladesh, Bhutan,
Ceylon, Maldiverne, Kina,
Japan, Suðurkorea, Norður
korea, Mongolíi og sonevnd
ar preferential trade agree
ments (PTA) við Kili, Mer
cosur og Afghanistan. Síðan
eru rammuavtalur við GCC
londini (arabisku flógva
londini), ASEAN, Teiland
og Kili.
Tollur og skattur
India hevur, í heimshøpi,
ein rættiliga høgan innflutn
ingstoll.
Sambært tradeportal of
India, so verður allur innflutn
ingur tollaður við millum 5
og 35% og er miðaltollurin
15%. Hóast hetta tykist
høgt, so er talan um úrslit av
miðvísari lækking av tolli,
har hægsta mark er lækkað
frá 150% í 1991 (sum eisini
var ein lækking) til 35% í
dag.
Inntøkuskatturin er pro
gressivur upp til 30%. Virkir
gjalda 35% + 2,5% av goldna
skattinum. Útlendsk virkir
gjalda 40% + 2,5 %.
India hevur sostatt verið
eitt afturlatið land. Seinni
árini hevur verið arbeitt
við at lata landið upp og at
hava ein marknaðarbúskap.
Tað almenna spælir enn ein
týðandi leiklut á marknað
um, m.a. í fíggjarheiminum.
At torført kann verða at
einskilja, vita vit alt um,
men útlendski áhugin í
India er stórur og ynski um
útlendskar íløgur setir eisini
krøv til landið, sum sjálvt er
áhugað í meira dynamikki
og útlendskum kapitali.
Singh ístaðin
fyri Gandhi
Núverandi forsætisráðharrin
sat sum fíggjarmálaráðharri
frá 1991 til 1996, og verður
mett at hann er arkitekturin
aftanfyri tað ovurstóru fram
gongd, sum hevur verið
seinastu árini. Hann hevur
eisini roynt at bent búskap
inum tann liberala vegin.
Tað lá tó ikki í kortunum,
at hann skuldi gerast for
sætismálaráðharri, tí kon
gressflokkurin stillaði upp
við Soniu Gandhi sum høv
uðsvalevni. Hon er verdóttir
Indiru Gandhi og einkja
eftir Rajiv Gandhi. Sonia
er fødd italieni og var tað
eisini kritikkurin av henni.
m.a. tí at harða stríðið var
millum kongressflokkin
hjá Gandhi, sum er at
kalla altumfevnandi, og so
tjóðskaparliga hinduflokkin.
Tá at hon, ella flokkurin við
henni á odda, hevði vunni
valið, tók hon ikki av at gerast
forsætismálaráðharri, og tí
fall valið á Singh. Forsetin,
ið ikki hevur so stórt vald,
er muslimski Abdul Kalam
og kendur sum heilin aftan
indisku missilskipanina.
10. størsti búskapur
Sosialu trupuleikarnir í
India eru enn stórir. Hóast
arbeitt hevur verið við at
upploysa kastuskipanina,
hevur tað ikki heilt eydn
ast. Undirstøðukervið er
ikki nóg væl útbygt og stór
ur eftirspurningur er eftir
t.d fartelefonum. Landið
hevur 10. størsta búskapin
í heiminum, og verður
roknað sum ein av fram
tíðar sterku leikarunum á
alheimspallinum. Landið
hevur staðið seg væl í at
fáa útflaggaðar vinnur til
sín, og hevur eina stóra og
vælútbúnað arbeiðsmegi (í
tali) at seta inn í alheims
kappingina, men hevur
trupulleikar av ikki at verða
nóg væl útbygt.
Landbúnaðurin hevur enn
stóran týdning og fevnir
um ein fjórðing av BTÚ.
Ídnaðurin er latin upp fyri
útlandinum, men ein stórur
partur er tó enn almenn ogn
. Sambart The Economist,
so eru tað tænastur sum
eru drívmegin í indiska bú
skapinum. Vælkenda dømi
er m.a. Bangalore, sum er
kent sum indiska Silicon
Valley.
Framtíðin
Stóra avbjóðingin liggur í at
menna alt landið, tí munurin
millum rík og fátøk er stórur,
eins og at munurin millum
sambandslondini er stórur,
og at leisturin tey ynskja
er ymiskur. India er m.a.
spennandi, tí talan er um
ein sera stóran marknað við
yvir einari milliard íbúgv
um. 2/3 arbeiða enn í land
búnaðinum og nógv hava
vánaligar liviumstøður.
Búskaparvøksturin er stór
ur, og um so er at miðal
keypiorkan veksur, gerst
India ein av teim áhuga
verdu marknaðunum í heim
inum, sum eisini hevur
fingið staðfest sína tyngd,
við at koma við í kjarnorku
klubban.
India – á veg millum stórveldi?
cand.scient.pol
Bogi
EliasEn
Mahatma Gandhi
Indira Gandhi
Sonja Gandhi
Taj Mahal í India
Íbúgvar: 1,8 milliard
Stødd: 3,287,590
átrúnaður hindu: 80,5%, muslimar: 13,4%,
kristin: 2,3%,
sikkar: 1,9%
Fólkavøkstur: 1,5% (2001-05)
Búskaparvøkstur í miðal: 6,8% síðan 1994
Sambandslond: 28 umframt 7 union teritories
Forseti: Abdul Kalam
Forsætismálaráðharri: Manmoham Singh
FAKTA