Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 48 - 8. mars 2006 Ein van­lukku var í Havn í gjárkvøldið, tá ið tríggir smádreingir brunnu inni í einum eldsbruna Vanlukka Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var um níggjutíðina í gjárkvøldið, at løgreglan fekk fráboðan um, at eldur var í einum sethúsum í Ravnsoyargøtu úti í Svanga í Havn, og at nakrir smádreingir vóru inni í húsinum. Bæði sløkkilið, løgregla og sjúkrabilar vóru skjót á staðnum, men tá var eldurin og roykurin so mikið stórur, at einki var at gera. Nógv kreppuhjálp Jón Klein Olsen, varapoliti­ inspektørur, sigur, at enn er ikki greitt, hví eldurin kyknaði, men serfrøðingar koma úr Danmark í dag at kanna eldsbrunan. – Vit vita ikki, hví eldurin kyknaði, men ábendingar eru um, at eldurin er kyknaður í køkinum. Hetta er tó nakað, sum donsku serfrøðingarnir allarhelst kunnu staðfesta ella avsanna, tá ið teir hava kannað málið, sigur Jón Klein Olsen. Løgreglan hev­ ur byrgt av húsini, sum eldur var í, soleiðis at ongar slóðir, ið kunnu vísa staðfesta or­søkina til eldsbrunan, verða oyðilagdar. Varapolitiinspektørurin greiðir eisini frá, at tað eru ómetaliga nógv fólk, sum eru rakt av eldinum, og hann heldur, at í einum slíkum føri syrgir alt landið. – Hetta er ein øgilig van­ lukka, og nógv kreppuhjálp er veitt í gjárkvøldið og í alla nátt til bæði av­varð­andi, grannar og bjargingarfólk. Somuleiðis hava vit havt samband við skúla og dagstovn hjá dreingjunum, soleiðis at til dømis lærararnir hjá teimum báðum eldru dreingjunum, ið vóru floksfelagar, á best møguligan hátt vóru fyri­reik­ aðir til at taka ímóti børnunum í morgun og greiða frá, hví tveir stólar vóru tómir. Eisini eru foreldrini í dagstovninum hjá yngsta dreinginum kunn­ aði um vanlukkuna, greiðir Jón Klein Olsen at enda frá. ...Nordatlantens hurtigste fragtrute! SBW søkir eftir einum skrivstovufólki. Starvið verður at seta skjótast gjørligt. Starvið fevnir um: Avgreiðslu av inngangandi farmi Kundaavgreiðslu Vanligt skrivstovuarbeiði Trailarastýring Estimering av útreiðslum Førleikakrøv: Til starvið krevst, at umsøkjarin hevur royndir innan skrivstovuarbeiði. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur skrivstovuútbúgving. Neyðugt er, at viðkomandi er vanur at arbeiða við teldu. Dentur verður lagdur á, at viðkomandi kann arbeiða sjálvstøðugt. Setanaðarviðurskifti: Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært avtalu. Umsóknir við møguligum prógvum skulu sendast til Smyril Blue Water P/F Att. Heðin Joensen Postsmoga 3296 FO-110 Tórshavn hedinj@sbwcargo.com Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. mars 2006 Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Heðin Joensen á tlf. 345962 Søkt verður eftir einum fólki til Smyril Blue Water Tríggir smádreingir brunnu inni Hóast sløkkilið, løgregla og sjúkrabilur vóru skjót á staðnum, doyðu tríggir smádreingir í einum eldsbruna í Ravnsoyargøtu í Havn týskvøldið 8. mars er altjóða kvinnudagur og Amnesty Inter­ national fer í hesum sambandi at varpa ljós á kvinnur og vápnaðan harðskap. Kvinnudagur Tíðindaskriv Tiltakið er partur av til­ tak­inum, sum Kvinnu­fel­ agið skipar fyri 8. mars í Sjónleikarhúsinum í Havn kl. 19.30. Amnesty luttekur í for­ høll­ini við kunningarbási og savnar saman myndir til Control Arms átakið. Kvinnur standa fyri skotum Kvinnur gjalda dýrt fyri vandamikla og óskipaða milliónahandilin við hond­ vápnum. Tað verður staðfest í nýggju frágreiðingini “The impact of guns on women’s lives” frá felags­ skapunum Amnesty Inter­national, Oxfam og Akti­ónsnetverkinum um hondvápn (IANSA). Mett verður, at næstan 650 milliónir hondvápn eru í umferð í verðini. 60% av teimum eru í hondunum hjá privatfólki - tey flestu hjá monnum. Kvinnur og gentur eru bæði beinleiðis og óbeinleiðis offur fyri vápnaða harðskapinum. “Í sambandi við nøkur sløg av brotsverkum eru kvinnur í serligum vanda orsakað av teirra kyni, t.d. tá talan er um harðskap í familjuni og neyðtøku. Kvinnur keypa, eiga ella brúka næstan ong­ an­tíð hondvápn og tí eru líðingarnar tær vera fyri av vápnaðum harðskapi um­fatandi. Ofta verður sagt, at vápn eru neyðug til tess at verja kvinnurnar og familjur teirra, men í veruleikanum er hetta beint øvugt”, sigur Amnesty International í frágreiðingini. Frágreiðingin greinar tær umstøður, har kvinnur eru í størst vanda fyri at vera fyri vápnaðum harðskapi. Frágreiðingin sigur eisini frá teimum úrslitum, sum eru rokkin í londum, har farið er undir átøk til vápnaeftirlit. T.d. fall talið av morðum á kvinnur í Kanada eftir fáum árum við 40%, eftir at vápnalóggávan varð herd. Control Arms Tey mongu vápnini í umferð gerast ein støðugt størri hótt­ an móti rættinum til lív, frælsi og persónliga trygd. Tískil hevur Amnesty International sett eitt altjóða átak í verk í samstarvi við Oxfam og IANSA. Endamálið við átakinum er at fáa heimsins stjórnir at liva upp til teirra ábyrgd og fáa tamarhald á vápnahandlinum. Hetta kann gerast við einum løg­ frøðisliga bindandi ST- sáttmála, sum tryggjar, at vápn ikki verða seld, tá tað er eyðsýndur vandi fyri, at tey verða nýtt til at fremja mannarættindabrot. Ætlanin er, at í minsta lagi ein millión menniskju vísa teirra andlit til frama fyri, at ST-sáttmálin um altjóða vápnaeftirlit verður settur í gildi. Talan er sostatt um heimsins størsta visuella mótmælisátaki. Meira kann lesast um Control Arms átakið á www.amnesty.fo og www. controlarms.com. Kvinnur og vápnaður harðskapur