mikudagur 8. mars 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 8. mars 2006
3
Um leysasøgurnar
eru eftirfarandi vera
stór kvinnulig nøvn
millum bólkarnar, ið
spæla á Asfalt, Annika
Hoydal, Lena og
Poppkorn standa allar
fyri hvør sínari grein
av kvinniligum góðsku
poppi
Festival summarið
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hóast føroyski tónleika
pallurin altíð hevur verið
ein sera mansdominerað
verð, eru ávísir glottar at
hóma. Kvinnir eru farnar at
taka seg fram í toppinum.
Bæði Eivør og Lena hava
undanvind uttanlanda, og
besti nýggi bólkur í 2005 var
gentubólkurin Poppkorn og
fyri fáum árum síðan vann
Guðrun Sólja Jacobsen
Stjerne For En Aften. Eingin
ivi er um, at kvinnur standa
fyri nøkrum av tí besta, ið
føroyskur tónleikur hevur at
bjóða. Men í Prix Føroyar
kappingunum, á festivalum
og konsertum eru mannligu
luttakararnir altíð í stórum
meiriluta. Tí er tað sera gleði
ligt, at nú tær fyrstu leysa
søgurnar eru farnar at ganga
um tónleikanøvn á Asfalt, er
talan um kvinnur.
Sosialurin hevur frætt frá
væl vitandi keldum, at fyrstu
nøvnini á stóra tónleikatil
takinum í Havn eru um at
koma upp á pláss, og her
er talan um sera spennandi
føroysk nøvn, ið umboða
fleiri ættarlið og tónlistarlig
rák. Eftir øllum at døma,
hevur Asfalt tryggjað sær
Anniku Hoydal, Lenu og
Poppkorn.
Annika er fólkaogn
Annika Hoydal hevur síðan
miðskeiðis í 60’árunum givið
ikki færri enn 14 útgávur út.
Bæði sum einstaklingur og í
bólkum sum Harkaliðnum.
Annika Hoydal hevur sein
astu mongu árini búð í Keyp
mannahavn, men tónleikurin
hevur altíð havt ein sterkan
føroyskan dám. Annika sjálv
hevur tó livað eitt rættliga
heimsborgarakent lív. Hon
er fødd og uppvaksin í Før
oyum. Nøkur ár búði familj
an í Suðuramerika. Hon
hevur altíð ferðast nógv og
hevur millum annað havt
fastan bústað í Skotlandi og
Spania.
Samanumtikið er tónleik
urin hjá Anniku fólkatón
leikur í eini breiðari merking.
Hon fevnir tó sera breitt
og eigur eitt serligt pláss í
hjartanum hjá ungum sum
gomlum, ja bæði børnum,
vaksnum og gomlum. Hetta
er sostatt eitt sera sterkt tón
leikanavn, ið Asfalt tykist
at hava tryggja sær. Annika
hevur verið fyrimynd fyri
nógvar ungar songkvinnur,
og hevur við síni frálíku
útgávu “Til børnini hjá børn
unum”, víst at hon enn er ein
íblásturskelda.
Lena er nútíðin
Lena hevur valt at liva
dreymin um eitt lív sum
yrkistónleikarar. Saman við
manninum Niclas hevur
hon seinnu árini roynt seg
uttanlanda og innanlanda.
Síðsta árið hava tey satsað
miðvíst uppá danska markn
aðin. Har hava tey spælt
nógvar konsertir, givið fløgu
út, luttikið í nógvum útvarp
sendingum, fingið fleiri frá
lík ummæli og hava verið
á konsertferð saman við
amerikonsku songkvinnuni
Beth Hart.
Lagið Step On The Gas, av
nýggju endurljóðblandaðu
útgávuni av fløguni Can’t
Erase It, hevur verið nógv
at hoyrt í útvarpinum í Dan
mark. Í løtuni byrjar Can’t
Erase it at verða spælt í
donskum útvarpi. Lena
og Niclas arbeiða í hesum
døgum við komandi fløguni,
ið verður givin út í Føroyum
í næstum.
Lena er nógv ment sum
songkvinna, tekstskrivari og
tónasmiður. Hennara ómeta
lig inniliga rødd, rørir við
hjarta, tá hon syngur sínar
søgur. Lena er ein ómetaliga
innilig songkvinna, og kon
sertir við henni eru altíð
minniligar. Hon verður í
summar kanska eitt tað mest
aktuella navnið á føroyska
tónleikapallinum, tí er hetta
eitt satt kvett hjá Asfalt. Hon
vísir vegin fyri føroyskar
tónleikarar, um tú arbeiðir
fyri dreyminum ber til at liva
hann.
Poppkorn er
framtíðin
Gentubólkurin PoppKorn
er eitt eindømi í føroyskari
tónleikasøgu. Hann er fyrsti
gentupoppbólkur nakrantíð.
Bólkurin
hevur
síðan
fyrstu konsertina á MjúS
festivalinum á Sandi, vunnið
fjepparar um allar Føroyar.
Fyrsta fløgan hjá bólkinum
kom út beint fyri jól og átti
ovasta plássið á sølulistanum
hjá 3’aranum í nógvar vikur.
Higartil eru yvir 3000 eintøk
av fløguni seld, og enn selur
hon væl.
Poppkorn vann planetina
fyri besta nýggja bólk í 2005
á Planet Awards. Hendan
heiður vunnu tær framman
fyri nógv stór føroysk tón
leikanøvn.
Poppkorn er fimm ungar
gentir av Sandi, men aftan
fyri genturnar situr Føroya
mætasti poppsmiður Kári
Jacobsen. Kári livir av at
skriva tónleik og skrivar
javnan tónleik til útlendsk
nøvn og sjónvarprásir. Hann
sigur, at dreymurin um ein
gentubólk er gamal, og
gleðist um at hetta hevur
eydnast. Hann segði herfyri
í samrøðu við Sosialin at:
“Tað er týdningarmikið,
at fyrimyndirnar eru har,
skal kynsbýtið á føroyska
tónleikapallinum gerast
annarleiðis”.Vit kunnu bara
gleðast við Kára um, at fyri
myndirnar eru góðar, so
vónin er bjørt fyri føroyskan
tónleik.
Sterkar
kvinnur
á Asfalt
(Ê Ê/Ê
*>sÊLÊ
i>ÊÊÌÖÕ]ÊÞÀsÊÕLÀsÊ}Ê
Õ}sÊÌÞÕÊ?ÊviÀs°Ê-isÃÊ
>ÊÌÌÊvÀÃÊ}ÊÛCÖÌ
Û`ÊÌÊ`ÞÀ>ÀÊ?Ê>>`ÊÊÀÌÃ
>ÃÊqÊLiÀÌÊv?>ÀÊiÌÀ>ÀÊvÀ?Ê
>ÃÌ
]Ê
>ÀÊ ÀÀ>Êi}}ÕÀÊ>̰ÊCÌÌ>ÀÊ}iÀÃÌÊÌ>sʰÊ>>`Ê
iÛÕÀÊ>Ì]ÊÃÕÊ
ÀiÛÃÌÊvÞÀÊ>ÌÊÌÌÊ}ÊL©ÀÊv?>Êi>Ê}Þ>`ÊÛÕÊÃ>>°
ÓÊÛ>Ã]ÊÓÊL©À]Ê£ÊLÕÀÊ}Ê£ÊÛ>ÊÊ>>`ÊÖÀÊLiÀÌ
£ä°Ó£È]
À>sÊiÀ\ÊiÀsÊvÀ>Ê}Ê>vÌÕÀÊÊ{ÊÞ}}Õ>>ÀÊÛ°ÊÜVÉL>sÊÛ°Ê>ÀÌÊÕ««
>`ÊÊÓÊÛiÀÃÃÊLÖsÊ?Ê>>`ÊÊ
ÊÀÌÃ
>ðÊ
Þ>ÃÌ>sÕÀ\Ê"Õ>Û}>`ÊÀ°Ê£Óä]ÊvÞÀÊ
Û©ÊviÀs>`Ê}Ê>Û}ÀisÃÕ}>`ÊÀ°Ê£Óä]ÊvÞÀÊLi}}}>°ÊÊ
/LssÊiÀÊ}>`>`ÊÊÌs>ÀÃisÕÊ£n°äx䣰äȰ
3 & 1 3 0 ;
777°-9,
°"
/
°\ʳÓnÊÎ{xää
Lena, Annika og Lillian eru tríggjar av sterku kvinnunum á føroyska tónleikapallinum