Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 48 - 8. mars 2006 GIRLPOWER Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo V-dagur Endamálið við framførsluni var at savna pening til tiltakið V-dagurin, sum V-bólkurin skipar fyri á hvørjum ári. Hetta er felagsskapur, sum ger herferðir ímóti neyð­ tøku og harðskapi móti kvinn­­um. Allar altings­ kvinn­­ur­nar játtaðu at stuðla tiltakinum, við at fram­føra leikin Ginusøgur í Borgar­ leikhúsinum í Reykjavík Vit hava prátað við Siv Frið­leifsdottir um, hvussu tað var at framføra leikin, og sigur hon, at hetta hevur verið nakað av tí stuttligasta og mest læruríka, sum hon hevur upplivað sum politikari. Hon leggur samstundis dent á, at endamálið sjálvsagt var at savna pening inn til herferðirnar hjá V-bólkinum, og um týdningin av slíkum herferðum greiðir hon so­leið­ is frá: – Tað var soleiðis, at tað eina vikuskiftið í august 2003, í sambandi við hátíðarhaldið ”verslunarmannahelgina”, vórðu 21 neyðtøkur meldaðar til løgregluna. Seinastu ”versl­ unarmannahelgina” hevði V- bólkurin skipað fyri stórari herferð móti neyðtøkum, og tá varð eingin neyðtøka meldað til løgregluna. So, teirra arbeiðið hevur fyri vist týdning og ávirkan. Hvussu kom tað í lag, at tit skuldu spæla Ginusøgur? – Tá Eve Ensler, sum gjørdi leikin ”Vaginal mono­­­ loges”, var her í fjør, hitti hon eitt kvinnu­umboð fyri hvønn flokk. Hon helt, at tær vóru so ágrýtnar í arbeið­­in­ um móti neyðtøkum og harð­ skapi móti kvinnum, at hon skeyt upp at fáa kvinn­­ur­nar í Altinginum at fram­føra Pikusøgur, sum tær eita á íslendskum. Síðani ar­beiddi V-bólkurin víðari við verk­ ætlanini. Hví altingskvinnur? – Tað vakti sjálvsagt mikl­ an ans, at vit knappliga skuldu spæla sjónleik, men øll hildu tað vera so spen­ nandi. Vit, sum eru limir í altinginum, eru samd um, at vit ikki góðtaka neyðtøkur og harðskap, og tí var tað upp­lagt, at vit bjóðaðu okk­ um til at hjálpa at savna pen­ ing inn, og soleiðis stuðla herferðini hjá V-bólkin­um, móti harðskapi og neyð­ tøkum. Hvussu skipaðu tit venj­ ingar og líknandi? – Vit fingu handritið til Pikusøgur, sum Ingunn Ás­dísar­dóttir hevði týtt til ís­lendskt. Síðan hittu vit V-bólkin og sóu eitt nú ein film um Vaginal Monologes, sum leikurin eitur á enskum. Maria Ellingsen, sum er sjón­ leikari, leikstjóri og hálvur føroyingur, vandi við okkum í bólkum, og vit vandu eisini heima. Í hesum sambandið kann nevnast, at vit mangan stuttleikaðu okkum, tá Maria greiddi frá um móttøkuna av Ginusøgum í Føroyum. Ná, men dagin fyri framførsluna vandu vit allar í fýra tímar í ”Borgarleikhúsið”, og sama dag sum framførslan skuldi vera, høvdu vit frum­fram­ førslu. Á V-degnum tann 1. mars kl. 20, framførdu vit so leik­ in í stóra salinum í Borg­ar­ leikhúsinum. Salurin var stúgv­andi fullur, og 500 fólk høvdu goldið 2000 ísl.kr fyri atgongumerkini. Sostatt fekk V-bólkurin í minsta lagi 1 millión isl. kr. í kassan. Áskoðararnir vórðu eisini bidnir um at geva pening úti í forhøllini, aftaná framførsluna. Hvussu gekk framførsl­ an? – Teir 63 altingsmennirnir vóru bodnir til framførsluna, og eisini íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, og kona hansara, Dorrit. Øll onnur keyptu atgongu­ merki. Og tað bleiv ein fantastisk móttøka! Hetta er fyrstu ferð í heimssøguni, at kvinnuligir parlamentarikarar stilla Altingskvinnur framførd Siv Friðleifsdottir, íslendsk ting­kvinna sigur: Tað er ikki hvønn dag vit síggja politikarar sláa seg leysar í einum so inniligum leiki. Men vit góvu okkum fyri sakina og tivaðu og stunaðu sum ørar á pallinum: varisliga, vilt og fúlt. Og av tí, at móttøkan var so mikil og hjartalig, gav tað okkum eisini dirvi til at leggja alla megi í, og at tulka handritið til fulnar ” 1. mars stóð nógv umrøddi leikurin Ginusøgur ovast á leik­skránni í Borg­ar­leikhúsinum í Reykjavík. Øll 500 atgongumerkini vórðu rivin vekk, og fagnaðurin var so hjartaligur, at láturin rungaði um jøklarnar. At leik­ar­ arnar ikki vóru van­ligir sjónleikarar, men fólkavaldu kvinn­urnar, sum vanliga fram­føra í Altinginum, gjørdi ikki framførsluna minni áhugaverda og stuttliga Segði nakar gráir politikarar?