mikudagur 8. mars 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 8. mars 2006
5
u ginusøgur
upp til Ginusøgur. Tað er
ongantíð hent fyrr. Salurin
var á tremur og lagið var
framúr gott. Í tí partinum av
leikinum, sum er syrgiligur,
kundi ein hoyra eina nál
detta á gólv, og aftaná segði
onkur, at tey táraðu í tí syrgi
liga partinum.
Hinir partarnir, mono
logarnir, vóru ómetaliga
stuttligir. Tá var láturin so
nógvur, at vit noyddust í
heilum at steðga á, sum vit
flentu. Í partinum har vit tiva
ella stuna, kókaði salurin
yvir. Tað er ikki hvønn dag
vit síggja politikarar kasta
allar hemningar í einum so
inniligum leikluti. Men vit
góvu okkum fyri sakina og
tivaðu og stunaðu á allar
hugsandi hættir: varisliga,
vilt og fúlt. Fantastiskt. Og
av tí at móttøkan var so mikil
og hjartalig, gav tað okkum
eisini dirvi til at leggja alla
megi í, og at tulka handritið
til fulnar.
Hvussu bleiv framførslan
móttikin av áskoðarum, miðl
um og mannligum politik
arum?
– Framførslan varð sera
væl móttikin. Lógvabrestirnir
vildu ongan enda taka. Nógv
meira enn vit høvdu vænt
að.
Okkurt hendi hetta kvøld
ið. Tað var ein so innilig upp
living, sum eg haldi, at øll,
sum vóru hjástødd, kendu.
Tá vit komu út í forhøllina
aftaná, komu fólk, sum vit
als ikki kenna, yvir og muss
aðu okkum takk fyri. Tað var
so positivt.
Og fjølmiðlarnir søgdu, at
vit slógu ígjøgnum og í Morg
unblaðnum stóð: ”Þingkonur
slógu í gegn í Píkusögum.
Alþingiskonur fluttu leik
ritið Píkusögur eftir Eve
Ensler í Borgarleikhúsinu
á V-deginum í gær. V-dags
samtökin voru stofnuð árð
2002 á Íslandi og hafa lagt
áherslu á að vinna gegn
nauðgunum. María Elling
sen leikstýrði verkinu í gær
og var fjáröflun að lokinni
sýningu þar sem tekið var
við frjálsum framlögum.
Flytjendur vöktu mikinn
fögnuð í salnum og þóttu sýna
ótvíræða leikhæfileika.”
Nógvir mannligir politik
arar vóru til framførsluna,
og nakrir av teimum (umboð
fyri hvønn flokk) fingu til
uppgávu at reisa seg upp
til endans í framførsluni,
og siga nakrar setningar
og svara spurningum. Eitt
nú: Hvussu hevði heimurin
verið fyri kvinnur, um eing
in harðskapur var? Og teir
svaraðu til dømis, at so
kundu kvinnurnar sovið
tryggar, ella at tær kundu
notið kynslívið. Dagin
eftir framførsluna takk
aðu teir fyri framførsluna
og søgdu, at hon var sera
góð. Eg haldi, at teir síggja
okkum kvinnur við øðrum
eygum nú aftaná. Eg haldi,
at teir fingu eyguni upp fyri
pørtum av kvinnuheiminum,
sum teir ikki høvdu hugsað
um áður.
Hvat man hon siga her?
Íslendsku altingskvinnurnar framføra Ginusøgur