Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 8. mars 2006 7 Kosttilskot tikið av hillunum Danska matvørustýrið krev­ur, at fleiri kosttilskot verða kallað inn aftur, tí tey innihalda ólógligu plant­ una savpalme, (Serenoa repens (Bartr.) Small), sum er undir illgruna fyri, at hava ringa ávirkan á hormonskipanina. Brúk­ arar verða bidnir um at lata vørurnar inn til handlinin sum tær eru keyptar, ella at koyra tær burtur. Talan er um hesar vørur: Saw Palmetto, Natures Sunshine selt av LSL Dan­ mark Aps. Selt í heilsu­ handlum í íløtum við 100 í hvørjum. Revitalife Vitex Multi- Blend Tincture Ladies Choise selt av Rheu­ma­ cure A/S via inter­net­ið. Selt í fløskum við 100 ml. Nature’s Ressource Sav­ palme selt av Apo­pharm Aps gjøgnum heilsu­ hand­ilin Vitalisten. Selt í íløtum við 50 í hvørjum. Saw Palmetto, íløt í tveim­­um støddum við 100 og 300 í, Saw Palmetto Max-V, ílat við 60 kapsler umframt Horny Goat Weed, íløt í tveimum stødd­­­um við 120 og 360 í, frá Vitaviva selt á www.vitaviva.com Ójøvn góðska á fartelefonum Tað kann vera ómetaliga ør­kymlandi at velja røttu far­tele­fonina, tá prísurin skal samsvara við krøv og tørv. Ikki er ráðiligt at keypa fyrstu telefonina, tú kemur fram á, men at kanna marknaðin væl og virðiliga, áðrenn tú dregur Visakortið gjøgnum sleduna. Her er okk­urt, sum tú kanst hava í huganum. Ger tær greitt, hvønn tørv tú hevur. Ert tú ikki typan, sum brúkar myndatól ella spøl, er óneyðugt at rinda fyri hesar hentleikar. Um stráluvirðið hevur týdn­ing fyri teg, og hvørja telefon tú velur, so kanna SAR-virðið. Um strálu­virð­ ið er lágt, sendir fartele­ fonin ikki so harðar elek­ tromagnetiskar eindir. Í Dan­mark má SAR-virðið ikki vera hægri enn 2,0. Hetta ráðið er ikki so um­ráðandi í Føroyum, men nógvir føroyingar keypa sær fartelefon í Danmark, og har er lætt at verða lump­að. Handlarnir lýsa ofta við óvanliga bíligum tele­­fonum – heilt niður í 1 kr. Men slíkt kan lættliga gerast ein dýr søga, tí ofta bindur tú teg til eitt hald hjá telefyritøkuni. Og viðhvørt er haldið so kostnaðarmikið, at tað hevði loyst seg betur at keypt telefonina við ongum haldi. Minst til at kanna saml­aðu útreiðslurnar í tíðar­ skeiðinum, sum haldið fatar um. Royn fartelefonina áðrenn tú keypir hana. Royn knapparnar, haldgóðskunna og ljóðgóðskunna. Vegna stuldur, hava nakrir handlar kopitelefonir liggjandi frammi, men tú kanst altíð biða um at royna eina veru­ liga telefon. Tak hædd fyri battaríinum. Tað er stórur munur á, hvussu leingi tú kanst brúka telefonina, uttan at løða hana. Tónleikaspælari, mynda­tól og út­varp eru vanlig til­boð í nýggjastu far­tele­fon­unum, og ljóðgóðskan er ofta vánalig. Orðabók til fartelefonir Við fartelefonorðabókini í hond, verður vónandi lættari at finna røttu fartelefonina – ella kanska lærir tú tína tele­fon betur at kenna. 3G-telefon: Ein telefon, har tú eitt nú kanst taka upp og senda video. (Kan ikki nýtast í Føroyum enn). Bluetooth: Ein skipan, sum ger tað lættari at flyta myndir og boð yvir á teld­una. Java: Eitt forritaramál, sum ger, at til ber at taka niður spøl og ringitónar frá netinum WAP. GPRS: Mobilt internet við høgari ferð. GSM: Netið, sum flestu fartelefonir brúka. MMS: Ein møguleiki, sum ger, at til ber at senda marg­miðlaboð, so sum mynd, ljóð og tekst. Mobilkontór: Møguleik­ar­nir hjá telefonini at við­­gera notat, t-post og at sam­skipa álmanakka og kon­taktpersónar við telduna. Pixel: Bitarnir, sum tal­gildar myndir eru uppbygdar av. Tess fleiri pixel, tess betri myndagóðska. Polyfonisk ringetone: Ein ringitóni, sum hevur fleiri ljóð. SAR: Ein stytting av Speci­fic energy Absorption Rate, sum er mátieindin fyri, hvussu stórur partur av kroppinum verður ávirkaður av teimum elektromagnetisku strálunum, frá fartefonini. Triband: Ein skipan, sum fevnir um trý ymisk net, og sum ger, at tú kanst nýta fartelefonina nógva staðni í USA. UMTS: Eitt net, sum er neyðugt, um tú vilt brúka 3G telefonir til eitt nú video­telefoni. Wap: Heitið á mobila inter­netinum. Vøra Heildar- Lægsti fø. dagsprísur Talutíð við GSM 900 mHz Løðitíð (min) Ljóðgóðska Haldgóðska SAR (W/kg) meting 03.03.2006 SONY ERICSSON W800i •••• 3495,- 7 t. 12 min. 160 ••• •••• 0,67 Nokia 6101 •••• 1745,- 5 t. 15 min. 119 ••• •••• 0,82 SAMSUNG SGH-E730 •••• 2895,- 5 t. 58 min. 179 •••• ••••• 0,35 NOKIA 6030 •••• 1045,- 7 t. 02 min. 180 ••• ••• 0,7 SAMSUNG SGH-E530 •••• 2945,- 7 t. 19 min. 105 •••• ••••• 0,76 SONY ERICSSON K600i •••• 3095,- 7 t. 13 min. 130 ••• •••• 0,69 MOTOROLA ROKR E1 •••• * 7 t. 02 min. 251 ••• ••• 1,01 NOKIA 5140i •••• 1675,- 5 t. 02 min. 77 ••• •••• 0,77 QTEK S110 •••• 5.595,- 7 t. 11 min. 150 ••• ••• 0,41 NOKIA 3120 •••• 899,- 6 t. 10 min. 285 ••• •••• 0,79 SONY ERICSSON K608i •••• * 7 t. 13 min. 130 ••• •••• 0,78 NOKIA 8800 •••• 6895,- 4 t. 09 min. 70 ••• •••• 0,5 SAMSUNG SGH-Z300 •••• 2995,- 5 t. 45 min. 115 •••• ••••• 0,7 NOKIA 9500 Communicator •••• 5.899,- 9 t. 37 min. 119 ••• ••• 0,49 NOKIA N90 •••• 5.390,- 4 t 23 min. 81 •••• •••• 0,29 SONY ERICSSON J300i •••• 900,- 7 t. 27 min. 146 ••• •••• 1,02 ALCATEL One Touch 757 •••• * 6 t. 00 min. 223 ••• •••• 0,5 SIEMENS CL75 •••• * 5 t 09 min. 162 •••• •••• 0,66 SIEMENS M75 •••• 2495,- 3 t. 45 min. 124 •••• ••• 0,44 MOTOROLA V547 •••• * 5 t. 46 min. 224 ••• •••• 0,93 SIEMENS CF75 •••• * 3 t. 19 min. 123 ••• •••• 0,8 Vel røttu fartelefonina BRÚKARATORGIÐ Sony Ericsson W800i er vinnari í nýggjastu kanningini hjá danska brúkararáðnum og ICRT, sum varð kunngjørd í januar 2006 Lagt til rættis: Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo