Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 48 - 8. mars 2006 8. mars átti at verið ein hátíðardagur. Men tá talan er um kvinnuumboðan í føroyskum politikki, er ongin visión 2015 Litað frásøgn frá fundi á háskúlanum Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Morgunin eftir seinasta løg­ tingsval gekk tað spakuliga upp fyri fólki, hvat veruliga var hent: at løgtingið næstu fýra árini fór at verða mann­ að við 29 monnum og trim­ um kvinnum, og at hetta var vánaligasta kvinnuvalið í nýggjari tíð. Og bert fáar dagar seinni fekk modernaða føroyska kvinnurørslan mønu­­stingin, tá Føroya Lands­­stýrið við eitt gjørdist Før­oya Mannstýrið. Nógvar kvinnur vóru í at velja seinasta løgtingsval, men tær fingu ikki sess. Og tað, sum higartil hevði verið ein roynd at fáa kvinnur at stilla upp, vísti seg nú at vera ein spurningur um at fáa veljaran at seta krossin við eina kvinnu. Er vallógin rættvís Natúrliga – tá komið var um fyrsta skelkin, komu eftir­ metingarnar, høvuð­brýggið og ákærurnar, og spurt varð: Hvat hendi, og hvat gera vit fyri at fáa kvinnurnar valdar? Og hvussu ber tað til, at vallógin er soleiðis, at hóast kvinnurnar fingu 20 prosent av atkvøðunum, fingu tær bert 9 prosent av sessunum? Er tað rættvíst? Og er tað rætt­ víst, at flokkurin, sum fekk trið­flestar atkvøður, fekk flest umboð á tingið? Og er tað rættvíst, at sandingar eru nærum ókeypis, meðan havnarfólk nærum ikki eru til at lirka upp um ting­gátt. Hví skulu vit taka landa­ frøðilig atlit og ikki kyns­ politisk atlit? Hví er tað meira órættvíst at forfordeila sandingar ella vágafólk, enn tað er at forfordeila konu­ fólk? Hetta vóru nakrir av spurningunum, sum Heidi Petersen, løgtingskvinna tók upp í tinginum, í sambandi við orðaskiftið um nýggja vallóg. Somu spurningar vóru uppi at venda hóskvøldið í síðstu viku, tá ein bólkur av kvinnum bjóðaðu til al­ mennan fund á háskúl­an­um, undir heitinum: Kvinnur í politikki Demokratiskur skeivleiki Á fundinum hugleiddu Beinta í Jákupsstovu, Bjørg Jacobsen og Petur Zacarias­ sen um nýggju vallógina og kvinnuumboðan, og aftaná var orðaskifti. Tað var skjótt sligið fast, at lága kvinnuumboðanin er mest átrokandi og grund­ leggjandi demokratiski ­trupul­ leikin í Føroyum í løtuni, og at tað samstundis, í roynd og veru, er eitt orðaskifti um demokrati, sum okkum tørvar. Eitt orðaskifti, har stungið verður út í kortið, hvør á bestan hátt umboðar føroyingin í umboðandi demo­kratinum. Í løtuni er støðan tann, at tað eru mið­ aldrandi til gamlir harrar, sum hava ráð til at reka eitt dýrt valstríð, sum verða valdir. Hini – ung, kvinnur og fólk, sum ikki hava ráð til at reka eina kostnaðarmikla lýsingaherferð, hava ongan møguleika at verða vald. Og vit spyrja: Er hetta um­boðandi demokrati? Hetta – samstundis sum onn­ ur lond banna valevnum at fíggja egið valstríð. Hetta – samstundis sum tað í øðrum londum er óhugsandi at manna eina einastu nevnd, ella enn minni eina heila stjórn, við ongari kvinnu. Og hetta – samstundis sum flokkarnir í øðrum lond­ um brúka pening, vitan, organisatión, fólk og høli til at fjálga um komandi ungu og/ ella kvinnuligu ættarlið av politikarum. Men at okkara politiska land liggur sum tað ger í løtuni, hevur nógvar orsøkir, og eru tær millum annað at finna í valskipanini, flokk­unum og ikki minst í mentanini og hugburðinum til kvinnur í politikki. Og so ikki minst, at vit í mong ár onga kvinnuliga fyrimyndir hava havt, sum veruliga kundu vísa, at tað ber til at vera kvinna og politikari í senn. Flokkarnir og valskipanin Beinta í Jákupsstovu førdi fram, at flokkarnir mugu taka størri ábyrgd av uppstilling og valstríði. Í løtuni er valskipanin soleiðis, at tey valdu eru eldri harrar úr øllum valdømum, sum hava sitið í mong ár. Orsøkirnar til hesa støðu eru ymiskar, men ein sannroynd er tað, at so leingi flokkarnir ikki raðfesta vallistarnir, so verð­ ur tað tann traditionelt domi­ nerandi, sum hevur størstan møguleika at verða valdur. Á fundinum á háskúlanum var semja um, at flokkarnir í alt ov stóran mun sleppa at dusa sær í verandi støðu, og at tað er ómetaliga torført at sannføra teir um, at tað er teirra uppgáva og ábyrgd at fáa kvinnurnar valdar. Flokk­arnir áttu eisini at skot­ið borgmeistaraevni/løg­ mannsevni upp og hetta kundi eisini verið eitt konufólk. Ella at raðfest valevnislistan, so annaðhvørt umboð er ein kvinna, so flokkurin, longu undan valinum, ger av, hvør best umboðar sjónarmið flok­sins. Ella at tað altíð er politiskt ókorrekt at seta nevndir, manna landsstýri ella at gera valevnislistar, har kynsbýtið er ójavnt. Í roynd og veru er tað ein spurningur um at lata vald frá sær, og tað hava valdsharrarnir sjálvsagt ilt við. – Flokkarnir mugu siga, hvønn teir vilja hava fram – tað er meira rættvíst, segði Beinta í Jákupsstovu og greiddi víðari frá, – Her hevur veljarin bara ein kross. Eitt dømi um aðra skipan er til komm­ unu­val íÍ Norra, har letur hvør veljari ein kross til list­an, og so kunnu fólk krossa fleiri valevni av. Flokk­arnir hava raðfest seks tey fremstu umboðini á listunum, soleiðis at kross­ ar til teirra telja dupult. Hesi seks eru annaðhvørt konu­fólk og mannfólk og fremsta umboðið er ofta borgmeistarakandidaturin hjá flokkinum. Soleiðis verða listarnir mýktir, og kvinnur hava eisini møguleika av verða valdar, segði Beinta í Jákupsstovu. Á fundinum varð eisini skotið upp, at hvør flokkur hevur tveir listar, ein mann­ fólka og ein konufólka, og at øll skulu seta ein kross í hvønn. Annað, sum var havt á lofti á fundinum var hátturin kvinnur verða spurdar, tá listarnir skulu mannast. Typiskt er tað soleiðis, at mannfólkini flokkast um at koma á, og so mugu vit eisini fáa nøkur konufólk á, so tað sær betur út, tykist hugburðurin at vera. Hetta, fáar dagar áðrenn listarnir skulu vera inni. Í staðin átti eitt miðvíst arbeiði at farið fram millum valini, har flokk­arnir velja og skúla val­ evnini, og annars fyrireika tey uppá eitt, mangan tógvi, valstríð. Ov nógv og ov smá valdømi Tá vit hava so nógv smá val­dømi, verður sum oftast bert eitt umboð valt fyri flokkin í hvørjum valdømi, og er tað aftur her mest sannlíkt, at tann traditionelt dominerandi (eldri harrin, sum hevur sitið leingi), verð­ ur valdur. Væntast kann, at verður landið eitt valdømi, eru størri sannlíkindi fyri, at fleiri kvinnur verða valdar. – Í dag hava vit so smá val­dømi, at hvør flokkur ein­ans fær eitt umboð inn í hvørjum valdømi. Og tá eru tað teir etableraðu menn­inir, sum enda ovast á list­unum. Í Suðurstreymoy fáa flokkarnir hinvegin fleiri sessir, og har vísir tað seg eisini, at kvinnurnar sleppa upp í part, vísti Heidi Petersen á. Hækkað tingmannatal Ein faktorur, sum eisini ger seg galdandi, er talið av ting­ limum. Um talið var hægri, so var eisini meiri sannlíkt, at lutfalsliga fleiri kvinnur vórðu valdar. Sum nú er, eru tað bert teir somu 32 sessirnir, sum skulu mannast hvørja ferð, og kanningar vísa, at tá fólk fyrst hava fingið fótin innum, eru tey ómetaliga torfør at troðka út aftur – ikki Kvinnur í politikki: Nú kann bara ganga fra Tær báðar: Gro Harlem Brundtland og Vígdis Finnbogadóttir hava avgjørt verið stórar fyrimyndir hjá kvinnum í Noregi og Íslandi Annita á Fríðriksmørk: Tað er ikki øðrvísi at vera politikari enn at vera lær­ari ella sjúkrasystur, og mað­urin siglir úti. At konan er politikari ger ikki, at mað­urin verður hálv kvinna í heiminum. Tað er júst meðan børnini eru smá, at tað er gott at vera politikari. At vera spiltur út í miðlunum og at finna seg í at vera albogað og trokað, verða bæði mannligir og kvinnuligir politikarar. ”