mikudagur 8. mars 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 8. mars 2006
9
minst hjá einum óroyndum
konufólki. Á fundinum var
millum annað skotið upp, at
hækkað talið av sessum, til
dømis til tað dupulta og at
broyta vallógina soleiðis, at
helmingurin av tinglimunum
skulu vera kvinnur. Hetta
út frá teirri sannføring, at
helmingurin av fólkinum
eru kvinnur, og tí skal eisini
helmingurin av teimum ráð
andi vera kvinnur. Í hesum
sambandi verður ofta sagt,
at kvinnurnar fyrst skulu
prógva, at tær eru egnaðar,
og ikki bara veljast, tí tær
eru kvinnur. Til hetta kundi
verið sagt, at sum er, hava
vit eina maskulina ímynd av,
hvat er ein góður politikari,
og at kvinnuligir politikarar
eru ikki menn, men júst
kvinnur og politikarar. Hetta
ger tær ikki minni egnaðar,
men øðrvísi politikarar. Og
tær eru og vera helmingurin
av fólkinum.
Fyrimyndir og
kvinnulistar
Í Íslandi og Norra hevur
kvinnurørslan í mong ár
arbeitt miðvíst fyri at gera
fólk tilvitandi um leik
lutin hjá kvinnum. Í hes
um grannatjóðum vára,
hava kvinnurnar havt tvær
miklar fyrimyndir, Vígdis
og Gro, og hevur hetta
avgjørt eisini havt týdning
fyri, at aðrar kvinnur við
áhuga fyri politikki, hava
fingið dirvi til at bjóða seg
fram. Hetta samstundis sum
áhaldandi herferðir hava
hildið lív í kvinnusakini.
Annað, sum hevur verið
vanligt í hesum londum
upp gjøgnum 70’ og 80’ini,
vóru reinir kvinnulistar,
sum óbeinleiðis gjørdu,
at hinir flokkarnir gjørdu
meira fyri at fáa kvinnur
á listarnar og valdar. Teir
gjørdust snøgt sagt bebba
ræddir fyri kvinnunum, og
kenna vit ikki eisini hetta
úr Føroyum? Eitt nú undan
seinasta býráðsvalið, tá tað
ljóðaði, at ein kvinnulisti fór
at vera stillaður upp. Tá kann
vera at flokkarnir fingu úr
at gera at fáa kvinnur uppá,
og sæst hetta ikki minst
aftur í kynssamansetingini
í Tórshavnar Býráð nú. So,
hóast okkum kanska ikki
líkar kvinnulistar, kunnu
teir kanska vera við til at seta
gongd á hinar flokkarnar.
Stuðulsbólkar
”Vit kvinnur í altinginum
hittast heima hjá hvørjari
aðrari á hvørjum ári. Tvørtur
um floksmørk práta vit, eta,
drekka vín og dansa.”
Soleiðis sigur Siv Frið
leifsdottir, altingskvinna
og fyrrverandi ráðharri í
umhvørvismálum og javn
støðumálum, og váttar
hetta eisini nakað av tí, sum
prátað varð um á fundinum
á háskúlanum. Nevniliga
týdningurin av persónligum
stuðli, tá kvinnur stilla upp.
Hetta er kent fyribrigdi í
nógvum flokkum, og minnast
vit tað frá tá Marita Petersen,
sála, stillaði upp á sinnið.
Hon hevði ein góðan bólk
av kvinnum, sum stuðlaðu
henni. Tær hittust eina ferð
um vikuna, løgdu til rættis
og prátaðu um valið, sum
stóð fyri framman. Eisini
aftaná valið hildu tær fram
at hittast.
Á fundinum greiddi Bjørg
Jacobsen frá um kanning,
sum hon hevur gjørt av valun
um í 90’unum, í ávikavist
Vestmanna og Tvøroyri. Á
báðum støðum vóru kvinnur
uppstillaðar, men eydnaðist
tað bert Vestmanna at
fáa kvinnur valdar. Hetta
komst av, at baklandið var
støðugt, hugnaligt og sterkt,
og at kvinnurnar sum vóru
aftanfyri tjaldið, dugdu
at skipa fyri og at stuðla
valevnunum. Á Tvøroyri
harafturímóti vóru aðrar
mekanismur galdandi, og
var tað ógjørligt at savna ein
stuðulsbólk. Har varð eingin
kvinna vald.
Herferðir
Eitt sum varð nevnt á fund
inum, og sum vit kanska hava
gjørt ov lítið burturúr her í
landinum, eru málrættaðar
herferðir, sum skulu vera
við til at broyta aldagamla
hugburðin hjá føroyingum,
um at kvinnur skulu helst
tiga. Í Íslandi, har tey hava
drúgvar royndir við kvinnum
í politikki, skipaðu tey fyri
nøkrum árum síðani fyri
eini skemtiligari og rámandi
lýsingaherferð, og vóru tað
millum annað formenninir í
flokkunum og altingslimir,
sum stóðu á odda fyri her
ferðini. Hon hepnaðist so
væl, at talið av kvinnum
hækkaði munandi aftaná.
Siv Friðleifsdóttir sigur:
– Á altingsvalinum í 2003
lækkaði talið av kvinnum
við 5 prosentum. Hetta var
ein skelkur fyri okkum.
Men undan valinum høvdu
vit onga herferð um, hvussu
týdningarmikið tað er við
fleiri kvinnum. Tá lærdu vit,
at vit mugu alla tíðina vera á
varðhaldi og stríðast fyri at
fáa kvinnur valdar. Um vit
láta sum einki, kemur tað
okkum aftur um brekku..!“
So hóast 8. mars átti at
verið ein hátíðardagur, hava
vit ikki nógv at hátíðarhalda,
tá umræður føroyskar kvinn
ur í politikki. Vónandi fer
pallborðsfundurin í Sjón
leikarhúsinum at seta hol
á eitt nýtt tíðarskeið í før
oyskari kvinnusøgu.. Nú
kann kurvan bara ganga ein
veg – upp.
Cambodia, Bhutan,
India og Somalia hava
nakað til felags við
Føroyar.
Í øllum hesum lond
um er kvinnuliga
umboðanin í Tjóðar
tinginum minni enn
10 prosent.
Í Føroyum eru ein
ans tríggjar kvinnur
í Løgtinginum
– eitt sera lágt tal
samanborið við
londini rundan um
okkum
Politikkur
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Anita á Friðriksmørk, Lis
beth Petersen og Heidi
Petersen eru tær tríggjar,
sum samanlagt umboða
helvtina av føroya fólki -
kvinnurnar.
Í Føroyum er kvinnuliga
umboðanin í Løgtinginum
einans 9.4 prosent. ì mið
al í øllum heiminum eru
16,3 prosent av tjóðar
tingslimunum konufólk.
Hetta er nýtt met skrivar
meginfelagið hjá tjóð
artingunum kring heimin
IPU.
Felagsskapurin staðfest
ir, at 2005 var eitt gott
ár hjá kvinnunum. 20%
av teimum valdu vóru
konufólk í teimum 39
tjóðartingsvalunum, íð
vóru hildin kring heimin.
í heili 28 av valunum økt
ist umboðanin hjá kvinn
unum.
Í hinum Norðurlondun
um stendur væl til við tí
kvinnuligu umboðanini. ì
Svøríki, sum er nummar
tvey í øllum heiminum,
eru 45,3 prosent av tjóðar
tingslimunum
kvinn
ur. Norra 37,9 prosent,
Finland 37,5 og Danmark
36,9. Ísland er á 13. plássi
við 33,3 prosentum.
Bæði Norra og Danmark
hava haft oman fyri 30
prosent síðan 1985, og
tølini eru ikki nógv broytt
seinastu árini. Á valinum
í 2005 minkaði talið hjá
Danmark nakað. Eisini í
Týsklandi minkaði kvinnu
umboðanin nakað.
Søkt verður eftir
lærara
at byrja 1. apríl 2006 fyribils til 30. juni 2006 fyri
lærara í barnsburðarfarloyvi.
Starvið er tíðaravmarkað og verður lønt sambært
avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjar
málaráðið.
Viðkomandi skal undirvísa í føroyskum, enskum og
kristni í framhaldsdeild.
Ert tú opin fyri samstarvi og til reiðar at taka ímóti
avbjóðingum, ert tú vælkomin at søkja.
Umsóknirnar
skulu
verða
Eysturskúlanum,
Postboks 3178, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta
lagi 23. mars 2006.
Meira fæst at vita um starvið frá skúlastjóranum
Eyðdis Eidesgaard tlf. 214752.
Eysturskúlin
amá
land
% kvinnulig umboðan
1 Rwanda
48.8
2 Svøríki
45.3
3 Norra
37.9
4 Finland
37.5
5 Danmark
36.9
6 Holland
36.7
7 Kuba
36.0
8 Spania
36.0
9 Kosta Rica
35.1
10 Argentina
35.0
11 Belgia
34.7
12 Eysturríki
33.9
13 Ìsland
33.3
14 Suður Afrika
32.8
15 Ný Sæland
32.2
Føroyar eftirbátar
í kvinnuumboðan
Beinta í Jákupsstovu greiðir
frá um kvinnuumboðan í
føroyskum kommunalpolitikki
Mynd: Rúna Sivertsen
Heidi Petersen: Eg hevði ikki vilja verið politikari, tá børnini
vóru smá. Av tí at tað ikki er vanligt at konufólk traðka fram í
Føroyum, so verður prísurin ov høgur fyri familjuna og børnini.
Tað er neyðugt at hava góðan maka heima og eitt gott bakland.
”