mikudagur 8. mars 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
DAGSINS MEINING
Javnstoða við í Visjón 2015
Altjóða kvinnudagur er og verður hann mangan
nýttur til at gera stöðuna upp á javnstaðuokinum.
Staðan hjá kvinnuni hevur verið sera skiftandi gjog-
num gldirnar. Tað eru teir mannfroðingar, ið vilja
vera við, at í eini fjarari fortíð livdu stórir partar
av mannaættini í matriarkati t.v.s. móðurveldi ella
kvennveldi. Tað var altso kvinnan, ið var høvur
ættarinnar og ikki maðurin. Sum nevnt hevur
staðan verið svingandi. Tá fólkaræðið varð sett
í hásæti vísti tað seg, at kvinnur fingu ikki sæti í
lóggávutingunum á javnum foti við menn.
Hvussu er og ikki so má staðfestast, at staðan hjá
kvinnuni hevur gjort tað neyðugt at taka politisk stig
til at fáa til vega javnstaðu í samfelagnum. Flestu
fólkaræðilig lond hava út frá hesum sett í gildi
lóggávu, sum ásetir ávís minstukrav til javnstaðu.
Eisini vit her í Føroyum hava fingið javnstaðulóg.
Henda lóg ásetir, at kvinnur skulu vera umboðaðar
í ollum almennum nevndum og ráðum. Lagt kann
verða afturat, at ikki ollum dámar hetta, at javnstøda
skuldi ásetast við lóg og hevur lógin sostatt ofta
verið fyri hvossum atfinningum.
Hóast formligu karmarnir um javnstoðu sostatt
skuldu verið í lagi, eru vit fjart frá javnstoðu á
politiska okinum. Sum kunnugt sita bert 3 kvinnur
á tingi. Eingin kvinna er í landsstýrinum og í bý-
og bygdaráðum eru kvinnur eisini undirumboðaar.
Kvinnur eru helvtin av mannaættini. Kvinnur eru
á flestum okjum eins væl útbúgvnar og menn, og
kvinnur yvirhála menn innan alt fleri útbúgvingar.
Hvat er so galið má ein spyrja? Hetta má hava
nakað at gera við mentan og siðvenjur. Hetta hevur
ivaleyst eisini nakað at gera við maktbygnaðin innan
politisku skipanina at gera. ST, Norðurlandaráðið
og Útnorðursráðið hava heitt á viðkomandi myndug-
leikar um at gera nakað munagott við trótandi javn-
staðuna. Nú kann ikki bíðast longur.
Ein byrjan kundi verið, at politisku flokkarnir heilt
einfalt tóku hetta mál upp og syrgdu fyri, at í hvussu
so er helvtin av ollum valevnum i framtíðini eru
kvinnur. Men tað er ikki nóg mikið, at kvinnur stilla
upp. Veljararnir, tað veri seg kvinnur og menn, mugu
so eisini gera sítt til at fáa glið á hesa gongd - at fáa
framt hesa góðu og náttúrligu hugburðsbroyting í
verki. Og tað gerst bert, um fleiri velja kvinnur.
Hetta kundi so eisini verið ein av súlunum í Visjón
2015. Latið okkum tí taka dyggiliga undir við hesi
góðu javnstaðuvisjón longu í Sjónleikarhúsinum í
Havn í kvold — á sjálvum kvinnudegnum.
Sosialurin
Blaðfólk:
e *
Sosialurin Áki Bertholdsen akiæsosialurin.fo
—
Stovnadur: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
janEsosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikursosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos
Snorri Brend snorriæsosialurin.fo
Terji Nielsen terjiðsosialurin.fo
Eydna Skaale eydnaÐsosialurin.fo
Rigmor Dam rigmorÆsosialurin.fo
Ítróttur:
innaðsosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmundæsosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggiðsosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard annaðsasialurin.fo
Liv Højsted Horsdal horsdalsasialurin.fo
Jákup Mørk jakupesosialurin.fo
Terji Nielsen terjiæsosialurin.fo
Figgjarleiðari: Tóki Højgaard
tokiÆsosialurin.fo
Myndamenn: 000
Marknaðardeild: ysingðsosialurinín Álvur Haraldsen ahuræsosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhardÆsasialurin.fo
Durita Simonsen duritaEsosialurin.fo
Finnbjarg Nattestad tinnbjorgasasiskurin fo
Gudny Langgaard gudnyæsosialurin.fo
Jens Kristian Vang jenskæsasialurin.fo
Sosialurin
Nr. 48 - 8. mars 2006
VIÐMERKINGAR
At verja kann gerast á ymsan hátt.
Rúmligur arbeiðsmarknaður?
LEILA ) ON
SOLMUNDE
Formadur i MBF >
Kjakið sum tók seg upp í
samband við fyrispurning
á tingi um uppsagnirnar á
Matrikulstovuni, endaði í
einum kjakið um at verja
fólk við brekið í starvsfólka-
politikkinum hjá alment
settum fólkum. Tað er hetta
seinasta eg vil gera nakrar
viðmerkingar til, tí málið um
uppsagnirnar havi eg onki
innlit í og ætli mær ikki at
viðgera.
Um vit í Foroyum taka staði
í ST fyrimyndarreglunum
eins og hini norðurlondini, so
sigur meginreglan, at oll fólk
skulu hava pláss á tí rúmliga
arbeiðsmarknaðinum, eisini
fólk við breki.
MBF tekur saman við
Meginfelog teirra brekaðu í
Norðurlondum undir við tí
handicap politiska útgangs-
staðinum um líkarætt fyri
fólk við breki á arbeiðs-
marknaðinum. Tað byggir
á meginregluna um líka-
rætt, mótvirði (kompensa-
tion) og okisábyrgd (sektor-
ábyrgd).
Hetta merkir, at fyrst og
fremst skulu oll fólk hava
moguleika at verða sett í
starv á jøvnum foti, eisini
fólk við breki, og tá eru
fólk við breki eisini vard av
somu reglum sum oll onnur
starvsfólk. Hetta skal gerast
fyrst, áðrenn man byrjar at
tosa um at finna storv, sum
eru uppá serligar treytir. Vit
skulu minnast til, at fólk
við breki er ein sera breiður
skarði av fólki, sum ikki allur
kann viðgerast á sama hátt.
Utgangsstoði má í hvorjum
einstakum fori verða tikið í
einstaka menniskjanum.
Nógv fólk sum hava
ella fáa eitt brek ella sjúku,
kunnu verða verandi á
arbeiðsmarknaðinum um
arbeiðsplássið verður lagað
til tann torv viðkomandi
hevur. Tað eru kanska bert
nakrar smáar broytingar sum
skulu til fyri at fáa hesi viður-
skiftir at virka, sum til domis
serlig innrættan av arbeiðs-
plássinum ella persónlig
hjálp á onkran hátt. Her tosa
vit um kompensatión fyri tað
brekið man nú hevur.
Tá hetta ikki er nóg mik-
ið, eigur at verða hugt eftir
öðrum moguleikum, sum
kunnu fáa fólk á arbeiðs-
marknaðin, eitt nú vart starv,
endurútbúgving ella annað.
Her eru ymsir sektorar sum
hava ábyrgd á okinum, um at
fáa sett skipanir í verk.
Um vit fara at taka fólk
við breki burturúr rúgvuni
og nevna tey serliga í
setanarpolitikkinum og
uppsagnarpolitikkinum,
tá kunnu vit koma at gera
meiri skaða enn gagn. Ongin
arbeiðsgevari vil hava eitt
starvsfólk sum er so vart av
í uppsagnarpolitikkinum, at
arbeiðsgevarin fær trupul-
leikar um hann ætlar at siga
henda persónin upp. Tað er
her eg meti vit kunnu koma at
verða jaliga diskrímineraði,
so at vit vera útihýst frá
arbeiðsmarknaðinum heldur
enn boðin vælkomin.
Vilja vit verða við á jøvn-
um foti, so lat okkum tað.
So verður tað okkara fakligi
forleiki sum skal avgera um
vit fáa eitt starv, og ikki
okkara brek. Eru vit so fyri
órætti, eiga vit at brúka somu
mannagongdir og skipanir,
sum aðrir lonmóttakarar
brúka, tá teir skulu kæra.
Skulu vit verjast sum
borgarar við breki, tí vit íkki
megna eitt starv á jøvnum
foti við aðrar borgarar, so
skulu vit arbeiða fyri at
fáa settar skipanir í verk,
sum kunnu verða okkum
til frama. Tá eru tað hesar
skipanir vit skulu seta fokus
á. Vit eiga í Foroyum at
gera meiri við skipanir um
rúmliga arbeiðsmarknaðin,
tí vit eru eftirbátar á okinum.
Tá eg sigi eftirbátar, so er tað
uppá ymsar mátar. Her eru
fleiri sum hava ábyrgd. Tað
ertil damis politiski myndug-
leikin, sum skal gera og
fremja lógirnar á okinum,
kommunurnar, aðalráðið
sum umsitur arbeiðsmarkn-
aðin, ALS, og íkki minst fak-
felogini, sum hava haft nógv
av teimum sum fáa eitt brek
ella sjúku sum limir.
Vit hoyra lítið um hetta,
og onki alment kjak hevur
verið um hetta.
Framgongd hevur
tó verið:
Arbeiðsmarknaðardeildin
hjá Almannastovuni, sum
hevur gjort eitt dygdargott
arbeiði við at fáa fólk í vart
starv, og við at fáa arbeiðs-
gevarar at síggja hesi fólkini
sum eitt virðismikið tilfeingi
til skaran av starvsfólkum.
Alv hevur síðstu árini
sett fokus á ein bólk av sam-
felagsborgarum við sínum
åtøkum, og hjálpt nógvum
fólkum til eitt virðiligt lív.
Komandi ráðstevna hjá Alv
í apríl fer at seta meiri fokus
á evnið, og kunnu lands- og
kommunal politikarar og
onnur sum skulu verða við,
nú fáa moguleika at seta orð
á sínar ætlanir á okinum.
Hyggja vit eftir skipanum
í Danmark, so eru millum
annað: Isbryderordningen,
flexjob, skánejob og revali-
dering. Vit mugu hyggja
eftir tí vit hava, og hvussu
tað virkar, og hvat vit ynskja
skal verða galdandi her á
landi. Ynskja vit somu skip-
anir sum í Danmark, ella
ynskja vit nakað annað.
Eitt kjak kann seta ljós-
kastararnar á okið og fáa
politikarar at bota um tað
sum íkki er nóg gott. At
verja fólk við breki, kann
gerast uppá nógvar mátar, tí
er umráðandi at hugsa seg
um, og ikki leypa framav.
At verða vardur, skal helst
gagna og ikki skaða.
Vit hava í Foroyum tikið
undir við ST fyrimyndarregl-
unum, sotað er onki sum forð-
ar almennum myndugleikum
at fremja ábotur á rúmliga
arbeiðsmarknaðinum. Tað
krevur bara, at all sum hava
ábyrgd, síggja týdningin
av hesum, bæði Logtingið,
Landstýrið , kommunurnar,
Als og fakfelogini.
MBE vónar at kjakið, sum
nú tók seg upp, vil verða
við at fremja enn fleiri átok
hesum borgarum at gagni.
Illur???
Sig
tína meining í Sosialinum
Sóló sn
Nólsoyar Pálsgata 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvikæsosialurin.fo
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki€sosialurin.fo
e-post: dagfinnEsosialurin.fo
11! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppsetinglprent: ——
Uppseting: Faroyaprent
Prent: Prentmiðstaðin
Sp/f Sosialurin
Awgreiðsa 000.
Mán.-fri. 8-16
Tórsgata 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadesa ———————
Postboks 76, 110 Tórshavn
postÆsosialurin.fo
lysingEsosialurin.fo
lysingartorgEsosialurin.fo
varpsosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Mánadagsblaðið Mán.kl.10 Fri. kl.15 Fri. kl.12 í. kl.12
Týsdagsblaðið — Týs. kl.10 Mán.kl.15 —Mán.kl.12 — Mån. kl. 12
Mikudagsblaðið Mik.kl.10 Týs. kl.15 Týs. kl.12 Týs. kl.12
Hósdagsblaðið Hós.kl.10 Mik. kl. 15 Mik. kl.12 Mik. kl.12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl.10 — Hós. kl.15 Hós. kl.12 Hås. kl.12
Starri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stadd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.