mikudagur 8. mars 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 8. mars 2006
11
Hvussu langt eru vit kom
in ávegis í demokratiser
ingsprosessini í Føroyum
anno 2006 kunnu vit av røtt
um spyrja?
Hvussu langt ætla vit okk
um at koma víðari í menn
ingini av samfelagnum
við visjón 2015, tá nærum
helvtin av Føroya fólki er
útihýst uppá forhond?
Hvussu skulu vit fáa fjøl
broytni og nýhugsan inn í
nakra ætlan tá visjónsbólk
arnir eru “mannaðir” við 75
% monnum og bert 25 %
kvinnum?
Hvussu ætlar Føroya løg
maður at náa málunum um
heimsins fremstu tjóð 2015,
tá hann gongur á odda í
útihýsanini av helvtini av
teimum menniskjaliga til
feinginum vit hava í land
inum? Við 7 monnum í
landsstýrinum, sum hann
sjálvur setur, 4 monnum í
løgtingsins formansskapi, 7
monnum sum formenn fyri
tingnevndirnar í løgtingin
um, 6 monnum sum formenn
í flokkunum á tingi, og vit
kundu hildið á fram í einari
langari røð afturat, og svarini
vóru tey somu.
Hesar og nógvar aðrar
spurningar kunnu vit seta
landsins leiðara. Men vera
teir svaraðir á nøktandi
hátt? Neyvan. Onkur hissini
undanførsla og seinast, ein
nevnd sum skuldi stuðla
uppundir øktan leiklut
hjá kvinnum í politikki,
har løgtingskvinna, sum
var vald at standa á odda
fyri arbeiðinum, mátti lata
sessin frá sær, tí hetta var
ímóti stýriskipanini. Um
nakar politiskur vilji var at
gjøgnumføra hetta arbeiði,
so kundi løgtingið valt t.d.
grein 25 nevnd at gera tað,
men enn er onki hent.
Hvar er demokratiið ?
Tá spurt verður um vit á
Føroya Løgtingi sleppa at
taka støðu til hættir at bøta
um
kvinnuumboðanina
í tinginum, verður hetta
blankt avvíst. Bæði frá
landsstýrismanninum, men
eisini við breiðum stuðli frá
tingmonnum. Altso í parla
mentinum, sum hevur lægstu
kvinnuumboðan í øllum
Skandinavia, sleppa vit ikki
ein gang at hava orðaskifti
um og taka støðu til hvussu
demokratii kann mennast og
helvtin av Føroya fólki kann
fáa størri politiska ávirkan.
Ikki fyrr enn kvinnur og
menn í samfelagnum í felag
síggja týdningin av at hava
eina so fjølbroytta umboðan
í valdsbýtinum sum til ber,
kunnu hesi viðurskifti broyt
ast.
Hvussu hetta kann gerast
eru nógv boð uppá. Eitt upp
skot er at gera Føroyar til
eitt valdømi tí á tann hátt
javnsetur tú allar atkvøður
nar í landinum og harvið
bøtir tú um møguleikan hjá
kvinnunum tí nú er tað hjá
teimum stóru flokkunum í
øllum førum 7 og 8 fólk sum
vera vald, og uppá landsbasis
eru altíð kvinnur millum
hesi 7, 8 fólkini.
Ein annar háttur er at
krevja at tað verður uppstilla
javnt av báðum kynum á
øllum listum til løgtingsval.
Hetta verður eisini mett at
bøtt um støðuna, men er
kanska meira ivasamt.
Raðfesta valevnini á list
unum hjá flokkunum áðrenn
valið, verður gjørt í Íslandi
við góðum úrslitið, og kundi
kanska verið eina roynd
vert.
Og so er eisini møguleiki
at geva veljarunum tvær
atkvøður í part, og hevði
hetta verið eitt amboð at
javna umboðanina í mun til
atkvøðurnar.
Samanumtikið, er polit
iskur vilji at bøta um demo
kratiið, eru møguleikarnir
nógvir, men fyritreytin er, at
loyvt verður at skifta orð um
henda spurning javnsett við
aðrar politiskar spurningar í
føroyska samfelagnum.
Nógv fólk minnast neyvt,
hvar tey vóru stødd, hvat tey
gjørdu, og hvat tey hugsaðu
ta løtuna í 1963, tá ið tey
fingu boðini um, at John F.
Kennedy var bæði skotin og
deyður.
Soleiðis var hjá mær ta
ferðina, men eg minnist eis
ini í smálutum, hvar eg var
stødd, hvussu alt var vorð
ið uttan um meg, og hvat
eg hugsaði og føldi, tá ið
útvarpið ein døgurðatíma
fyri fáum árum síðani ein
sólfyltan dag segði okkum
frá, at Føroya løgmaður
hevði givið amerikonskum
bumbuflogførum loyvi at
flúgva gjøgnum føroyskt
loftrúm á veg til Afganistan
í kríggj!
Við hetta fyrsta høvið vit
fingu at vísa, hvørji vit í
veruleikanum vóru, fóru vit
eftir høvdinum beint í dýkið.
Dirvisleys vaskaðu vit hend
ur í staðin fyri at rætta okkara
medmenniskjum tær.
Og so blíva vit bara við
og versna, eisini tá ið tað er
greitt fyri øllum, hvat tað
veruliga er, vit hjálpa okk
ara sameindu við, í øllum
førum at døma eftir tí eftir
lati sum meirilutin í uttan
ríkispolitisku nevnd Føroya
Løgtings júst hevur samtykt
framhaldandi at geva tí ameri
kanska herinum.
Einaferð var tó millum
føroyskar og aðrar norður
lendskar kvinnur ein rørsla,
ið kallaði seg Kvinnur fyri
Friði. Tær skipaðu seg
tvørtur um allar bólkingar
í samfelagnum, tær kravdu,
at vápnamilliardirnar vórðu
brúktar til mat, og tær savn
aðu upp á stutta tíð undir
skriftir um alt landið frá
meiri enn triðinginum av
øllum kvinnum í Føroyum
eldri enn 15 ár. Og síðani
handaðu tær táverandi aðal
skrivaranum í ST, Kurt Wald
heim, alla rúgvuna á Altjóða
Kvinnuráðstevnu ST´s, sum
var hildin í Keypmannahavn
í 1980.
Tá kundu føroyskar kvinn
ur saman við landsmonnum
sínum ennisfattar styðja seg
til tær einmæltu løgtings
samtyktirnar, ið kravdu, at
Føroyar vóru verandi uttan
veltaðar í øllum krígsstøð
um.
Men hvørjum er tað nú,
ið vit so altráð og tankaleys
gera alt fyri at tekkjast og
verða partur av? Hví bera
vit okkum soleiðis at? Og
hvussu ímynda vit okkum, at
hesi viðurskifti við Føroyum
sum íbundnum fíli verða í
2015?
Harra Edmund Joensen,
løgtingsformaður.
Eftir eina sera væleydnaða
og væl fyriskipaða roynd at
skipa fyri Ungdómstingið á
Føroya Løgtingi í vetur, fari eg
at heita á løgtingsformannin
um eisini at skipa fyri, at eitt
Kvinnuting verður hildið á
Føroya Løgtingi í hesum
árinum.
Nú samgongan er samd
um at arbeiða fyri at økja
um leiklutin hjá kvinnum í
politikki, hevði verið hósk
andi eisini at tikið táttin
upp á Føroya Løgtingi, og
er hetta eisini í trá við niðan
fyri standandi samtykt sum
løgtingið gjørdi 20. oktobur
2005 har millum annað
stendur soleiðis:
“Løgtingið tekur undir
við, at landsstýrismaðurin
setur eina nevnd at arbeiða
fyri, at kvinnur fáa ein øktan
leiklut í at taka politiskar
avgerðir.
Nevndin skal skipa fyri
tvørpolitiskum tiltøkum til
tess at økja um leiklutin
hjá kvinnum í politiskum
avgerðum, so talið á kvinn
um á Løgtingi og í komm
unustýrunum økist, og
umboðanin samsvarar á
leið við umboðanina í hinum
Norðurlondunum.
Endamálið við hesum
uppskoti til samtyktar er at
seta eina nevnd, sum skal
skipa fyri tvørpolitiskum
tiltøkum til tess at økja um
talið á kvinnum á Løgtingi
og í kommunustýrunum
kring landið. Vónandi kann
eitt úrslit av hesum arbeiði
verða, at umboðanin á leið
verður í samsvari við um
boðanina í hinum Norður
londunum, sum er væl hægri
enn í Føroyum.
Í Altinginum eru 28,5%
kvinnur, í Fólkatinginum
eru 36,9% kvinnur, í Ríkis
degnum eru 45,3% kvinnur,
í Stórtinginum eru 36,4%
kvinnur og í Landstinginum
35,4% kvinnur
Í Føroyum var kvinnuliga
umboðanin á tingi eftir løg
tingsvalið í 1998 12,5%,
eftir løgtingsvalið í 2000
var kvinnuliga umboðanin
12,5%, og eftir løgtingsvalið
í 2004 var kvinnuliga um
boðanin 9,4%.”
Endamálið við einum
slíkum Kvinnutingið kundi
verið eins og við Ungdóms
tinginum har formaðurin so
væl hevur orða setningin:
• at geva kvinnum størri inn
lit í fólkaræðið
• at læra kvinnur at vera ein
virknari part av fólkaræð
inum
• at vísa kvinnum í praksis,
hvussu avgerðarmanna
gongdir virka í einum
fólkaræði
• at geva kvinnum innlit í,
hvør leikluturin hjá Løg
tinginum er, og hvat arbeið
ið hjá Løgtinginum fevnir
um
Hetta verður gjørt við
tí fyri eyga at varðveita og
menna eitt virkið fólkaræði,
og at tað framhaldandi kann
vera ein liður í útbúgvingini
og menning av kvinnum til
at gerast virknar í politikki.
Sum løgtingsformaðurin í
røðu síni tá Ungdómstingið
var sett bar fram segði soleið
is :
Demokratiið – fólkaræðið
– er nakað av tí dýrabarasta,
vit eiga. Fólkaræðið er ikki
nakað, sum er givið einaferð
fyri allar tíðir, ella nakað,
sum kemur av sær sjálvum.
Tað er ein skipan, sum øll
dagliga mugu virka fyri, fara
væl um og verja. Løgtingið
sjálvt er hornasteinurin í
okkara fólkaræði.
Við hesum vælaorðum í huga
fari eg at heita á formannin
um at skipað verður fyri ein
um Kvinnutingið í hesum
árinum.
Almenn áheitan á løgtingsformannin um at
skipa fyri Kvinnutingið á Føroya Løgtingi
Løgtingskvinna
Heidi
Petersen
Bumbur yvir Føroyum
8. mars 2006
Bergtóra
Hanusardóttir
Rættindi hjá børnum
Søguliga gongdin í broyt
ingin í rættindum og skyld
um hjá børnum, hava verið
nógvar og umfatandi sein
astu øldina.
Frá at hava verið rokn
aði sum ognarlutir hjá for
eldrum, har børnini skuldu
vera við sum arbeiðsmegi
at breyðføða familjuna, og
foreldur gjørdu við tey sum
teimum lysti, til seinni,
har foreldrum var álagt
at senda tey í skúla, og til
okkara tíð, har øll børn
hava rætt til skúlagongd
og útbúgving, og foreldur
hava lógarásettar skyldur at
forsyrgja barninum til tað
er 18 ár, er stórt framstig.
Orsøkin at leggja uppskot
fyri tingið at lóggeva móti
revsilsisrættinum eru mang
ar, men høvuðsorsøkin er
eftir míni metan, at tað er
ein fyritreyt í virðingina av
tí einstaka menniskjanum,
at tú ikki fremur harðskap,
hvørki likamligan ella sálar
ligan.
Tá børnini altíð eru tey
veikastu í støðum mótveg
is teimum vaksnu, eigur
teimum at vera lógar
tryggja verja móti ágangi.
Í dag hevur tú ikki loyvi at
sláa ella fremja harðskap
móti øðrum vaksnum
menniskjum. Eisini djór
ini eru vard av einari djóra
verndarlóg, men enn eru
børn okkara ikki vard í
nakrari lóg móti at verða
sligin ella útsett fyri øðrum
likamligum harðskapi.
Á ungdómstinginum í
februar í ár løgdu næmingar
frá 9. a í Eysturskúlanum
fram uppskot um at avtaka
revsilsisrættin og vóru argu
mentini tey førdu fram í
sambandi við lógarupp
skotið bæði nógv og góð,
tey søgdu m.a. :
Tað er ósunt fyri børnini
at verða sligin! Børnini
læra, at harðskapur er ein
háttur at loysa trupulleikar/
konfliktir uppá! Børn eru
veikari og kunnu ikki verja
seg! Hvar er markið fyri,
nær talan er um harðskap
og um varisliga likamliga
revsing? Børnini missa
sjálvsálitið og fáa sálarlig
arr! Tað er loyvt at sláa
børn, men ikki djór og vaks
in fólk! Foreldrini eiga at
verja barnið – barnið er
ikki teirra ogn, tí fólk kunnu
ikki eigast! Børn hava rætt
til virðiliga viðferð! Vaksin,
sum sláa børn, skulu á
skeið í at vera foreldur!
Tað er mannminkandi
og eyðmýkjandi at verða
sligin, bæði hjá vaksnum
og børnum! Tað er tekin
um veikleika ikki at kunna
práta eitt barn í lag.
Verja móti harðskapi
Eisini er tað ein manna
rættur hjá børnum at vera
vard móti harðskapi. Ì
ST barnarættindasáttmál
anum frá 20 . november
1989 verður m.a. staðfest
at staturin skal verja barnið
um tað verður mishandla.
Annars stendur nógv annað
áhugavert í hesi somu yvir
lýsing, eitt nú at børn hava
rætt til privatlív og foreldur
eiga til dømis ikki at lesa
brøv hjá børnunum, børn
hava rætt at vita hvat fyri
ferst í heiminum og tí
eigur at hava atgongd til
bløð, sjónvarp, útvarp og
bøkur, og børn hava rætt at
hava sína egnu meining og
hendan skal virðast. Meira
um barnarættindasáttmálan
kann lesast á heimasíðuni
hjá www.detsidsteord.dk
Annars mælti Norður
landaráðið í 1982 lima
londunum at taka av henda
revsilsisrætt.
Arbeitt verður í løtuni
við uppskotið at leggja
fyri tingi, sum skal avtaka
revsilsisrættin hjá foreldr
um av børnum teirra.
Í hinum norðanlondunum
var hesin revsirættur avtikin
við lóg fyrst í undangongu
landinum Svøríki í 1979. Í
Finnlandi var lógin avtikin
í 1983 og í Noregi í 1987.
10 ár seinni var lógin so
avtikin í Danmark, altso í
1997, og nú verður so høvi
hjá Føroya Løgtingi at gera
tað sama.
Vóni at uppskotið fær
góða og jaliga viðgerð í
løgtinginum, so vit eisini
her kunnu teljast millum
heimsins fremstu tjóðir.
Ikki loyvt at sláa børn
Uppskot fyri tingið um at avtaka
revsilsisrættin hjá foreldrum.
Helvtin av Føroya fólki útihýst
Løgtingskvinna
Heidi
Petersen
Løgtingskvinna
Heidi
Petersen