Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 48 - 8. mars 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 16. februar fylti Havnar Arbeiðs­ kvinnu­felag 70 ár. Í hesum sam­ bandi hevur felagið fingið nýtt búmerki og nýggja heimasíðu. Eisini var ein áhugaverd framsýning í Smiðj­ uni í Lítluvík Tíðindaskriv Havnar Arbeiðskvinnufelag – soleiðis byrjaði tað. Tann sekstanda februar 1936 komu nakrar kvinnur í Tórshavn saman ”fyri at royna at fáa eitt arbeiðskvinnufelag í lag”, sum tikið verður til í fyrstu gerðabókini hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag. Havnar Arbeiðskvinnufelag varð sostatt stovnað hendan dagin, og bakstøðið fyri hesi hending vóru utt­an iva tey sera truplu sam­fel­agsviðurskiftini við vinnu­loysi og dýrtíð. 1936 var eitt hitt vánaligasta ár­ið í øldini, so tørvurin á skip­aðum viðurskiftum fyri kvinnu­ligar løntakarar var sera stórur. Á fundinum tann 16. febru­ ar 1936 varð vald nevnd at gera uppskot til felagslóg. Í hesa ta fyrstu nevndina vórðu valdar Thora Poulsen, formaður, Christiane Rund­ vall, Svanhild Dam, Olivia Højgaard, Gerda Hansen, Ingrid Mortensen og Jo­hanne Poulsen. Nevndin ar­beiddi bæði skjótt og væl, og longu tann 16. mars sama ár varð lógaruppskotið einmælt samtykt. Endamál felagsins var: ”..við felagsskapi millum arbeiðskvinnur at gera tær sjálvar førar fyri í semju og samanhaldi at røkja síni felags viðurskifti sum t.d. skipan av arbeiðsítð og arbeiðsløn og í øllum lutum royna at fremja arbeiðs­ kvinnurørsluna”. Dagin eftir varð fyrsti regluligi nevndarfundurin hildin, og uppskot til sátt­ mála við Havnar Ar­­beiðs­ gev­arafelag varð orðað og viðgjørt. Sátt­mála­uppskotið varð fyrst lagt fyri ein van­ ligan limafund. Síðan varð uppskotið sent Havnar Ar­beiðsgevarafelag, sum bað um tíð til at um­hugsa støðuna. Tann 2. juli sama ár boðaði Havnar Arbeiðsgevarafelag frá, at felagið hevði viðurkent Havnar Arbeiðskvinnufelag, og at felagið varð sinnað at taka upp samráðingar um ”for at tilvejebringe de bedst mulige arbejdsforhold..” Ar­beiðsgevararnir boðaðu samstundis frá, at teir ikki mettu búskaparligu støð­una at vera hóskandi til lønar­ hækkingar. Tann 17. februar 1937 varð Andrea Árting vald til forkvinnu í Havnar Ar­­beiðskvinnufelag, og nevndin gjørdi í apríl sama ár av, at farast skuldi undir lønarsamráðingar við ar­­beið­ gev­ararnar. Kravið var, at tíma­lønin skuldi hækka úr 30 oyrum upp í 45 loyru um tíman. Annars vóru krøvini tey somu, sum vórðu samtykt í mars árið fyri. Hesi krøv vóru eitt nú 50% fyri yvirtíð, og skuldi arbeiðstíðin verða millum kl. 7 á morgni og kl. 18 á kvøldi. Fyri fiskavask var kravið 1,50 kr. fyri hvørjar 100 av stórum fiski, 1,00 kr. fyri millumfisk og 0,70 kr. fyri smáfisk. Striltið gekk at fáa Havnar Arbeiðsgevarafelag til sam­ráðingarborðið, men tann 22. juni 1937 varð so fyrsti formligi sam­ráð­ing­ ar­fundurin millum feløgini bæði hildin í húsum Havnar Ar­beiðsmannafelags. Ar­beiðs­ gevararnir vóru ikki sinnaðir at ganga krøvunum á møti, og samráðingar vóru síðani av og á til út á várið 1938, tá ið Havnar Arbeiðskvinnufelag fyrstu ferð hótti við verkfalli. Tann 7. juni hetta ár lýsti Havn­ar Arbeiðskvinnufelag verkfall, samstundis sum nevnd­in vendi sær til semings­ mannin Gunnar Dahl Olsen og heitti á hann um at royna seming partanna millum. Sem­ingin gekk væl, og longu sama kvøld var fyrsti sáttmálin millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Havnar Arbeiðsgevarafelag undirritaður. Við hesum fyrsta sáttmála varð tímalønin hækkað úr 30 oyrum upp í 40 oyru. Hartil fingu kvinnur, sum landaðu saltfisk 45 oyru um tíman so leingi arbeitt varð uttandura. Arbeiðstíðin, sum sambært siðvenju hevði verið ellivu tímar, varð ásett at vera tíggju tímar. Yvirtíðarløn 50% varð roknað frá kl. 18, um arbeitt var uttandura. Varð arbeitt inni í turkihúsi, var yvirtíð ikki roknað fyrr enn eftir kl. 19. Millum kl. 19 og 21 var yvirtíðarlønin 25%, og eftir kl. 21 varð yvirtíðarlønin 50% av vanligu tímalønini, ið sum nevnt nú varð 40 oyru fyri innandura arbeiðið og 45 oyru fyri uttandura arbeiði. Eisini fyri fiskavasking hækkaði lønin. Fyri hvørjar 100 av stórum fiski varð gjaldið 160 oyru, fyri millumfisk 110 oyru, og fyri smáfisk varð latið ávikavist 50 og 55 oyru fyri kg. alt eftir støddini. Nýtast skuldi kontrabók, har alt keyp varð skrivað. Gerast skuldi upp minst einaferð um mánaðin og átti arbeiðskvinnan tá pening til góðar, skuldi ágóðin rindast viðkomandi kontant beinanvegin. Soleiðis endaði fyrsta skeið­ið í stríðnum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag fyri betri korum við einum sáttmála, ið var eitt stórt framstig á øllum økjum fyri limir felagsins. Í nevndini í Havnar Ar­beiðskvinnufelag sita: Vigdis Johannesen, for­ kvinna, Oda Dalfoss, næst­ forkvinna, Anne-Lisa Dav­ id­sen, skrivari, Nina Dahl, nevndarlimur, og Evida Jane Bruce, nevndarlimur Havnar Arbeiðskvinnufelag 70 ár Nevndarlimir í Havnar Arbeiðskvinnufelag í Smiðjuni, f.v.: Anne-Lisa Davidsen, skrivari, Vigdis Johannesen, forkvinna, og Oda Dalfoss, næstforkvinna Lag: Gomul minnir. (J.E. Ellefsen)   Kannst tú ei fara har piparið grør, so kannst tú aldurin náa. Har í tey ungu sum ei fløkja lør, piparbússuna fáa. Tey flestu tó fáa sær maka við lið, áðrenn tey tríati fara framvið. Onkur tó stakur fer um hesa gátt, eina við songarstokk liggur.   Eina vit kenna nú gáttini á, makaleys tríati fyllir. Vakið og yndisligt er hennar brá, hárið og hesthali gyllir. Undarlig ikki og ei heldur ør, valdi at læra til navigatør. Norðan úr Sundi har streymurin rak, fór hon á skiparaskúla.   Helst er hon kræsin og bítur ei á, sjeikarnar letur hon ganga. Loyndarfult er yvir eygunum brá, tá íð hon vendir teimum vanga. Nei ikki eg veit hvussu vorðið íð er, hvørki hjá Póli, ei heldur hjá Per. Eitt er tó sikkurt – at fongur tað var, um hon í trolið var komin.   Góða Malena vit siga tær takk, fyri tað tíð vit her sigldu. Skjótt kemur Dúgvan at leggja seg bakk, óansæð hvat íð vit vildu. Tillukku við degnum, halt leiðina fram, ei nýtist smæðast, tú dugir títt kram. Surra so skipið til kajuna fast, farleiðin nýggja hon kemur. Skipsfelagar Heilsan til Lenu Sivertsen