Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 8. mars 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Leif Nolsø, Sørvágur, fyrrverandi lærari, and­ aðist 7. mars á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, 79 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrshúsi í dag kl. 14 til Dúgvuna. Kistan kemur í kirkjuna í Sørvági kl. 16:30. Jarð­arferðin verður lýst seinni. Kistan við Nancy Vern­ ing fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi í dag 8. mars kl. 18. Jarð­ arferðin verður úr Salem hósdagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Nancy, kunnu lata Salem á Tvør­ oyri eina gávu. Sigmund J. M. Joen­ sen, ættaður av Tvør­ oyri, búðsitandi í Keyp­ mannahavn, and­aðist sunnudagin 5. mars, 83 ára gamal. Olaf Andreasen, Tórs­havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggja­dagin 3. mars 81 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Havnarkirkju mikudagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Olaf, kunnu lata eina gávu til Cystisk Fibrosufelagið, konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum mongu, sum vóru um og sýndu samkenslu, tá okkara elskaða kona, mamma, vermamma, omma og langomma Ruth Apol Tórshavn andaðist og fór til gravar. Takk fyri umsorgan í samband við sjúkralegu. Ein serlig tøkk til heimarøktina. Takk fyri blómur, kransar og heilsanir. Hjartaliga takka vit øllum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Eiko Dagurin í morgin 9. mars. Fjøruti riddarar, deyðir í 320. Keisarin Licinius gav boð um, at øll kristin skuldu avnokta trúnna. Fjøruti riddarar í Sebaste í tí núverandi Turkalandi vildu ikki gera eftir boðunum og vórðu settir naknir út á ein ísflaka, men teir valdu allir, uttan ein, heldur at frysta í hel enn at ganga frá trúnni. Sum veðrið var henda dagin, skuldi tað vera teir komandi 40 dagarnar. Sverri kongur Sigurðsson doyði hendan dagin í 1202 í Bergen. Á Føroya landsbókasavni er í løtuni ein framsýning við myndum eftir Floru Heilmann (1872-1944). Flora Heilmann var donsk listakvinna, sum búði í Ónagerði á Viðareiði árini 1896-1906, meðan maður hennara var prestur har. Myndirnar á framsýningini eru allar málaðar í tíðarskeiðnum 1897-1931, og tær eru partur av eini gávu sum Flora Heilmann gav Bókasavninum í Havn í 1931. Myndirnar vísa okkum ta gomlu føroysku húsabyggingina og gomul føroysk bygdarløg. Tær flestu myndirnar eru úr Havnini, men fleiri eru eisini úr øðrum bygdum kring landið. Umframt myndirnar eru á framsýningini eisini tvær skitsubøkur við tekningum og akvarellum, sum Flora Heilmann gjørdi tey árini hon búði í Føroyum. Framsýningin er opin fyri almenninginum til miðjan mai. Flora Heilmann framsýning á Landsbókasavninum Lesið Sosialin - so eru tit við