mikudagur 8. mars 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 48 - 8. mars 2006
Heimurin opin fyri lesandi
Katrin á Neystabø,
sum var skiftisnæm
ingur í USA í eitt
hálvt ár, sigur, at
lesandi skulu bjóða
heiminum av og taka
ímóti tilboðum, sum
lærustovnarnir bjóða
Útbúgving
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í sambandi við tiltakið
Markleys Útbúgving, sum
er í hesum døgum, hava
vit prátað við Katrina á
Neystabø, 24, sum lesur cand.
merc á Handilsháskúlanum í
Århus. Sum part av bachel
orútbúgvingini fór hon eitt
hálvt ár til Oregon í USA at
ganga á College sum skiftis
studentur.
Katrin fór til USA, tá
hon gekk á 3. ári, ella á 5.
semestri. Hon greiðir frá, at
tað at gerast skiftisnæmingur,
gav henni møguleika at seta
saman sína egnu útbúgving
og at síggja hana í einum
altjóða høpi.
– Harumframt var eg
vorðin rættiliga troytt av
lesnaðinum og hevði brúk
fyri at fáa meira fjølbroytni
í. Við at fara til USA slapp
eg at royna nakað nýtt og
at savna orku til at halda
fram, tá eg kom heim aftur.
Útbúgvingin hjá mær tekur
minst 5 ár, so tað var ordiliga
gott at fáa eitt andarhald,
sigur hon, og greiðir frá, at
hon fór avstað saman við
fýra øðrum, sum hon las
saman við í Århus.
– Vit keyptu ein bil og
ferðaðust runt í USA í ein
mánað, áðrenn skúlin byrj
aði. Vit búðu á campus, sum
er vanligt í USA. Campus er
eitt stórt øki, nærum ein lítil
býur, har alt lesrarumhvørvið
er savnað á einum stað.
Har ganga næmingarnir í
skúla, teir búgva har, eta í
matstovunum, har eru bio
graf, ítróttarøki, mentanarlig
tilboð, løgregla og handlar.
Alt, sum ger, at tey lesandi
nýtast ikki at fara út um øki.
Hetta ger lestarumhvørvið
ómetaliga sosialt, og tú hev
ur altíð onkran at fylgjast
við. Tey amerikansku ungu
hava heldur ikki familjuna
hjá sær har, so hini lesandi
verða í stóran mun familjan
hjá hvørjum øðrum, greiðir
Katrin frá.
Um fakliga innihaldið av
útbúgvingini sigur Katrin, at
tey raðfestu ikki tann fakliga
partin so høgt, tí tey skuldu
bara standa lærugreinirnar
og tað var ikki so torført.
– Støðið var nakað lægri enn
her hjá okkum, men tá skulu
vit eisini minnast, at tey eru
væl yngri enn vit, tá tey fara
undir hægri lesnað. So vit,
sum vóru skiftisnæmingar,
raðfestu heldur at ferðast
runt í landinum, og at fáa
upplivingar við okkum heim
úr USA.
Øðrvísi mentan
Bústaðarviðurskiftini hjá
lesandi í USA eru ofta átøk
kollektivum.
– Eg búði í íbúð uttanfyri
campus saman við trimum
øðrum ungum, einari dansk
ari gentu og tveimum úr
USA. Tær amerikansku
hildu okkum vera so løgnar,
tí vit sjálvar gjørdu okkum
mat. Tær dugdu als ikki
at gera mat, men ótu bara
sovorðið, sum var hitað í
mikroovninum, ella tær ótu
úti, sigur Katrin, sum eisini
lærdi nógv um mentanina
har.
– Eg haldi, at mentanin
har er løgin. Hóast tey eru
blíð og opinskárað, so kemur
tú ongantíð inn á tey, ella
tað er í øllum førum torført.
So eg kom mest saman við
evropearum og við eitt hevði
eg meira í felag við polakkar
enn við onnur. Tað helt eg
var løgið.
Annað, sum Katrin sigur
undraði seg, var, at alt var
so ovurstórt.
– Hús, bilar, ja sjálvt park
eringsplássini vóru nógv
størri enn her. Og so hevði eg
ikki væntað, at náttúran var
so vøkur, sum hon veruliga
var. Vit koyrdu framvið allari
vesturstrondini, og tað má eg
siga var áhugavert - at koma
inn í hesar smáu bygdirnar
og at hitta fólkini har, sum
vóru nakað so giggut og
bygdaslig, at vit kenna als
ikki til slíkt her. Øðrvísi og
áhugavert, má sigast, og tað
var júst tað, eg fór út í verðina
at leita eftir: Nøkrum, sum
kundi seta mítt egna lív
og útbúgving í perspektiv,
og sum gjørdi meg nógv
klókari uppá heimin enn eg
var frammanundan, sigur
Katrin á Neystabø, og heldur
fram,
– Eg kann bert siga
við onnur ung, gentur og
dreingir, tað er so lætt at
fara, um lærustovnurin,
sum tú gongur á, hevur eina
skiftisskipan, og tað hava
næstan allar útbúgvingar.
Alt tað praktiska varð fyri
skipað frammanundan, læru
greinirnar vóru góðkendar
og fíggjarliga søkti eg ymsar
grunnar og komu 21.000 kr.
inn tann vegin. Harumframt
hevði eg spart mær einar
30.000 upp frammanundan,
og so fekk eg SU, ella einar
4.000 kr. aftaná skatt.
Markleys
útbúgv
ing
Afturvendandi kunningar
tiltakið Markleys útbúgv
ing verður 9. og 10. mars
2006. Tá fara umboð fyri
MFS, Frakland, Spania,
Føroya Sparikassa og
Náttúruvísindadeildina
á Fróðskaparsetrinum at
greiða studentum frá lestr
armøguleikum í Føroyum
og aðrastaðni. Kunningin
verður á teimum trimum
stóru miðnámsskúlunum
og í Miðlahusið í Havn.
Fyrrapartin hósdagin
9. mars 2006 kl.
10.00 verður tiltakið
á Handilsskúlanum í
Havn, kl. 12.00 í Hoy
dølum og fyrrapartin
fríggjadagin 10. mars.
kl. 10.00 á Kambsdali.
Harafturat verður skipað
fyri kunningarkvøldi hós
kvøldið 9. mars í Miðla
húsinum í Havn. Skráin
á øllum fýra tiltøkunum
í hesum umfarinum
verður hendan: Náttúru
vísindadeildin: Knud
Simonsen og Eyðfinn
Magnussen. Frakland:
Kirsten Madura. MFS:
At vera lesandi - Katrin
á Neystabø og Sjurður
Skaale. Spania: Ana M.
Rodríguez Gil og Før
oya Sparikassi - Eva K.
Nolsøe - Alexandur Jo
hansen
Tað eru Mentamála
ráðið, Lestrarvegleiðara
felagið, MFS og Altjóða
Skrivstovan, sum skipa
fyri Markleys Útbúgving
2005/2006.
Katrin á Neystabø, sum hevur
verið skiftisnæmingur í USA
Mynd. Jens Kristian Vang
TÍÐINDASKRIV
Hóskvøldið 9. mars klokkan
19.30 verður kvøldseta
í Studentaskúlanum á
Kambsdali. Skúlin skipar
fyri kvøldsetum tvær ferðir
um árið, og várkvøldsetan
verður altso nú hóskvøldið.
Sum altíð so verður nógvur
sangur og tónleikur á skránni.
Næmingar fara eisini at vísa
okkurt, sum hevur verið
partur av undirvísingini í
hesum skúlaárinum. Ein
flokkur skipar fyri kafe.
Tey seinnu árini hevur
tað ofta verið soleiðis, at
fyrrverandi næmingar á
kvøldsetuni hava greitt
frá tíðini, tá ið teir gingu í
skúlanum, og hvussu teirra
útbúgvingarleið og yrkisleið
síðani hevur verið.
Hesa ferð verður tað Elisa
beth Akursmørk í Klaksvík,
sum fer at siga frá. Hon varð
málsligur studentur í 1991.
Elisabeth er økonoma, og
hon hevur starv á Føroya
Húsarhaldsskúla.
Seinnu árini hevur hon
arbeitt nógv við coaching, og
fyri tíðina fæst hon burturav
við hetta. Coaching er ein
arbeiðsháttur, ið hjálpir
fólki at finna egnar styrkir
og møguleikar at mennast.
Elisabeth hjálpir fólki at seta
sær mál og at røkka teimum.
Tað vil siga at gera málið
ítøkiligt, at finna forðingar
og síggja møguleikar, finna
motivatión og at leggja
ætlan fram ímóti málinum.
Hon hevur fingist nógv
við at hjálpa fólki at broyta
kostvanar og at klænka, og
tað fer hon eisini at koma
eitt sindur inn á.
Kvøldsetan
í
Stud
entaskúlanum á Kambsdali
verður hóskvøldið klokkan
19.30. Tiltakið er alment, og
tað er ókeypis.
Kvøldseta á Kambsdali