mikudagur 8. mars 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 8. mars 2006
15
– Eg helt ikki, at eg
hevði ráð at fara at
læra, tí eg júst hevði
keypt mær eina
nýggja súklu upp á
avbetaling. Súklan
kostaði 290 krónur,
og eg hevði bara
goldið tær fyrstu
150 krónurnar.
Pápi mín bað meg
bara fara kortini, tí
hann skuldi gjalda
tað, sum eftir var av
súkluni, sigur Alma
Petersen, sum í mong
ár hevur seymað
arbeiðsklæði til fólk
innan heilsuverkið,
heimarøktina og
ymiskar fyritøkur
Konubrot
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
– Vit høvdu matvøruhandil í
16 ár, og tá ið sølan minkaði,
avgjørdi eg knappliga ein
dagin, at vit skuldu gevast
at handla. Vit lýstu við, at vit
fóru at lata aftur. Maðurin,
sum var sjúkur av sukur
sjúku, spurdi, hvussu vit
skuldu klára okkum. Hann
vildi helst ikki, at eg fór út
aftur at arbeiða. Eg hevði
arbeitt úti sum yngri, bæði
hjá P/F Sjóklæðum og í
fiski. Sum blaðung lærdi eg
at seyma, og eg hevði altíð
fingist við at seyma, eisini
meðan vit høvdu handilin.
So, eg leyp bara út í tað
og bjóðaði meg fram til at
seyma klæðir til arbeiðsfólk
– buksur, tunikur, kitlar og
annað. Nú havi eg seymað
burtur av í meira enn 20
ár, og tað hevur gingið
hampiliga væl.
Tað sigur 72 ára gamla,
Alma Petersen, sum øll
hesi árini hevur havt egna
seymistovu í Klaksvík.
Maðurin, sum tíðliga
gjørdist sjúkur av sukur
sjúku, doyði í 1988 og annar
av synunum – triðja barnið
í røðini av fýra, doyði av
sjúku í 1999 í bestu árum.
Alma og maðurin fingu
fýra børn í seks ár, harav
tey trý í trý ár.
Lærdi at seyma
Men hvussu byrjaði Alma so
at seyma:
– Eg vil siga, at tað vóru
foreldur míni, sum koyrdu
meg út at læra at seyma,
meðan eg enn var blaðung.
Mamman helt, at ein genta,
sum dugdi at seyma, kundi
so nógv í einum húsarhaldi.
Hon vildi hava meg at læra
hjá Idu Purkhús, ið seymaði
fyri fólk.
Tíðirnar tá vóru ikki, sum
tíðirnar eru í dag.
– Eg helt ikki, at eg hevði
ráð at fara at læra, tí eg júst
hevði keypt mær eina nýggja
súklu upp á avbetaling.
Súklan kostaði 290 krónur,
men eg hevði bara goldið
tær fyrstu 150 krónurnar.
Pápi mín bað meg bara fara
kortini, tí hann skuldi gjalda
tað, sum eftir var av súkluni,
segði hann.
Alma sigur, at síðan hon
lærdi at seyma hjá Idu fyri
meira enn hálvari øld síðan,
seymaði hon sum ung til sín
sjálvs og til tey fýra børnini,
hon og maðurin fingu.
– Klæðini til børnini
seymaði eg mest burtur úr
brúktum klæðum.
Alma byrjaði longu at
seyma arbeiðspløgg av
ymiskum slagi, áðrenn tey
góvust við matvøruhandl
inum, og soleiðis hevði
hon bæði handilin og seymi
virksemið í eina tíð.
Sá møguleikarnar
– Tá ið eg byrjaði at síggja
møguleikar í at seyma burtur
av, fór eg ein túr niður til
Danmarkar og keypti mær
eina overlookara-maskinu,
sum kostaði góðar 20.000
krónur. Síðan keypti eg eina
stykkumaskinu í Havn fyri
einar 7.000 krónur. Eisini
bílegði eg mær 500 metrar
av hvítum toyi, sum eg ætl
aði mær at seyma innaftur,
sum hon tekur til.
Soleiðis byrjaði seymi
virksemið hjá Almu av álv
ara og framvegis í dag, nú
hon er 72 ára gomul, situr
hon við seymimaskinuna,
eins ófør og hon altíð hevur
verið.
Sjálv heldur hon, at tað
gongur ikki líka so skjótt
nú, sum tað gjørdi, tá ið hon
var í bestu árum, men eingin
ivi er um, at Alma dugir
síni »ting« – betur enn tey
flestu.
Sum árini gingu, keypti
Alma sær fleiri og fleiri
maskinur, eitt nú til knappa
hol og knappar, og hetta
eru alt góðar og dýrar
maskinur.
– Eg haldi, at tað gongur
ov seint við einari vanligari
seymimaskinu, og eg haldi
heldur ikki, at tær høvdu
hildið til tað arbeiði, eg skal
brúka tær til.
Í dag hevur hon átta
ymiskar maskinur standandi
í stóru og rúmligu húsunum á
Stoksoyrarvegnum, har hon
býr og hevur sítt virksemi.
Sjálvbjargin kvinna
Tá ið tú kemur innar í
lutfalsliga lítla seymirúmið í
kjallarahæddini á húsunum,
ivast tú onga løtu í, hvat
tað er, sum Alma fæst við.
Maskinur, trillur og toy fylla
meginpartin av rúminum,
soleiðis at lítið gólvpláss er
eftir.
– Jú, her eru nógvar
maskinur, men eg brúki
bara eina í senn, sigur hon
við einum smíli.
Alma er ófør at práta, og
hon veit ein heilan hóp.
– Lívið hevur ikki altíð
verið so lætt, men eg eri
ógvuliga glað fyri lívið og
heilsuna, og mær dámar væl
at arbeiða.
Hon sigur, at nú hon er
pensjónerað, er ikki neyðugt
hjá sær at dríva so nógv á.
– Nú havi eg verið so
forkølað í longri tíð, og eg
havi heldur ikki havt so nógv
inni, men eg seymi at kalla
hvønn dag. Tá ið mest hevur
verið at gera, havi eg havt
onkran at hjálpa mær, men
fyri tað mesta havi eg verið
einsamøll.
Størsti
parturin
av
virkseminum hjá Almu
hevur verið at seymað
buksur, tunikur og kitlar
til viðskiftafólk innan
sjúkrahúsverkið, heima
røktina og til ymisk arbeiðs
pláss, sum brúka slík
klæði.
– Eg havi soleiðis seymað
til sjúkrahúsið her í Klaksvík
og á Tvøroyri, men torført
hevur verið at sloppið framat
á Landssjúkrahúsinum.
Hon sigur, at tað eru
summir stovnar, sum heldur
vilja keypa útlendskt, hóast
tað hvørki er betri, ei heldur
bíligari.
– Eg havi valt at seymað
burtur úr góðum toyi, sum
eg keypi úr Týsklandi um ein
danskan umboðsmann. Áður
keypti eg toy úr Italiu.
Alma hevur ongantíð
selt toy, men hevur keypt
toyið heim til sín sjálvs at
seyma.
– Nei, eg selji ikki toy í
kapping við onnur. Tó havi
eg onkuntíð latið nakrar
metrar burtur av mínum
toyi, um onkur hevur verið
inni á gólvinum og hevur
havt brúkt fyri júst tí toyi,
eg havi.
Útferðarhugur
Seinnu árini hevur Alma
ferðast nógv uttanlands, og
sjálv sigur hon skemtandi, at
henni dámar at ferðast fyri
tað, sum »leypur« av.
– Mær dámar væl at ferð
ast, og mær dámar væl at
síggja, hvussu onnur fólk
liva.
Saman við ommudóttrini,
sum er einasta ommubarn
hon eigur, hevur hon verið
í Peking fyri nøkrum árum
síðan, og seinasta vár var
hon í Ísrael.
Alma Petersen hevur eisini
verið í Italiu og í londunum
her uttan um okkum – og nú
í komandi mánaði fer hon til
Póllands ein túr.
– Eg haldi, at eingin
hevur tað so gott, sum vit
í Føroyum hava tað. Vit
grenja og finnast at, men
eg haldi, at tann, sum ikki
hevur tað gott í Føroyum,
hevur skyldina av tí sjálvur.
So avgjørd er hon.
– Vit kunnu hava tað gott
fyri tað, um vit ikki kunnu
skalta og valta, sum vit vilja,
sum hon tekur til.
KvinnuSosialurin ynskir
Almu Petersen nógv góð ár
aftrat við seymimaskinuni.
Eingin hevur tað so gott sum vit í Føroyum
– Lívið hevur ikki altíð verið so lætt, men eg eri ógvuliga glað
fyri lívið og heilsuna, og mær dámar væl at arbeiða. Nú eg eri
pensjónerað, er ikki neyðugt hjá mær at dríva so nógv á longur,
sigur Alma Petersen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Alma Petersen lærdi sum blaðung at seyma hjá Idu Purkhús í Klaksvík – og nú hon er 72 ár, situr hon framvegis við seymimaskinuna.
Sjálv heldur hon, at tað gongur ikki líka so skjótt longur
Mynd: Vilmund Jacobsen