Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 48 - 8. mars 2006 Í hesum døgum fáa íalt 3033 kvinnur í tretivunum eitt spurnablað um sambandið millum fruktbæri, kost og umhvørvi Kanning tíðindaskriv Kanningin er í tveimum. Eitt spurnablað til tær, ið ikki hava átt børn, og eitt til tær, sum hava átt. Hetta er ein partur av eini umfatandi kanning á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum hevur til endamáls at samanbera fruktbærið í Føroyum við onn­ur lond og at lýsa um umhvørvisviðurskifti hava týdning fyri fruktbærið. Allar kvinnurnar hava fingið tvey spurnabløð, eitt grønt til tær, sum hava átt børn ella ganga við fyrsta barninum nú, og eitt blátt, sum er til tær, sum ikki hava átta børn. Í grøna spurnablaðnum verður spurt um kvinnu­ sjúkur og annað viðvíkjandi kvinnum, um kost, viðgongu­ tíðir (graviditeter) og barns­ burðir og møguligar trupul­ leikar at gerast upp á vegin. Eisini eru spurningar um møguligar trupulleikar hjá pápanum at børnunum. Vit hava eisini sett mammuni at kvinnuni nakrar spurningar. Tað kann av ymiskum or­­ søkum vera ringt at svara teimum spurningunum, men vit heita á kvinnuna, við ella uttan hjálp frá mammuni, at svara, so væl hon kann. Bláa spurnablaðið setir somu spurningar um kvinnu­ sjúkur, kost, mammuna, mann­in, hon møguliga royn­ ir at fáa barn við, og eisini um viðgongutíðir, tí ein barnleys kvinna kann hava verið uppá vegin, men ikki havt barnsburð. Mammurnar at kvinn­un­ um verða eisini spurdar um teirra kostvanar og ym­­­iskt annað viðvíkjandi við­gongu­ tíðini hjá kvinnuni, sum svar­ar. Tað er tí, at gransk­ ingar­úrslit úr øðrum londum geva ábend­ing­ar um, at tíðin í móður­­­lívi iva­ leyst hevur týdn­­ing fyri frukt­­­bærið seinni í lívi­num soleiðis at skilja, at hvussu mamm­an livdi, með­an hon gekk við dóttrini, kann hava týdning fyri, eitt nú, hennara fruktbæri í dag. Kanningin er eitt sam­­arbeiði millum gransk­arar frá Sjúkrahúsverki Føroya, Ríkissjúkra­ hús­inum í Keyp­­manna­havn og Suður­danska Universi­ tetinum í Odense. Tey, sum mynda verk­ætl­anarbólkin, eru pro­fess­ararnir Niels Erik Skakke­bæk og Tina Kold Jensen, ljósmóðirin Anna Sofía Veyhe, heilsu­ frøðingurin Mari Ann Ellend­­ersen og Pál Weihe, yvir­lækni. Tíðarkrevjandi at svara spurnar­ blaðnum Um ein slík kanning skal vera eftirfarandi, má hon vera ná­greinilig, og helst skulu meira enn tveir triðingar hava svarað spurnabløðunum. Fyri at vera nágreinilig er tað neyðugt at koma við nógvum spurningum, og tí er spurnarblaðið vorðið so drúgt. Tað fer í miðal at taka umleið ein tíma at svara spurnablaðnum. Gransk­ ing­­arbólkurin vónar tó, at nógvar kvinnur fara at gera sítt til at ríka vitanina um fruktbæri føroyinga við at geva sær stundir til at svara spurningunum onkuntíð kom­­andi vikurnar. Tey, sum hava hug, kunnu gera nógv burturúr at há­tíðar­ halda kvinnudagin í ár. Fyrst við einum leskiligum bita á Hotel Hafnia, og síðani uppi í Sjónleikarhúsinum, har Kvinnufelagið skipar fyri tiltaki 8. mars 2006 Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Kvinnufelagið og Hotel Hafnia í Havn eru farin sam­ an um at hátíðarhalda altjóða kvinnudagin. Tey hava sett eitt tilboð saman, sum serliga er ætlað teimum, ið ynskja góðan mat, umframt eitt gott kjak. Kvinnubuffet – Í sambandi við konsertina hjá Eivør, Guðruni og Lenu í Norðurlandahúsinum her­ fyri, borðreiddi vit við ein­ um forkunnugum sjálv­tøku­ borði, sum var sett saman við kvinnugómum í huga. Hendan kvinnubuffetin varð sera væl móttikin, bæði av kvinnum og monnum, og tí avgjørdu vit at bjóða hana aftur í sambandi við tiltakið hjá Kvinnufelagnum, siga tey á Hafnia. Nógvir spennandi rættir eru á skránni á stóra sjálv­ tøkuborðinum á Hotel Hafnia, eitt nú canapéir, salat, terta, fiskasuppa, smá­ ar pannukøkur við skelja­ djóra­fyllu, um­framt sjoko­ láta­køku og tiramisu omaná. Sjálvtøkuborðið verður mill­ um kl. 17 og 21. Álvara og gaman í Sjónleikarhúsinum Kvinnufelagið í Havn stend­ur fyri partinum av há­tíðarhaldinum, sum verð­ ur í Sjónleikarhúsinum. Har verður ymiskt á skránni, eitt nú pallborðsfundur undir heitinum: Kvinnur í Politikki – hvussu fáa vit fleiri kvinnur valdar í løgtingið og í bý- og bygdarráðini? Tiltakið byrjar kl. 19.30 við vælkomudrykki og brellbitum í forhøll­ini, og Amnesty Inter­natio­nal Føroya deild hev­ur fram­sýn­ ing. Pallborðsfundurin verð­ur kl 20, við Karin Kjøl­bro sum fundarstjóra. Tær, sum fara at manna pall­borðið verða: Lisbeth L. Peter­sen, løg­tings­ kvinna, Gunn Joensen, frv. borgarstjóri í Vestmanna, Mal­an Helgadóttir, bygdar­ ráðslimur, Bjørg Jacobsen, skrivari í Javnstøðunevndini, Helena Dam á Neystabø, frv. landsstýris- og løg­ tings­kvinna, Annita á Fríð­ riksmørk, løgtings­kvinna og Birta Biskopstø, forkvinna í Kvinnufelagasamskipan Føroya. Eisini verður undirhald, har tær báðar Mia Káradóttir og Heiðrún Petersen spæla ávikavist floytu og violin, og Marjuni í Kálvalíð fer at framføra skemt. Kostnaður fyri Kvinnu­ buffet og Sjónleikarhúsið er 250 kr. og borð skal bíleggjast á Hafnia. Tiltakið í Sjónleikarhúsinum kostar 100,- kr. og atgongumerki fáast við inngongdina. Ein maður kann verða ljótur, skitin og keðiligur – men fær hann kvinnuna at flenna, hevur hann hóast alt góðan møguleika at fáa konufólk. Ein nýggj kanning vísur nevnliga, at humor hevur stóran týdning, tá kvinnur velja sær maka Kanning Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo ”Fittur, erligur og stuttligur” – hetta eru tey vanligastu hugtøkini og ynskini tá støk­um fólkum, tá tey søkja eftir maka í bløðum ella á alnótini. Nýggjar kanningar í USA og Kanada vísa, at hjá monnum hevur tað lítl­ an týdning um kvinnan er stuttllig, meðan kvinnur blunda fyri nógvum, um mað­urin bara er stuttligur. – Okkara úrslit vísa, at humor ger fólk meira áhuga­ verd sum verandi maka, og at hetta hevur størstan týdning hjá kvinnum, sigur Eric Bressler, íð starvast á Westfield State College í Massachusetts, við Reuter tíðindaskrivstovuna. Bressler hevur, saman við einum kanadiskum gransk­ ara, Sigal Balshine, gjørt eina kanning har teir bóðu kvinnur hyggja at myndum av monnum saman við ein­ ari lýsing av manninum sum antin var stuttliga ella álvarsliga skrivað. Síðani gjørdu teir tað sama við mann­fólkini. Tá bæði kvinnur og menn valdu, hvønn tey helst vildu hava sum mann ella konu var úrslitið greitt. Kvinnurnar valdu menn við tí stuttligu lýsingini, meðan menn valdu kvinnur við tí álvarsomu lýsingini. Valið hjá kvinnunum kann tykjast eitt sindur løgi, tí bæði mennirnir og kvinnurnar í kanningini vóru samd um, at teir stuttligu persónarnir ikki tóktust eins álítandi, erligir ella klókir, sum teir álvaarsamu. – Kvinnur velja mennirnir, hóast tær halda at teir ikki eru líka erligir ella álítandi, sum teir álvarsomu. Eisini velja tær heldur menn, sum hava lílan humor, fram um menn sum bert eru álvarsamir, siga Bressler og Balshine til Reuter tíðindaskrivstovuna. Úrslitini av kanningini eru eisini at finna í blaðnum ”Evolution and Human Behavior”. Nýggjur sáttmáli skal tryggja, at limalondini arbeiða fyri javnstøðu Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Javnstøða millum kvinnur og menn er avgerandi fyri búskaparliga vøksturin í ES. Tað siga seks stjórnar­ leiðarar, sum hava skotið upp, at ES fær ein felags javnstøðusáttmála. Mill­ um stjórnarleiðara­rnar, sum hava tikið stig til upp­ skot­ið, eru danski forsæt­ is­ráð­­harrin, Anders Fogh Ras­mussen, umframt stjórn­­­ar­leiðararnir fyri Svø­­ríki, Spania, Frak­ land, Fin­land og Tjekkia. Teir siga, at sáttmálin skal tryggja, at øll limalondini arbeiða miðvíst fyri at økja um kvinnuluttøkuna á arbeiðsmarknaðinum, og at styðja javnstøðu mill­­um kynini. Í sambandi við sátt­ mál­­an skal ein nýggjur evro­peiskur stovnur fyri kyn og javn­støðu set­­ast á stovn. Upp­skot­ið til tann Evropiska javn­støðu­sátt­ málan verður viðgjørt í Evroparáðnum í vár. Framstig fyri javnstøðu í ES Í dag er 8. mars, og verður altjóða kvinnudagurin há­tíð­ arhildin um allan heim. Kvinnudagurin varð grund­aður á einum altjóða sosialistiskum kvinnufundi í Keypmannahavn 1910. Tað var tyska Clara Zetk­in, sum kom við hug­skot­inum um ein dag, har kvinnu­ rættindi vóru í hásæti. Fyrstu árini var dagurin hildin ymisar dagar á várið, men aftaná nøkur ár, varð avgjørt at dagur skuldi vera 8. mars á hvørjum ári. Í nógv ár vóru tað bara sosialistiskir kvinnubólkar, sum hildu dagin. Men í seinna parti av 1960’unum, tá kvinnurørðslan gjørdi um seg, tóku reyðsokkar dagin til sín og nýttu tær hann eitt nú til at krevja fría fosturtøku og barnaansing til øll. Nú verður dagurin hildin um allan heimin. ST gjørdi í 1977 eina samtykt, sum mælir til, at øll skullu halda kvinnudagin, og hareftir tóku tey flestu undir við degnum. Í 1980 lýsti ST 8. mars til altjóða kvinnudag. Í nógvum londum er 8. mars heiligdagur. IT. Týsk kvinna tók stig til kvinnudagin Altjóða Kvinnudagur í Havn Fá hana at flenna og hon verður tín Vilja kanna fruktbæri Kanningin verður gjørd í samstarvi millum grann­ skoðarar úr Keyp­ mannahavn, Odense og í Føroyum