mikudagur 8. mars 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
− Eg eri snarsint, roka
lig og hati at tapa.
Hondbóltsveteranurin
Kára á Dunga er
kappingarmenniskja
burturav. Hon spælir
á høgra vongi hjá
Neistanum og hev
ur alt sítt lív gjørt
nógv um seg á
hondbóltsvøllinum. Nú
gevst hon á toppinum
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
− Eg havi drúgvar royndir
innan hondbóltsheimin. Tá
vit hava ‘time out’, havi eg
at enda altíð viðmerkingar
til leikarnar. Eg eri á ein hátt
millumlið millum venjaran
og spælararnar.
Kára hevur spælt á besta
liðnum hjá Neistanum í 18 ár
og kundi ikki droymt um at
spælt fyri annað felag:
− Hjartað hjá mær er hjá
teimum bláu. Eg hevði
ongantíð tímað at ofra meg
fyri nakað annað lið. Ikki
tí eg vænti, nakar stórur
sáttmáli frá øðrum felagi er
ávegis, sigur Kára við einum
brosi.
Kára er somuleiðis illsint
og avgjørt ikki bangin fyri at
siga sína meining:
− Eg eri kanka ‘a pain in
the ass’ hjá mótstøðuliðnum,
men tað leggi eg einki í.
Á vøllinum skal okkurt
henda, og at siga orsaka
mitt í einum dysti hoyrir
ikki heima á vøllinum. Í
mínari verð, mekir tað at
biðja um umbering, tá vit
taka í hondina á hvørjari
aðrari aftaná dystin. Men eg
toli avgjørt samtíðis at fáa
viðmerkingar frá teimum, ið
ikki halda, eg eri so kul.
Hóast Kára tykist heldur
buldraslig, gevur hon avgjørt
liðnum hjá sær eitt íkast á
vøllinum. Serliga dugir Kára
við sínum vilja úr stáli og
ítróttaanda at seta liðið upp
til dyst:
− Eg eri eingin oddakvinna
á liðnum, men havi stóran
stríðsvilja til at vinna, so mín
partur liggur ongantíð eftir.
Kára heldur, at samanhald
á einum hondbóltsliðið
hevur ovurhonds stóran
týdning:
− Vit eru nógv saman og
kenna nærum hvørja pirru
á reyvini á hvørjari aðrari.
Hondbólturin hevur verið ein
partur av gerandisdegnum
hjá mær í nógv ár, og tað
verður trupult at siga farvæl.
Men nú vit aftur hava
vunnið steypafinaluna, kann
eg gevast á toppinum við
góðari samvitsku.
Føroyskt burturav
Kára sigur, at tann eginleikin,
hon setir fremst hjá einum
hondbóltsleikara, er at vera
ein vinnari:
− Eg vil heldur hava eina
harða ‘vinnaratypu’ undir
liðini á mær, enn eina
smædnan fittan leikara.
Planet.fo biðjur Káru seta
saman eitt ynski lið. Og
eftir stutta umhugsunartíð,
hevur Kára longu valt sjey
teir bestu leikararnar til
sítt ‘dream team’ í Sun Set
kappingini:
− Eg setti mær
beinanvegin fyri, at á
liðnum skuldu eittans vera
føroyingar. Ov nógv fokus
verður sett á útlendingarnar
í føroysku landskappingini,
og tískil verða føroysku
spælararnir ofta gloymdir,
hóast nógvir veruliga eru
framúr góðir.
Eisini setir Kára eitt
flótandi liðavrik framum
einstaklinga hondbólt
ovarliga á listanum:
− Tá er tað bæði stuttligari
hjá leikararunum at vera við
og áskoðarunum at síggja.
Onkur annar hevði helst valt
skotsterkar kanónir á báðum
bakkunum, men um hetta
føroyska og tekniska liðið
hevði sloppið at vant nakrar
ferðir saman, høvdu vit sæð
góðan og sera undirhaldandi
hondbólt, leggur Kára á
Dunga at enda afturat.
Í málinum
Fríða
Petersen,
Neistin:
Eg havi ikki sæð
nógv til føroysku
málmenninar, men
eg velji okkara
Fríðu. Hon er stór,
sterk, long og
hevur góð útkøst.
Eisini dugir hon
væl at rópa og
stýra verjuni. Tá
hon hevur ein
góðan dag, kann
hon avgera dystin.
Á vinstra Vongi
Nikolina
Eyðbjørns
dóttir, Víf:
Hon er skjót, sterk
og góð bæði í
verju og álopi. Hon
dugir væl at lesa
spælið og torur
at taka ábyrgd.
Hon er ein frálíkur
hondbóltsspælari;
stórt spell, at hon
er skadd. Annars
kundi eg eisini
havt valt Unn
Kragesteen, ið
hevur somu egin
leikar, men hon
er ikki beinleiðis
vongur, og tí velji
eg Nikolinu.
Á vinstra bakki
Ása Dam á
Neystabø,
Neistin:
Ása kann rætt og
slætt alt. Hon er
ein fínur og hegnis
ligur spælari, sær
væl sínar egnu
møguleikar, er góð
til fríspælingar og
ótrúliga skjót. Men
hon manglar tó
eitt sindur av ‘búf
fum’ á sær, sum
vónandi koma við
árunum.
Á miðvøllinum
Joan Mid
jord Djorg
jovic,
Stjørnan:
Joan er ein framúr
góður miðspælari
og skipari. Skjýt
ur langskot,
hoppiskot,
undirhandarskot
og smýgur sær
snikkaleyst gjørgn
um verjuna. Eisini
lesur hon spælið
sera væl og dugir
væl at spæla
viðspælararnar til
skot. Joan er eisini
góður verjuleikari,
so hon er avgjørt
rætta valið til
miðju.
Á høgra bakki
Jórun
Ludvig,
Kyndil:
Ætlaði at velja
Rebekku Justinus
sen ella Anniku
Thomsen, tí tær
hava ótrúliga
góð skot, men
Jórun hóskar betur
saman við liðnum,
eg havi valt. Tá
Jórun er í góðari
venjing, er hon
rættiliga góð, og
hevur í seinastuni
spælt frálíkar
dystir. Hon er stór,
sterk, kann renna
ígjøgnum verjuna,
skjóta renniskot og
dugir væl at finna
aðrar spælarar
– serliga strikuna.
Eisini er Jórun
ein frálíkur verju
spælari og hevur
rætta ítróttaandan.
Á høgra vongi
Rannvá
Augustinus
sen, VB:
Tá, eg ikki kundi
velja meg sjálva,
valdi eg Rannvá;-)
Rannvá er góð,
skjót og dugir væl
at lesa spælið. Hon
skjýtur ikki óneyð
ugt og brennir
sjáldan. Eisini
hevur hon rætta
liðandan og kemp
ar allan dystin.
Annars er Rannvá
ikki av størstu
spælarum, eins og
Ása á Neystabø,
og manglar eitt
sindur av ‘búffum’.
Men hetta kemur
kanska eisini hjá
henni við tíðini.
Á strikuni
Una Olsen,
Stjørnan:
Vit hava fleiri
góðar strikur í Før
oyum. Eg kundi
t.d. eisini valt Krist
inu Holm, tí Una
og hon eru líka
góðar. Men nú,
Joan er á miðjuni,
seti eg Unu á stri
kuna. Una myndar
ómetaliga stóra
hondbóltsgleði,
er krútsterk bæði
í álopi og verju,
‘screenar’ væl
og fer heilhjartað
gjørgnum verjuna.
Eisini sermerkir
tað Unu, at hon
stríðist og kempar
allan dystin.
- Heldur »vinnaratypu«
enn fitta gentu
Dream
Team