Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 − Tað kann ikki vera meiningin, at gentur bara skulu syngja kór og dansa ballet. Nú skulu aðrir bollar í suppuna, heldur 26 ára gamla Siri Hansen, ið einaferð um mánaðin skipar fyri jam- session á Margarinfabrikkini, har EINANS KVINNUR HAVA ATGONGD. Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ikki nógv fólk eru at hóma í gøtunum, tá eg leygarkvøldið í kavaælinum gangi ímóti Marg­ar­ infabrikkini. Men so skjótt eg stígi inn um dyrn­ ar, broytist umhvørvið munandi. Livandi ljós fylga mær upp trappurnar og inn í hølið, ið til høv­ið er umskapað til eina hugnaliga café. Inni er tætt og intimt huglag. Um rundu caféborðini sita nakrar ungar damur, ið hava hóast kuldan hætt­að sær oman á jam-session. Allastaðni kring hølið eru livandi ljós, og ein angi av kaffi, køku, tónleiki og østrogen setir dám á hølið. Brádliga fara tvær gentur á pallin. Tær drála ikki, men seta beinanvegin alla orku í sangin, ið eftir mínum tykki ljóðar og koyrir sera væl. Áskoð­ararnir koma tættari til pallin og tosa meira ella minni við tær á pallinum uttan veru­ liga at siga nakað. Ov fáar á palli Við eitt borð situr fyrireikarin av tiltakinum, Siri Hansen, og tá genturnar á pallinum eru lidnar at spæla, fari eg beina kós yvir til hennara: – Eg fór av fyrstan tíð undir hetta tiltakið, tí eg kendi tað, eins og okkurt manglaði í býnum fyri einans kvinnur. Kvinnur eru ikki at síggja nakra­staðni á palli í Føroyum, hóast nógvar hava framúr góðar tónleikagávur. Og so hugsaði eg, at hetta tiltakið, ið bert er grundað á kvinnur, kundi verið við til at fáa kvinnur meira fram í sam­felagnum og onkran hátt eggja kvinnum at koma oman higar. Ótryggleiki Um vit fara til eitt vanligt jam-session, eru næst­ an bara menn at síggja. Tað er bert hendinga­ ferð, at ein kvinna stígur á pallin at syngja, og upp aftur meira sjálvsamt, at nøkur torir at seta seg at spæla gittar, bass ella kanska trummur. Eitt kvøldið vóru um 40 kvinnur í øllum aldri á kvinnu-jam á Margarinfabrikkini, og nógvar fóru eis­ini á pallin at spæla: – Eg havi síðan grundað á, hví hetta mundi vera, og eri komin til ta niðurstøðu, at kvinnur rætt og slætt eru ov afturhaldandi og kenna seg ótryggar, meðan menn hava betri sjálvsálit av natúr. Men hinvegin eru kvinnur meira ær­ligar, tá tær bert eru saman við kvinnum. Og tann dámin, har kvinnur sita og tvætla, slatra og flenna, ynskti eg at skapa her á Marg­arinfabrikkini. Og tað hevur víst seg at hjálpt fleiri kvinnum at tora betur á pall. Tí brádliga komu allar upp á pallin, eisini nakrar, ið ongantíð áður høvdu roynt tað, og aðrar fram­ førdu enntá egin løg fyri fyrstu ferð. Siri vísir eisini á, at eingin er verri at sápla kvinnur niður enn kvinnur sjálvar. Men tá nógvar eru samlaðar í sama húsi og brenna eins nógv fyri tónleikinum, er hesin faktorurin ikki til longur: − Eingin sigur: ‘áh nei, nú fer hon á pallin’ – ‘hygg, nú spældi hon skeivt’. Tað er meira soleiðis: ‘Far tú nú’ – ‘góða kom’. Allar vilja hoyra hvørja aðra, rósa og stuðla hvørjari aðrari 100%. Frá barnsbeini av Siri heldur, at frá barnsbeini av verður munur gjørdur á gentum og dreingjum: – Gentur fara til kór og ballet og skulu helst syngja vakurt og dansa yndisliga, meðan dreingir í nógv størri mun fara at spæla gittar, trummur og bass. Tað eru í øllum førum ikki nógvar mammur, ið senda sína lítlu dóttir at ganga til trummur. Og um vit ikki fáa stuðul frá barnsbeini av, sita nógv heldur bara á kamarinum og jamma og tora ikki at siga tað fyri nøkrum. Um onkur genta t.d. dugir væl at dansa og hevur eina góða rytmu, hví so ikki bara senda hana til trummur? Trygdarnet Siri heldur, at tørvurin á einum slíkum tiltaki avgjørt er stórur, og sigur endamálið vera at hjálpa kvinnum ávegis, ið ynskja at standa á palli og gera kvinnur yvirhøvur meira sjónligar á føroyska tónleikapallinum: – Vit ynskja at vísa á, at vit hava eina rúgvu av dugnaligum kvinnutónleikarum her á landi. Um vit ikki gera tað, verður føroyski tónleikurin fátækur. Á Margarinfabrikkini kunnu allar koma og royna seg og síðan kanska fara víðari; t.d. til aðrar jam-sessions. Eg vóni, tær, ið koma her, ikki bara setast inn aftur á kamarið at spæla, men heldur skapa sær eitt trygdarnet millum hvørja aðra og halda á fram at spæla saman. Meðan seinasta lagið veður spælt á pallinum, takki eg Siri fyri prátið, og fari út aftur í kavan og hugsi við mær sjálvari, at hetta er eitt frálíkt høvi at koma saman við vinkonum. Hóast tú ikki endiliga ynskir at fara á pallin at spæla – til ber eisini bara lurta og hugna sær. Østrogen-froðan á jam-session Fyrsta leygarkvøldið í hvøjrum mánaði er jam-session fyri kvinnur í Margarinfabrikkini. Hetta kvøldið hava bert kvinnur atgongd - bæði sum áskoðarar og tónleikarar. Tað hevur eisini víst seg, at tær, ið hava verið har, koma aftur og taka enn fleiri við sær. Øll eru vælkomin – bæði von og óvon, sigur ein av fyrireikarunum, Siri Hansen.