Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Á konsertini hjá Sarah Bren­ del í Keypmannahavn frætt­ ist, at týska songkvinnan Sar­ah Brendel kemur til Før­oyar í mai, og at hon er í samráðingum við onkran festi­val um at koma til Før­oy­ar at spæla í summar. Sosi­alurin var á konsertini, har Sarah spældi sera sann­før­andi Orð: Símun Jóannesarson og Niels Uni Dam Myndir: Símun Jóannesarson Fríggjakvøldið 24. februar vitjaði unga týska songkvinnan Sarah Bren­ del Keypmannahavn. Sarah Brendel er eitt kent anlit og kanska serliga ein kend rødd í Týsklandi. Hon hev­ ur m.a. ligið ovast á almenna týska hittlistanum við onkrum av sín­um sangum. M.a. lá lagið Du Bist Nicht Allein í 20 vikur ovast á týska hitli­ stanum. Hetta er eitt avrik í sjálvum sær, men enn meira sannfør­andi gerst tað, at Sarah hóast sín unga ald­ur, longu eigur heiðurin av at vera fyrsti týski tónleikarin, ið veru­ liga hevur sligið ígjøgnum á breiða tón­leikamarknaðinum við kristnum tón­leiki. Seinastu tíðina hevur Sarah roynt at gjørt vart við seg á am­erikanska marknaðinum. Hetta hevur gingið rættiliga væl um­framt útgávusáttmála við In­pop, ið hon hevur tryggjað sær, hev­ur hon spælt nógvar og væl vitj­aðar konsertir. Ummælini av henn­ara fyrstu og sjálvnevndu fløgu á amerikanska marknaðinum hava verið avbera góð. Hon varð vald ársins nýggji artistur á am­erikanska marknaðinum av Christ­ian Today. Hugnaliga caféin Café Retro, sum liggur millum Strøget og Christ­ians­ borg, var karmur um konsertina við Sar­ah Brendel. Caféin verður rikin av sjálvbodnum fólki og yvirskotið fer til hjálparrabeiði í India. Um­hvørvið er merkt av einum retro stíli, sum navnið eisini sipar til. Har eru hugnaligir gamlir stólar, sof­ur, balkon, kamin og gamlir bjálk­ar ymsa staðni – eitt rættiliga hugna­ ligt stað. Sarah Brendel sang sínar egnu sang­ir, sum allir eru um hennara trúgv. Sangirnir vóru ógvuliga bein­ rakn­ir, og løgini tykturs rættiliga ný­skapandi. Tónlistarliga ferðast tón­leikurin í umhvørvinum millum fólka­tónleik, popp og rokk. Sarah Brendel dugdi sera væl at framføra. Hon var einsamøll á palli­num við gittara sínum. Hon er ein óføra góður gittarleikari og syng­ur sum ein eingil. Gittarin og rødd­in hjá Sahru harmoneraðu sera væl og hon dugdi at spæla við dynamikkin í bæði rødd og gitt­ara, so at alt gekk upp í eina hægri eind. Tað var ikki sørt, at hon onkra løtuna ljóðaði eitt sindur sum okk­ ara egna Eivør. Fleiri føroyingar vóru savnaðir á Café Retro hetta kvøldið, og øll tykt­ust samd um, at hetta var ein av­bera góða songkvinna. Onkur helt fyri, at tað var gott endliga at hoyra okkurt spennandi úr Týsk­landi. Vit frættu eisini frá fólki á konsertini, at onkur arbeiðir við at fáa Sarah til Føroyar at spæla í summ­ar á onkrum festivali. Men tað skuldi verið vist, at hon í fyrstu atløgu verður at síggja á palli í Føroyum í mai, tá hon eftir ætlan fer at hava nakrar smærri konsertir kring landið. Sar­ah Brendel hevur eisini eina heima­ síðu, sum er verd at vitja, á www.sarahbrendel.com. Café Retro er ein hugnalig café mitt í Keypmannahavn Sannførandi Sarah til Føroyar í summar Sarah Brendel syngur sum ein eingil