Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Vit spurdu nøkur fólk, hvat tey ætla at keypa sær í vár, og hvar tey hava keypt klæðini tey eru í? Aleksandra Neshamar: Eg havi beint nú keypt mær eina grøna blusu, og so leiti eg eftir einum brúnum jakka. Klæðini eg eri í eru øll keypt hjá Vero Moda Kristina Joensen: Eg vil fegin keypa mær einar buksur og eina troyggju. Helst hvítt ella í onkrum jørðliti - kanska krem- farvað Buksurnar eg eri í eru keyptar í Deres og jakkin er úr Handilskjarnanum Kristina Johannesen: Eg prøvi beint nú eina hettitroyggju, so eina sovorðna hevði eg havt hug at keypt mær Buksurnar eg eri í eru frá Deres, og skógvarnir eru frá Sportmaster Vagna Sørensen: Eg vil fegin keypa mær ein lekran klæd- ningsjakka og onkran lekran topp. Helst skal tað verða svart ella hvítt, eg eri ikki so nógv til litir. Klæðini eg eri í eru frá Klivanum, buks­ur­ nar eru so gamlar, so eg minnist ikki, hvar eg keypti teir. Olga Kristina Hansen: Eg kann hugsa mær at keypa einar svartar stylvar Jakkin sum eg eri í er keyptur í Skot­ landi, buksurnar og skógvarnir eru frá Thomas Dam, og babba eigur háls­turri­ klæði. Litfagurt vár Gult, grønt, ljósareytt og helst í strípum. Tað er mótarákið í vár. Hóast veðrið ikki er serliga várlíkt, so er vármótin longu komin í handlarnar. Vit hava verið ein shoppingtúr og spurt, hvat er »in« í vár Móti Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Klædnahandlarnir í Havnini eru litríkari enn van­ ligt. Nógv av klæðunum sum eru innkomin eru í pastellitum sum ljósagult, mintgrønt, turkis og ljósa­reytt. Jørðlitirnir, sum hava verið frammi leingi eru enn aktuellir, og nógv brúnt og grønt er eisini at finna á hyllunum. Siðbundnu litirnir svart og hvítt eru at finna her og har. Tað eru litir, sum ber til at hava til alt og sum ongantíð blíva ómodernaðir. Nógv keypa hvítt og svart og peppa tað upp við einum litríkum plaggi í grønum ella gulum, sig­ur Guðrið Olsen í Klivanum. Tættsitandi buksur Sniðini sum buksir og kjólar skulu hava er held­ ur tættsitandi. Buksurnar skulu hava miðju og ikki hanga á lendunum sum leingi hevur verið móti. Martin Andersen sum arbeiður í Deres í SMS vís­ir okkum einar ljósareyðar cowboybuksur, sum eru ógvuliga tættsitandi. Hann sigur eisini, at nógv verður selt av stuttum cowboybuksum ell­er 3/4 buksur, sum tað eisini verður kallað. Nógv koyra tær buksurnar niður í styvlarnar. Cow­boybuksur, nevna allir handlar, eru sera »in« í løtuni. Nógv tilhoyr Eitt annað rák eru tey nógvu tilhoyrini. Belti, háls­ bond, oyraringar, hárbond tess meira »dingl« tú hevur uppi á tær, tess meira modernaður er tú. Vit hava ikki eitt einasta belti eftir, sigur Guðrið Ol­sen í Klivanum. Í Vero Moda siga tey, at grøn hálsbond eru nógv keypt í seinastuni. Grátt í París Á mótasýningunum í París eru sum vanligt nógso ekstrem klæðir víst fram. Men tað sum tey kønu har halda fer at verða »in« í vár eru stuttar buksur og shorts í buksusniði. »Penci­ shirts« ‒ tað vil siga kjólar, sum eru tættsitandi og enda beint oman fyri knøini og liturin grátt. Eis­ini hava stór mynstur við blómum og øðrum á kjólum og frakkum verið nógv at síggja á tí so­kallaða »catwalk«.