Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Misti starvið, tí Paris hevði ungan sjeik Ein trygdarvørur í náttklubbanum Body English í Hard Rock Hotel í Las Vegas hevur mist starv­ið, ein annar er fyribils sendur til hús, og nátt­klubbin hevur fingið eina ávaring, eftir at Par­is Hilton tók sín alt ov unga sjeik við inn í klubb­an. 25 ára gamla Paris hevur fjasast við 19 ára gamla Stavros Niarchos, og á síni vitjan á náttklubbunum Body English og á Tao Asian Bis­tro í Las Vegas hevði hon tikið sjeikin við, hó­ast talan er um 21 ára aldursmark í tílíkum klubb­um í Las Vegas. Løgreglan hevur kannað mál­ið, og hevur ávarað klubbarnar um, at tílíkt ikki eigur at endurtakað seg, skrivar Pittsburgh Tri­bune. Kate Moss dýrari enn nakrantíð Kate Moss er sambært The Sun tætt við at und­ ir­skriva eina sáttmála áljóðandi £ 1,5 milliónir við Calvin Klein. Hetta er annar sáttmálin hjá Moss við Calvin Klein, og hesin gevur tvífalt so nógv sum tann fyrri. Hetta hendir seks mánaðar eftir, at fólk spáddu, at hennara yrkisleið sum mo­del var av, aftan á at myndatól í einum tón­leika­upp­tøku­ høl­­u­m vístu myndir av Kate Moss og táverandi sjeiki­num Pete Doherty, ið sniffaðu kokain. Beint eftir hendingina segði klædna­fram­leið­ar­ in Burberry sáttmálan við Moss upp, men eisini hetta felag hevur nýggja sáttmála við Moss í um­búna, skrivar The Sun. Moss hevur verið til av­venjingar, og hetta hevur eftir øllum at døma hjálpt - í øllum førum fíggjarliga. Jessica tordi illa at fara frá Nick Í samrøðu við US weekly greiður song­kvinnan og veruleikasjónvarpsstjørnan Jessica Simpson frá, at hon illa tordi at fara frá manni sínum Nick Lachey. Tí hon ikki vildi skuffa fólk, ið høvdu fingið ímyndina av teirra fullkomiliga eydnu­sama hjúnarlagi. Men nú hevur hon skilt, at tú kanst ikki gera onnur glað, um tú ikki ert glað sjálv. Tí valdi hon at enda hjúnarlagið. Ein av­gerð hon er sannførd um, var tann rætta. Hon sigur við blaðið: “Tá tú fert, og einki togar í teg fyri at verða verandi, so veist tú, at tú hev­ ur tikið røttu avgerina”. Bæði Jessica og Nick royna seg sum sang­arar, men veruliga heimsumfatandi stjørnu­støðan, kom tá tey lótu MTV filma teirra hjún­arlag fyrstu tíðina, í sendingi Newlyweds. Joan Collins sleppur ongantíð av við ímyndina av henni sum Alexis (Mynd: Scanpix) (Mynd: Scanpix) (Mynd: Scanpix) Er Posh tann nýggja Alexis? Victoria Beckham er í løtuni besta boðið til leiklutin sum bretska sup­ er­bitjin Alexis í nýggju filmútgávuni av risa sjónvarpsrøðini Dynasti ella Doll­ars, sum hon æt í Danmark og Føroyum. Sambært Daily Star leita tey eftir einum glamorøsum, men samstundis eitt sindur aftur­haldandi persóni til leiklutin. Eliza­beth Hurley hevur verið upp á tal, men hon er sambært blaðnum ov gomul.
Eb.dk veit at siga, at tað eru Tom Cruise og Katie Holmes, ið hava nevnt Victoriu fyri skaparan­ um av Dynasti Aaron Spelling. Tala­n verður annars um ein stórfilm við eini ørgrynnu av stjørnum. Posh Spice, Frú Beckham og nú kanska Alexis, Victoria hevur duga at valt stórar leiklutir í sínum lívi.