Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-08, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Liza Marklund er ein tann kendasti kvinnulig rithøvundi í Norðanlondum. Nú er ein av bókum hennara við á donsku bókaútsøluni, og hinar bøkrirnar eru allar týddar til danskt og eru at fáa í føroysku bókahandlinum Bøkir Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Liza Marklund er fødd í Norðursvøríki og starvaðist sum blaðkvinna í nógv ár, áðrenn hon fór at skriva bøkur. Fyrsta bók hennara, sum á donskum hevur fingið heitið »Forelskede sig til et mareridt« kom longu 1995, men fekk ikki nógva umrøðu tá. Bókin er ein sonn søga um Mariu Eriksson, sum forelskar seg í manninum við teimum svørtu eygunum. Hon blívur við barn og fær dóttrina Emmu, maðurin byrjar at sláa hana, og støðan gerst alt meira hættislig. Maria fer frá honum og møtir einum øðrum og giftur seg við honum. Hetta ger ikki støðuna betri, tí maðurin við teimum svørtu eygunum gerst enn meira voldsamur og hóttanir og drápsroyndir fyrikoma. Til endans fáa Maria og maðurin nokk og eru noydd at fara undir heilt. Tey verða tó funnin, og at enda er einasta loysnin at rýma úr Svøríki. Bókin er sera spennandi og vælskrivað. Liza Marklund fekk samband við Mariu Eriksson tá hon arbeiddi á blaðnum Expressen. Maria hevði lisið onkra grein hjá Lizu og vildi fortelja sína søgu fyri henni. Í long tíðarbil var Liza einasta kontaktin sum Maria hevði við umheimin. Familja og vinir vistu ikki, hvar hon var, tí tá var vandi fyri, at maðurin við teimum svørtu eygunum fann tey. Krimiskaldsøgur 1998 bleiv árið, tá Liza Marklund rættiliga bleiv kend í Svøríki. Tá kom fyrsta bókin um journalistin Annika Bengtzon út, og Liza fekk tá sera góð viðmæli. Bøkurnar um Anniku Bengtzon eru krimiskaldsøgur, og nógvar av hesum eru eisini filmatiseraðar. Í hesum høpi bleiv bókin um Mariu Eriksson eisini eyndurprentað, og fólk fingu eyguni upp fyri tí ótrúligu søguni hjá henni. Síðani tá er Liza Marklund vorðin ein tann mest lisni og bestseljandi rithøvundi í Norðanlondum. Bøkurnar eru týddar til øll heimsins mál, og Liza kann nú kalla seg miljóning. Hóast hetta hevur hon alla tíðina hildið sambandið við Mariu Eriksson, og í 2006 kom næsti partur av lívinum hjá Mariu í bókini »Asyl«. Tá eru liðin næstan tíggju ár síðan Maria og familja hennara eru flutt úr Svøríki til eitt land í Suðuramerika. Bókin er um ta desperatu tíðina, áðrenn tey vóru noydd úr landinum og tíðina, tá tey royna at fóta sær í nýggja heimlandinum. Bókin er sum tann fyrra eisini sera vælskrivað og ein verður ógvuliga gripin av lagnuni hjá hesari familjuni. Báðar bøkrirnar »For- elskede sig i et mareridt« og »Asyl« hava skapað nógv kjak í fjølmiðlunum um umstøðurnar hjá harðskapsraktum kvinnum. Nógv hava sett spurningin, hví tað var Maria, ið var noydd at flýggja, og hví myndugleikarnir ikki gjørdu nakað fyri at fáa mannin í fongsul ella sendan av landinum. Rættindi hjá kvinnum Liza Marklund skrivar dagliga í svenskum bløðum, og nógvar av hennara greinum eru um rættindi hjá kvinnum. í 2005 kom seinasta bókin út, sum hevur fingið eitt ógvuliga langt navn. Hon eitur »There’s a Special Place in Hell For Women Who Don’t Help Each Other« á føroyskum verður tað »Tað er eitt serligt stað í helheimi fyri kvinnur sum ikki hjálpa hvørjum øðrum.« Tað er fyrrverandi uttanríkismálaráðharrin í USA, Madelieine Albright, sum einaferð segði hetta. Bókin er ein lýsing av viðurskiftinum hjá kvinnum og teimum ymisku leiklutinum, vit hava í lívinum, heima, til arbeiðis og í parlagnum. Millum annað verður hetta sitatið tikið fram: Maður: Men gentur sita tit her púra einsamallar? Genta: Nei vit eru sjey... At verða menniskja er torført – at verða kvinna er uppaftur verri. Skrivar Liza Marklund. Krimidrotningin Liza Bøkur hjá Lizu Marklund, sum eru týddar til danskt. Bøkurnar eru givnar út á donskum á bókaforlagnum Fremad: n Forelskede sig i et mareridt n Asyl n Nedtælling n Hedebølge n Primetime n Paradiset n Røde ulv FAKTA Kendi rithøvundin Liza Marklund er 45 ár og mamma at trimum børnum. Hetta hevði eg neyvan skriva um tað var ein manligur rithøvundi... Altjóða bókavirðislønin “The Orange Prize for Fiction” hevur júst al- mennakunngjørt tær 20 bøkurnar sum kappast um tí virðismiklu heiðurs- lønina. Vinnarin fær 30.000 pund, tað vil siga 326.180 krónur. “The Orange Prize for Fiction” er ein virðisløn sum bara verður givin kvinnum, og vinnarin verður valdur av kvin- num. Viriðslønin bleiv fyrstu ferð handað í 1996. Tá høvdu nógv blaðfólk, forlagsritstjórar, bókhandlarir og bóka- vørðar í Stóra Bretlandi verið ørkymlað um at kvinnur ongantíð fingu nakrar bókavirðislønir. Hesin bólkurin av fólki avgjørdu at stovnað eina øðrvísi bókavirðisløn bara fyri kvinnuligum rithøvundum. Í 1995 tóku tey samband við fartelefonfelagið Orange, sum beinavegin var við uppá hugskotið. Fyrsta heiðurslønin varð givin rithøvundan Helen Dunmore í maj 1996. Hesir kvinnuligir rit- høvundar eru við og kappast í ár. n Leila Aboulela – Minaret n Lorraine Adams – Harbor n Naomi Alderman – Disobedience n Jill Dawson – Watch Me Disappear n Helen Dunmore – House of Orphans n Philippa Gregory – The Constant Princess n Alice Greenaway – White Ghost Girls n Gail Jones – Dreams of Speaking n Nicole Krauss – The History of Love n Hilary Mantel – Beyond Black n Sue Miller – Lost in the Forest n Joyce Carol Oates – Rape: A Love Story n Marilynne Robinson – Gilead n Curtis Sittenfeld – Prep n Ali Smith – The Accidental n Zadie Smith – On Beauty n Carrie Tiffany – Everyman’s Rules for Scientific n Célestine Hitiura Vaite – Frangipani n Sarah Waters – The Night Watch n Meg Wolitzer – The Position 20 bøkur útnevndar til kvinnu heiðursløn