mikudagur 8. mars 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 48 - 8. mars 2006
Um vikuskiftið var
Gentukórið Kassia
á konsertferð í Keyp
mannahavn. Millum
tiltøkini var konsert
á Hotel Tórshavn,
har kórið sang fyri
øllum teimum nógvu
føroyingunum, ið
búleikast har.
Konsert
Orð/myndir Símun
Jóannesarson
Gentukórið Kassia úr Havn var
um vikuskiftið á konsertferð í
Keypmannahavn. Tær sungu
í Kristnastovu á Amager,
Glostrup Frikirke, Kristeligt
Fællesskab í Rødovre og á
Hotel Tórshavn. Allastaðni
sungu tær fyri fullum húsum
og vælnøgdum áhoyrarum.
Av tí at tað var stúgvandi
fult av fólki til konsertirnar
vórðu summi noydd at standa
í gongini.
Sosialurin var við á kon
sertini á Hotel Tórhavn, tá
tær sunnukvøldið sungu fyri
teimum, sum búgva har. Dag
arnir kunnu gott gerast langir
á sjúklingahotellinum, bæði
fyri sjúklingar og avvarandi.
Tí var hetta eitt frískt innslag,
sum øll vóru glað fyri.
Á konsertunum framførdi
Kassia sangir á bæði før
oyskum, donskum og ensk
um. Sangirnir umboðaðu ym
iskar sangstílar, summir vóru
lættir og aðrir stillir og vakrir.
Nógvar góðar einrøddir vóru
at hoyra, og onkrir sangir vóru
eisini kryddaðir við góðum
cellofylgispæli. Meðan gent
urnar høvdu ein lítlan steðg,
sungu kórleiðararnir nakrar
sangir.
Genturnar hugnaðu sær
óført, og tær eru glaðar fyri,
at kórleiðararnir tóku hetta
stigið, hóast tað var strævið og
eyguni vóru eitt sindur tung á
konsertini sunnukvøldið.
Genturnar syngja reint og
tað hoyrist, at tær eru ikki
heilt óvandar at syngja. Kórið,
sum hevur nøkur ár á baki, er
samansett av gentum, sum eru
10-14 ára gamlar.
22 gentur vóru við í ferða
lagnum. Kórleiðarar eru:
Charlotta á Váli Olsen,
Brita á Váli Smith, Poula
Sørensen, og Anna Maria
E. Anthoniussen. Kári við
Rættará er klaverspælari hjá
kórinum, Ólavur á Váli Olsen
spælir bassgittar, og Anna á
Váli Smith spælir cello.
Harðskapur móti
kvinnum er ein ovur
honds stórur trup
ulleiki í øllum heim
inum, ávarar ST um í
nýggjari kanning
harðskapur
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
ST: Hann er í øllum lond
um og innan allar sam
felagsbólkar
Sambært nýggjari kanning,
sum heilsustovnurin hjá ST,
WHO, hevur gjørt í tíggju
londum, eru millum 15 og 70
prosent av kvinnunum fyri
kynsligum ella øðrum krops
ligum harðskapi frá partn
aranum. Kvinnur í fátækum
landbúnaðarøkjum eru í
stórsta vanda fyri at vera fyri
harðskapi frá partnaranum.
Tess hægri útbúgving, status
og møguleika fyri ávirkan á
egið lív, kvinnan hevur, tess
minni er vandin fyri at vera
fyri harðskapi, sigur nýggja
kanningin.
Í øllum
samfelagsbólkum
Tilsamans tóku 24.000 kvinnur
lut í kanningini, og vísir hon, at
harðskapur í heiminum kemur
fyri í øllum safelagsbólkum.
Harðskapurin ávirkar ikki bara
kvinnurnar likamliga, men tær
hava eisini nógvar ósjónligar
trupulleikar at dragast við,
so sum svimbul, vánalig
bindindi, rørslutrupulleikar,
tunglyndi og royndir at gera
sjálvmorð, ið alt eru dømi um
langtíðarávirkanir.
Vilja ikki nýta hít
Millum 5 og 28 prosent av
kvinnunum høvdu verið fyri
harðskapi, meðan tær vóru
við barn. Oftast var gern
ingsmaðurin eisini pápi at
barninum. Í mongum førum
varð úrslitið av slíkum harð
skapi, at kvinnan aborteraði.
Ein serliga álvarslig fylgja
av harðskapinum er, sam
bært WHO, økti vandin fyri
spjaðing av HIV og AIDS,
tí nógvir harðligir menn
vilja ikki nýta hýt, og kvinn
urnar hava ikki dirvi til at
standa ímóti, av ótta fyri harð
skapinum.
UTTAN ÚR HEIMI
Sungu fyri fullum húsum
í Keypmannahavn
Dagarnir á Hotel Tórshavn kunnu væl gerast langir, tí var konsertin sunnukvøldið eitt fríkst innslag
Harðskapur móti kvinnum
– ein fólkaheilsutrupulleiki
Soleiðis kann harðskapur móti kvinnum steðgast
At starvsfólkini á sjúkrahúsum verða útbúgving at kenna á
einari kvinnu, um hon hevur verið fyri harðskapi.
At bøta um møguleikan fyri hjúnarskilnaði. Her verður
hugsað um fíggjarligan tryggleika og rættin til børnini, sum
eru trupulleikar í summum londum.
Upplýsing um javnrættindi í skúlanum. At geva gentum og
ungum kvinnum betri útbúgving og ræðið yvir persónligu
fíggjarstøðuni.
Politiskir og religiøsir leiðarar mugu átala harðskapi
móti kvinnum. Í mongum londum verður harðskapur móti
kvinnum mett sum natúrligt.
Betri lógarkarmar og fleiri løgreglukvinnur.
Fleiri kvinnuskýli og stuðulsmøguleikar til kvinnur, sum
liva við harðskapi.
Kelda: WHO
Um kanningina
Tey tíggju londini í kanningini hjá WHO: Japan, Brasilia,
Serbia-Montenegro, Peru, Bangladesh, Tanzania, Namibia,
Tailand, Samoa och Etiopia.
Kvinnur, sum eru fyri harðskapi og neyðtøku, hava tvær ferðir
vánaligari heilsu enn kvinnur sum ikki eru fyri harðskapi.
Sjálvmorðsroyndir eru fýra ferðir vanligari millum kvinnur,
sum eru fyri harðskapi frá manninum.
Mest vanligi harðskapurin er lúsingur. Næst er nevaslag
í andlitið. Helvtin av raktu kvinnunum høvdu verið fyri
grovum harðskapi, so sum sparki, roynd av kvala og hóttan
við vápni.
Fýra av fimm harðskapsraktum kvinnum søkja sær ikki
hjálp frá løgreglu ella á sjúkrahúsi. Nógvar siga heldur einki
fyri familju ella vinum.
Kelda: WHO
FAKTA
ES-nevndin hevur sett javn
støðu á dagsskránna og
ætlar sær at kanna viður
skiftini ímillum arbeiðslívið
og privatlívið umframt køn
arviðurskiftini á teimum
báðum kynunum. Endamálið
er sambært nevndini at stinga
út í kortið, hvussu javnstøðan
skal tryggjast betur í teimum
25 limalondunum.
Hagtøl vísa, at í meðal fáa
kvinnur 15 prosent minni í
løn enn menn í ES-londunum,
og hesum vil nevndin til lívs.
Vladimir Spilla, kommiserur
í arbeiðsmarknaðarmálum,
sigur við Reuter-tíðindastov
una, at tað kann ikki góð
takast, at annar helmingurin
av fólkinum í samveldinum
fær minni í løn enn hin.
Ein nýggj kanning avdúk
ar, at tað eru framvegis
javnvágin ímillum arbeiðs
lívið og privatlívið og
kynsdiskriminerandi
lønarskipanir, sum forða
kvinnunum at vinna fram
á arbeiðsmarknaðinum, og
sum í mongum førum noyða
tær at gevast at arbeiða. Ein
onnur týðandi niðurstøða í
kanningini er, at tey truplu
viðurskiftini hjá kvinnunum
gera, at tær fáa færri børn,
og tað kann fáa álvarssamar
avleiðingar fyri búskapin í
framtíðini.
Tey seinastu hagtølini hjá
ES vísa, at á leiðarastigi eru
bara 32 prosent av størvunum
mannað við kvinnum, í
nevndum eru bara 10 prosent
kvinnur, og kvinnurnar hava
bara 3 prosent av stjóra
størvunum í teimum størstu
fyritøkunum.
ES skal hava betri javnstøðu
Í níggju ár livdi ein svensk
kvinna saman við manni sín
um uttan at siga honum frá,
at hon var smittað við HIV.
Tað var frá 1995 til 2004, og
hesi árini fingu hjúnini tvey
børn. Nú er kvinnan ákærd
fyri grovt ósketni og fyri at
hava komið bæði manninum
og børnunum í vanda.
Aftonbladet skrivar, at á
einari uttanlandsferð í 1995
bleiv kvinnan smittað við
HIV. Nakað seinni fór hon til
læknan, sum staðfesti, at hon
var smittað, men kvinnan
duldi tað fyri manninum.
Læknin segði heldur einki,
tí kvinnan vissaði hann um,
at hon og maðurin høvdu
einki kynsligt samband
longur. Men tað var ósatt.
Í 2002 fingu hjúnini eitt
barn, og árið eftir fingu tey
eitt afturat.
Báðar ferðirnar varð
kvinnan spurd, um hon vildi
verða HIV-kannað, men hon
tók ikki av tilboðnum. Men
tá hon í 2004 noyddist á
sjúkrahús við bruna, varn
aðust læknarnir, hvussu
vorðið var, og teir boðaðu
alt fyri eitt manni hennara
frá. Málið endaði eisini
hjá løgregluni, sum hevur
ákært kvinnuna. Harafturat
er málið endað hjá sosialu
umsitingini, sum skal gera
av, hvat av foreldrunum skal
hava umsorgan fyri teimum
báðum børnunum.
Dana Reeve, sum var gift
við amerikanska filmsleik
aranum Christopher Reeve,
doyði í gjár av lungnakrabba.
Hon var 44 ára gomul.
Eftir at maðurin doyði
í 2004, arbeiddi Dana við
at útvega lammaðum fólki
betri umstøður. Hetta var
eitt øki, sum hon hevði
fingið drúgvar royndir
á, eftir at maður hennara
gjørdist lamin aftan á eina
vanlukku í 1996, tá hann
datt av einum rossi.
Í august í fjør staðfestu
læknarnir, at Dana Reeve
hevði lungnakrabba.
Á hvørjum ári halda
amerikanskir studentar
eins serliga veitslu um vár
ið, sum teir rópa Spring
Break, men nú ávara lækn
arnir genturnar ímóti at at
gera ov nógv av.
Læknarnir vísa til eina
kanning hjá amerikanska
læknafelagnum, sum vísir,
at á Spring Break drekka 83
prosent av gentunum meiri,
enn tær annars gera, og at
75 prosent av teimum gera
meiri burtur úr tí kynsliga tá
enn hinar dagarnar á árinum.
Ja, sambært kanningini
hava nógvar av gentunum
samlegu við meiri enn einum
mannfólki á veitsluni uttan
at brúka nakað fyribyrgjandi,
skrivar AP, sum ikki væntar,
at ávaringin frá læknunum
fer at fáa nakra ávirkan.
Skúlaveitsla ov vill
Dana Reeve deyð
Duldi HIV í níggju ár