Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 8. mars 2006 19 Helgi heldur fram Helgi Dam Ziska vann sær aftur framúr gott úr­slit, tá næsta umfarið í Reykjavík Open stóð á skránni. Hesa ferð telvdi Helgi móti svenska Ralf Åker­ son, sum er stór­meistari og styrk­is­mettur sum numm­ar 24 í kappingini. Helgi hevði framm­an­ undan sett sær fyri, at hann skuldi hava í minsta lagi eitt hálvt stig ímóti sterka svenska telvaranum, og tað eydnaðist. Talvið teirra millum endaði við remis. Eftir tveimum umførum hevur Hleig soleiðis vunn­ið 1,5 stig. Í triðja umfarinum verður talan um dyst móti serbiskum stórmeistara. Hesin eit­ ur Ivan Ivanisevic, er styrkismettur sum numm­ ar 10 í kappingini og hev­ ur 2588 ratingstig. - mørk Fleyr vinnur gull í dag So kunnu menninir hjá Fleyr fyrireika seg til seinasta partin av full­ veitsluni. Í dag spæla teir útidyst móti Nøvuni, og vinna teir dystin, er meistaraheitið ordiliga heima. Enn hevur Nøvan ikki vunnið nakað stig í kappingin í meist­ara­ deildini, og tí vil talan vera um meira enn sen­sati­ ón, um Fleyr skal kiksa á Eiði. -mørk Høgni verður formaður Kappingarnevndin hjá Fót­bóltssambandinum hevur í vikuni skipað seg. Á aðalfundinum herfyri boðaði formaðurin í kappingarnevndini sein­ astu tvey árini, Bjarki Mohr, at hann ikki tók við afturvali. Nýggjur maður í nevndini hjá FSF gjørdist Høgni í Stórustovu,og tað tykist, sum vil FSF sleppa undan teimum heilt stóru rokadunum, nú ein limur er skiftur. Í øllum føurm er Høgni komin beint í sessin hjá Bjarka sum formaður í kappingarnevndini. -mørk Nr. 48 • mikudagur • 8. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli fara longu í kvøld at spæla fyrru hálvfinaluna sínamillum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Endaspælið í bestu kvinnu­ deild­ini var av sunnudagin, og nú er soleiðis klárt til hálvfinalurnar. Fyrsta av hesum verður í kvøld klokkan 19, tá Neist­in og Kyndil hittast fyri aðru ferð innan f‡ra dagar, áðrenn tey aftur hitt­ast longu leygardagin. Upprunaliga varð ætlanin, at dystirnir skuldu spælast leygar- og sunnudag, men nú Kyndil skal hava 50 ára føðingardag, eru dystirnir framskundaðir. Tað er einki at ivast í, at Neistin er stórfavorittur at vinna dystin. Bláu grannarnir hava havt sera góðan byrð í endaspælinum, har tær eis­ ini gjørdust nummar eitt. Lið­ið hevur fyri stuttum vunnið steypakappingina, og í dystunum móti Kyndli í endaspælinum hevur tal­ an verið um veruligar stór­ sigrar. Heilt avskrivast skulu tær grønu tó ikki. Tær hava í løtum s‡nt heilt gott spæl. Millum annað fyrsta korterið í dystinum móti Neistanum sunnudagin. Sveiggini í einstøku dystunum hava tó verið ov stór, og tá liðið fer niður, tykist tað hvørja ferð vera við einum braki. So er spurningurin, hvørt tær í kvøld megna at halda høvdið kaldari, enn tær annars hava gjørt. Hjá monnunum verður eisini talan um dyst. KÍF og Kyndil spæla í Hov­yík­ar­ høllini kl. 20. Vinnur Kyndil hendan dystin, eru teir vísir í einum finaluplássi. Fyrsta hálvfinalan Svimjarin Heidi Andreasen hevur ikki verið við í altjóða kapping síðani 2004, men nú fyrireikar hon seg til HM í Suðurafrika í november, og um vikuskiftið verður hon við í Danish Open í Esbjerg Svimjing Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Um vikuskiftið kavar ÍSB- svimjarin Heidi Andreasen út í aftur eina altjóða kapp­ing. Svimjarin við teimum framúr góða altjóða úr­slitunum hevur ikki verið til kapping uttanlands, síð­ani hon vann bronsu á paralympisku leikunum í Athen í 2004. – Fyrstu tíðina eftir para­ lympisku leikirnar brúkti eg nógva tíð til skúlan. Eg hevði verið burtur í ein mán­að, og tí legði eg stóran dent á skúlan í eina tíð. Men síðani í fjørsummar havi eg vant aftur sum vanligt, sigur Heidi Andreasen. Næsta stóra málið hjá henni er heimsmeistarakappingin í Durban í Suðurafrika síðst í november mánaði, og í løtuni venir hon miðvíst fram ímóti tí kappingini. Partur av venjingini Um vikuskiftið verður Heidi Andreasen við í Danish Op­en, sum verður hildin í Esbjerg fríggjadagin, leyg­ ar­dagin og sunnudagin. Heidi verður við í fimm kappingum – 50, 100, 200 og 400 metrar frísvimjing og 100 metrar ryggsvimjing. – Eg hava ikki trappað venjingina niður til kapp­ ingina, og tí er hendan kapp­ingin ein partur av venj­ingini hjá mær. Eg skal í gongd aftur við altjóða kappingar, og Danish Open er ein góð byrjan, sigur Heidi Andreasen. – Hóast hendan kappingin er ein liður í fyrireikingunum til HM, og eg kenni meg eitt sindur tunga eftir nógva harða venjing, so vil eg royna at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt, sigur hon. Heidi dugir ikki at meta um møguleikarnar fyri at vinna heiðursmerki í kapp­ingini, tí hon veit ikki rættiliga, hvørjir svimjarar eru við, og hvussu støðið verður í kappingini. Men tað er tó greitt, at svimjarar úr fleiri londum eru við, og at onkrar av teimum, sum Heidi vanliga kappast við, eisini fara at taka lut. Liðug við skúla – meira svimjing Kappingin í Esbjerg um viku­ skiftið verður tann fyrsta av fleiri altjóða kappingum, sum Heidi Andreasen ætlar sær at vera við í ár. Øll venjing og kapping næstu tíðina verður gjørd við HM í huga, og ætlanin er millum annað, at Heidi skal verða við í eini kapping í British Open í Sheffield í juli mánaði. – Eg verði liðug við stud­entaskúlan í summar, og aftan á tað ætli eg mær at brúka enn meira tíð til svimjingina, sigur Heidi Andreasen, sum ætlar sær at vera í toppformi í november mánaði. Venjari hjá Heidi Andrea­ sen er Jón Bjarnason, lands­­liðsvenjari, og hann skal fylgja við Heidi undir kappingini í Esbjerg um viku­skiftið. Heidi gleðir seg til at koma í gongd aftur – Eg verði liðug við studentaskúlan í summar, og aftan á tað ætli eg mær at brúka enn meira tíð til svimjingina, sigur Heidi Andreasen, sum ætlar sær at vera í toppformi til HM í november mánaði