mikudagur 8. mars 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 8. mars 2006
Ráðgevingar
fyritøkur til skipan
við ígongdsetara-
stuðli:
Vágs kommuna fer at lata ígongdsetarastuðul til
nýggjar vinnur í Vágs kommunu, har stuðul verður
latin til keyps av ráðgevingartímum frá føroyskum
ráðgevingarfyritøkum.
Í samband við skipanina við ígongdsestarastuðli
fer Vágs kommuna at gera eitt yvirlit yvir
ráðgevingarfyritøkur, sum verða partur av skipanini,
tvs. har ráðgevingartímar kunnu keypast.
Í hesum sambandi verður heitt á ráðgevingarfyri-
tøkur, í Suðuroynni og kring landið annars, sum
hava áhuga í at gerast partur av hesari skipan, um
at venda sær til Vágs kommunu á tlf. 373024 ella á
telduposti petry@vagur.fo
Seinasta freist at gerast partur av skipanini er
3. apríl 2006.
Vágs kommuna
Søkt verður eftir
lærara at byrja
sum skjótast
til 30. juni 2006. Talan er um eitt starv við niðursettari
tíð, 19 undirvísingartímar um vikuna.
Starvið er tíðaravmarkað og verður lønt sam-
bært avtalu millum Føroya Lærarafelag og
Fíggjarmálaráðið.
Viðkomandi skal undirvísa í 2. flokki. Í hesum
starvi er neyðugt, at tú ert til reiðar at taka ímóti
avbjóðingum í tøttum samstarvi við 2 aðrar
lærarar. Tríggir læraarar arbeiða saman um teir 39
næmingarnar í 2. flokki.
Hevur hetta tín áhuga ert tú vælkomin at søkja.
Umsóknirnar
skulu
vera
Eysturskúlanum,
Postboks 3178, 110 Tórshavn í hendi í seinasta
lagi 23. mars 2006.
Meiri fæst at vita um starvið frá skúlastjóranum
Eyðdis Eydesgaard tlf. 214752.
Eysturskúlin
Búskaparfrøðingur
til
Hagstovuna
Hagstovan hevur eitt starv tøkt til ein búskapar-
frøðing at arbeiða við tjóðarroknskapi.
Uppgávan er at vera við til at menna uppgerðina av
tjóðarroknskapinum og har serliga privata vinnuliga
partinum av honum.
Fremst av øllum sóknast vit eftir einum akademiskt
útbúnum búskaparfrøðingi, men tað ber saktans
til at søkja, um tú heldur teg hava aðrar førleikar til
starvið.
Lønt verður eftir sáttmála millum Landsstýrið og
avvarðandi fakfelag. Umsóknarfreistin er 1. apríl
2006, tá skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi.
Vilt tú vita meira um starv, treytir og arbeiðspláss,
ring so til Herman Oskarsson ella John Jacobsen á
tlf. 35 28 00.
Internet Sosialur in
Tín stóri dagur
Takka í Sosialinum