mikudagur 8. mars 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 8. mars 2006
31
Barnaansingin í Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagrøktina eftir:
- einum hjálparfólki til ansingarplássið Reiðrið at arbeiða 40 tímar aðru
hvørja viku at byrja 1. apríl 2006 ella skjótast til ber.
Arbeiðsuppgávur
Viðkomandi, ið settur verður, hevur í samráð við økispedagogin og
dagrøktarleiðaran dagligu ábyrgdina av ansingarplássinum Reiðrinum.
Vit vænta, at tú
- hevur royndir innan barnaansing
- kanst arbeiða sjálvstøðugt
- hevur góð samstarvsevnir
- kanst taka móti supervisión frá økispedagoginum og dagrøktar-
leiðaranum
- ert opin fyri øðrum uppgávum
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til Marjun Midjord, dagrøktarleiða tlf. 302010
Umsóknir
saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum viðmælum
skulu vera Dagrøktarskipanini, postsmoga 32, FO-110 Tórshavn, í hendi
í seinasta lagi mánadagin 20. mars 2006.
www.torshavn.fo
Reiðrið
- er eitt ansingarstað, ið
verður nýtt til børn hjá
einum dagrøktara, sum
hevur forfall.
Í Reiðrinum starvast trý
fólk.
Starv sum stuðul
20 t/viku
• Eitt tíðaravmarkað starv sum stuðul hjá næmingi
í 3. flokki, sum hevur serligan tørv, er leyst at søkja.
Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna.
Starvið verður at seta sum skjótast ella í seinasta
lagi 1. apríl.
Starvið er tíðaravmarkað til 24. juni 2006.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið frá Suna í Hjøllum,
skúlastjóra á tlf. 444087 ella 214087.
Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta
lagi mikudagin 15. mars kl. 10.00.
Leggið við ljósrit av prógvi og møguligum
viðmælum!
Fuglafjarðar skúli
Postboks 9
FO-530 Fuglafjørður
Í Fuglafjarðar skúla ganga 350 næmingar í 19 flokkum.
í 1.-7. fl. eru 11 flokkar, meðan í 8., 9., 10. fl. eru 8 flokkar. Í
Fuglafjarðar skúla starvast 35 lærarar og 1 stuðul.
www.sosialurin.fo